Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Taka fyri fyrstu ferð laks á Sandsvág Alifyritøkan Mowi fer nú fyri fyrstu ferð at taka fisk, sum er í ringunum á Sandsvág E in av fyrstu døgunum fer Mowi – áður Marine Harvest – at taka laks á Sandsvág. Áður hava tey tikið nakað av fiski, men tað hevur verið frá royndaralingini. Fyritøkan hevur gjørt av at halda fram við alingini á Sandvág, hóast fyrstu roynd­ ir­nar ikki vóru serliga góðar. -Nú hava vit flutt ringanar longur inn, so teir liggja meira í lívd og vit hava broytt nótirnar í ringunum, so tær ikki eru so djúpar, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri. - Vit fara at hava tríggjar risastórar aliringar, sum eru 200 metrar ummáls umframt tríggjar smærri ringar sigur hann. Felagið hevur eisini fingið hendur á einum stórum fóð­ ur­flaka, sum liggur á Sandsvág. Fóðurflakin ger, at tað ikki longur gerst neyðugt at fóðra við bátum longur, tí fóðr­ ing­in er sjálvvirkandi frá flakanum, sum tekur eini 600 tons av fóðri Taka 2000 tons Í næstu ella í aðru viku, verður farið undir at taka fiskin úr ringunum á Sandsvág. Talan er um einar 500.000 fiskar, sum í kruvadari vekt viga umleið 2.000 tons. Síðani aliringarnir vóru fluttir longur inn, hevur tað gingið væl at ala á Sandsvág. - Tað er orsøkin til, at vit nú hava avgjørt at halda fram á Sandi við alingini, sigur stjórin. Eins og hinir alararnir í Føroyum, so arbeiðir Mowi við at stytta um tíðina, laksurin er í sjónum. Tey framleiða størri smolt, sum so ger tíðina á sjónum, har sjúka og lús hóttir laksin, uppaftur styttri. Mowi, sum er partur av útlendskari alifyritøku, stendur fyri á leið 10 prosentum av útflutninginum av føroyskum laksi. Tað vil siga, at tey útflyta millum 7000 og 8000 tons hvørt ár. 80 fólk arbeiða hjá Mowi í Føroyum, harav størsti parturin er á kryvjivirkinum á Strondum. Smoltstøðin hjá fyritøkuni er á Hellunum og alingin er umframt á Sandvág í Oyndarfirði og norðanfyri í Sunda­ lagnum. -Vit halda, at tað er sera spennandi at fara undir tøkuna á Sandsvág. Fiskurin vigar um fýra kilo ella eitt sindur meira, tá ið hann verður tikin og tað er marknaður fyri fiski av hesari stødd, sig­ur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND VILMUND JACOBSEN