Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FINN SKAL GERA FØROYAR GRØNARI Finn Jakobsen hevur røttu førleikarnar at standa á odda fyri Magn og møta teimum avbjóðingum og møguleikum, sum liggja fyri framman Nevndin í Magn hevur sett Finn Jakobsen til forstjóra í felagnum. Hann er 53 ára gamal, útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur og elektromekanikari. Sein­astu umleið fýra árini hevur hann verið tekniskur stjóri hjá felagnum. Í nógv ár starvaðist Finn Jakobsen hjá SEV, fyrst sum verkfrøðingur og síðan sum rakstrarleiðari. Har­ um­framt var hann eitt tíðarskeið í starvi hjá ráð­gev­ andi verkfrøðingafyritøku í Danmark. Fremsta uppgávan hjá forstjóranum í Magn verður at tryggja, at fyritøkan framhaldandi verður ein sterk­ ur orkuveitari í Føroyum, og í starvinum kemur Finn Jakob­sen eisini at standa á odda fyri skiftinum til grøna orku. Tá Magn gjørdi av at seta starvið, metti nevndin, at Finn Jakobsen hevur røttu førleikarnar at standa á odda fyri fyritøkuni og møta teimum avbjóðingum og møgu­leikum, sum liggja fyri framman. - Sum tekniskur stjóri hevur hann havt ein týðandi leik­lut í at menna grønu orkuloysnirnar hjá Magn. Har­umframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og hev­ur neyvt innlit í øll rakstrarøkini hjá fyritøkuni, sig­ur nevndarformaðurin í Magn, Jens Meinhard Ras­ mus­sen. vilmund@sosialurin.fo Finn Jakobsen hevur drúgvar leiðsluroyndir og neyvt innlit í Magn JÓANIS TÝÐANDI STARV Í GRØNLANDI Fyrrverandi forstjórin í Sjúkrahúsverki Føroya skal nú stjórna grønlendska heilsuverkinum Hann hevur verið stjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya. Nú er hann settur sum stjóri fyri grønlendska heilsuverkið. Maðurin, sum er Jóanis Erik Køtlum, er ikki ókend­ur í Grønlandi. Árini 2013 til 2017 hevði hann leið­andi starv í heilsuverkinum har yviri. Árini 2018 til 2019 var hann forstjóri í Sjúkra­hús­ verki Føroya. Jóanis Erik Køtlum hevur eisini gjørt ymiskar upp­ gáv­ur sum ráðgevi fyri heilsuverkið í Grønlandi.  Nú hann varð settur sum stjóri fyri grønlendska heilsu­verkið, skrivaði heimasíðan sermitsiaq.ag, at ein av uppgávunum hjá honum verður at stjórna heilsu­ verk­inum gjøgnum koronu-kreppuna, umframt at hann fær ábyrgdina av at menna eitt heilsuverk í Grøn­landi, har sjúklingurin er í fremstu røð. Jóanis Erik Køtlum, sum er føddur hin 7. desember í 1965, er útbúgvin cand. merc. Hann er giftur Jó­ honnu Lava Køtlum, og tey eiga trý børn. Sum ungur var hann eisini sjómaður í nøkur ár. vilmund@sosialurin.fo Jóanis Erik Køtlum er ikki eitt ókent navn í Grønlandi TEKUR SÆR AV SØLU HJÁ RAVNI Ravnur Tryggingarmekling hevur sett Hans Petur í Brekk­unum í starv at taka sær av sølu og sølu­fremj­ andi tiltøkum Hin 1. august byrjaði Hans Petur í Brekkunum í starvi í felagnum hjá Arna Vatnhamar í Leirvík, trygg­ ing­armeklarafelagnum Ravni, sum er eitt nýtt átak í før­oyskum tryggingarhøpi. Endamálið við starvssetanini er at styrkja søluliðið í felagnum. Hans Petur í Brekkunum, sum hevur verið stjóri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tekur sær nú av sølu og sølufremjandi tiltøkum hjá trygg­ing­ar­mekl­ ara­felagnum. Maðurin hevur dyggar royndir innan sølu og tæn­ astu. Eftir lokið prógv sum Executive Master of Business Ad­ministration (E-MBA) á Middlesex University Lond­on í 2019, er Hans Petur í Brekkunum nú til reiðar at átaka sær nýggjar avbjóðingar. - Eg gleði meg til at veita bæði núverandi og kom­ andi viðskiftafólkum bestu tænastu, sigur Hans Pet­ur í Brekkunum við heimasíðuna – www.ravnur.fo, sum nú er í holt við at leggja ætlanir fyri sølu og sølu­fremj­ andi tiltøkum fyri restina av 2020. Ravnur Tryggingarmekling hevur eitt nú ment út­ rokn­ingarskipan til fyritøkur og stovnar til at rokna út kostnaðin fyri arbeiðsskaðatryggingar. Tískil bjóð­ar Ravnur nú føroyskum fyritøkum, stovnum og komm­ un­um at keypa arbeiðsskaðatrygging inn í felagið gjøgn­um Ravnur Innkeypsskipan. - Vit bjóða bestu og bíligastu tryggingarloysnir, og eitt stig á leiðini er okkara nýggja roknimaskina til arbeiðs­skaðatrygging, har viðskiftafólk sjálvi sláa inn neyð­ugu tølini og beinanvegin fáa at vita, hvussu stórt gjaldið er við at brúka okkara innkeypsskipan, sigur Arne Vatnhamar, stjóri í felagnum. vilmund@sosialurin.fo Hans Petur í Brekkunum gleðir seg til at veita viðskiftafólkum bestu tænastu Nøvn í vinnuni