hósdagur 27. august 2020síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Í vikuni kom flakatrolarin hjá JFK Troli, Sjúrðarberg á
Klaksvík.
Skipið er fyrrverandi Skálafjall, sum varð bygdur á Skála
Skipasmiðju í 1987. Áðrenn Skálafjall fór av landinum,
hevði skipið eisini nøvnini, Beinir og Akraberg.
Sjúrðarberg, sum nýggja navnið á fyrrverandi Skálafjalli
er, hevur í seinastuni verið skrásettur í Póllandi.
Ymiskar umvælingar eru gjørdar umborð, áðrenn
skipið kom til Føroya, og nú verður nýggj flakalinja sett
upp, áðrenn loyst verður til fyrsta túr.
25-26 miljónir
Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli, segði við KvF í vikuni,
at keypsprísurin fyri Sjúrðarberg er umleið 18,6 miljónir
krónur og við umvælingum og dagføringum kostar skipið
nú einar 25-26 miljónir krónur.
Seinastu tvey árini hevur Gadus fiskað alla kvotuna hjá
JFK í Barentshavinum.
- Tá vit seldu gamla Sjúrðarberg, høvdu vit 9. 500
tons av botnfiski í Barentshavinum. Gadus hevur fiskað
millum 8.000 og 10.000 tons um árið, og tað var hetta,
sum Gadus kláraði at fiska - alt eftir, hvussu árið royndist.
Stjórin vísir á, at tá var ikki grundarlag fyri tveimum
skipum hjá felagnum.
- Síðan uppboðssølan av fiskirættindum í Barents
havinum fór aftur í søguna, og kvotan er býtt, soleiðis
sum hon hevur verið býtt síðan í áttatiárunum, eigur JFK
aftur meira fisk at fara eftir.
Tí hevur felagið eisini brúk fyri tveimum skipum, til
nýggja skipið kemur um tvey ár.
Hanus Hansen vísir á, at JFK nú hevur 12.300 tons at
fiska í Barentshavinum.
- Undir skipanini, sum var til og við í fjør, skuldi tú
keypa ein fittan part av kvotuni. Her skuldi tú koyra títt
boð í ein brævbjálva og vóna tað besta.
Reiðarin heldur ikki, at tað ber til at hava skip og
manningar gangandi heima og bíða upp á, at tú kanska
vinnur í hesum brævbjálvanum, sum hann tekur til.
Eitt ella tvey skip
Ætlandi kemur nýggi Gadus til sjómannadagin í Klaksvík
í 2022.
- Hvørt vit tá fara at selja Sjúrðarberg aftur ella ei,
veldst alt um, hvussu verður við fiskirættindum til ta tíð.
Men, tað er ikki óhugsandi, at vit fara at hava Sjúrðarberg
til at fiska kongafisk og kanska eitt sindur av toski.
Stjórin í JFK Troli vísir á, at kvotur veksa og minka,
men í løtuni heldur hann, at tað sær rímiliga gott út í
so máta.
- Men, um eini trý ár kunnu kvoturnar verða minkaðar
- ella, tær tá kanska verða enn størri, enn tær eru í dag.
Tað vita vit sjálvsagt ikki. Alt veldst tískil um, hvør
kvotustøðan verður. Hinvegin er greitt, at vit í øllum
førum ikki fara at hava meira enn tvey skip til hesar
kvotur.
Hanus Hansen sigur, at tá nýggja skipið kemur um
tvey ár, verður antin Gadus ella Sjúrðarberg seldur,
kanska báðir, leggur hann aftrat.
JFK eigur aftur
ein Sjúrðarberg
- Hvørt vit fara at selja Sjúrðarberg aftur ella ei, tá nýggja skipið kemur,
veldst alt um, hvussu verður við fiskirættindum til ta tíð. Men, tað er
ikki óhugsandi, at vit fara at hava Sjúrðarberg til at fiska kongafisk og
kanska eitt sindur av toski, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli
VILMUND JACOBSEN - MYNDIR: OLIVUR JOENSEN