Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 24 Nøvn í vinnuni UNGUR MAÐUR FÍGGJARLEIÐARI HJÁ MOWI Mowi Føroyar heldur, at Arne Ree Winthereig er ein fongur fyri fyritøkuna M owi Føroyar hevur sett Arna Ree Winthereig í starv sum fíggj­ arleiðara í felagnum. Hann er føddur hin 9. februar í 1985 og er soleiðis 35 ára gamal. Arne Ree Winthereig er uppvaksin í Havn, men býr saman við konu og børnum á Nesi í Eysturoy. Hann byrjaði hjá Mowi hin 18. august og starv­ast á høvuðsskrivstovu felagsins, sum er í virkis­bygn­ing­ in­um hjá felagnum á Heygsstøð á Strondum. Arne Ree Winthereig hevur eina HD í roknskapi og er cand. merc. í Finance and International Busi­ ness. Starvsroyndirnar hevur hann eitt nú sum rokn­ skap­ar­ráðgevi hjá BioMar Group, umframt royndir sum fíggjarleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu og fulltrúi í Fiski­málaráðnum. Í nakrar mánaðir var hann eisini fíggjarleiðari hjá IRF. Ernst Jacobsen, sum er fyrisitingarleiðari hjá Mowi og hevur starvast hjá alifelagnum í umleið hálvt sjeynda ár, hevur eisini staðið fyri fíggjarliga part­in­ um í fyritøkuni. Nú virksemi hjá fyritøkuni er vaksið, fer hann í enn størri mun at taka sær av tí fyrisitingarliga. Allar deildir hjá Mowi, sum hevur aling í fleiri londum, hava seinnu árini brúkt eina bók­halds­ skipan, rópt M3, og henda skipan, sum eisini fevnir um logstikk og ymiskt annað, skal nú fáast upp at koyra í føroyska partinum. Sum roknskaparráðgevi hjá BioMar Group er Arne Ree Winthereig serfrøðingur í hesi skipan, og tí held­ ur Mowi Føroyar, at ungi maðurin er ein fongur fyri fyritøkuna. Tað verður soleiðis nýggi fíggjarleiðarin, ið eis­ini kemur at hava ábyrgd fyri M3-skipanini, sum hann kennur út í æsir, samstundis sum Ernst Jacob­sen heldur fram í sínum upprunaliga starvi sum fyri­sit­ ing­arleiðari. vilmund@sosialurin.fo PETUR ER NÝGGJUR SLØKKILIÐSLEIÐARI Kvívíkar kommuna hevur fingið nýggjan sløkkiliðsleiðara Hin 1. juli varð Petur Müller settur í starv sum sløkkiliðsleiðari og til­ búgv­ingarleiðari í Kvívíkar kommunu. Í sínum starvi kemur Petur Müller at taka sær av nógvum ymiskum upp­ gáv­um, og í fyrsta lagi hevur hann rakstrar-og átaksábyrgd av kommunalu til­búgvingini. Sløkkiliðsleiðarin skal vera til reiðar til útkall, og hann skal gera vakt­ aravtalu við avloysara. Tað er eisini ein partur av uppgávuni hjá leiðaranum at umsita tilkalliskipanina hjá sløkkiliðsmanningini, og hann skal skipa fyri venj­ingum við manningini í minsta lagi 10 ferðir um árið, eins og hann skal skipa fyri útbúging til manningina. Aðrar uppgávur eru eitt nú at hava eftirlit og umsjón við útgerð og ráðgeva komm­unalu umsitingini í spurn­ing­um innan arbeiðsøkið. Sum sløkkiliðsleiðari skal Pet­ur Müller eisini gera upp­skot til fíggjarætlan fyri tilbúgvingina, og hann skal verða við í arbeiðnum at gera eina váðameting og tilbúgvingarætlan fyri Kvívíkar kommunu. vilmund@sosialurin.fo AV SKIPSDEKKI Á VEGADEILD Hin 1. august fekk Fugla­ fjarðar kommuna nýggjan for­mann á vegadeildini hjá komm­ununi Mortan Joensen er mað­ urin, sum nú er formaður á vegadeildini hjá Fuglafjarðar komm­unu. Hann er úr Fugla­firði, giftur Lis Joensen, og tey eiga trý vaksin børn. Nýggi formaðurin er út­ búgv­in maskinsmiður og mask­inmeistari. Mortan Joensen hevur drúgvar royndir, bæði í vinnulívi á landi á sjógvi, og seinastu tíðina hevur hann siglt sum maskinmeistari við línubátinum, Skørðini. Mortan Joensen hevur eisini royndir innan projektering og eftirlit og dugir at brúka digital amboð sum AutoCad. Hann hevur eisini drúgvar royndir sum maskinførari og starvaðist á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu eitt tíðarskeið í áttatiárunum. vilmund@sosialurin.fo Hin 18. august byrjaði Arne Ree Winthereig í starvi sum fíggjarleiðari hjá Mowi Føroyar. Mynd: IRF Petur Müller byrjaði í starvinum sum sløkkiliðsleiðari í Kvívíkar kommunu hin 1. juli Mortan Joensen er útbúgvin maskinsmiðjur og maskinmeistari