hósdagur 3. september 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Í gjár, 3. september, kom nýggj heimasíða
til børn og ung, sum hava tað trupult
orsakað av, at rúsdrekka ella rúsevni fylla
ella hava fylt ov nógv í familjuni. Talan er
um tilboðið - Øll hava rætt til góð barnaár
- sum er eitt ókeypis tilboð til børn, ung og
alla familjuna.
Hetta er eitt tilboð hjá Bláa Krossi
Føroya, sum byrjaði í 2012 og sum støðugt
hevur ment seg gjøgnum árini. Talan
er ikki um rúsviðgerð, men at hjálpa
teimum, sum eru avvarðandi hjá einum
við rústrupulleikum. Hesi kunnu eitt nú
vera foreldur ella systkin.
Nýggja heimasíðan vísir á ymisku
tilboðini, sum eru til børn, ung og
familjur, og hetta verður víst við stuttum
filmsbrotum. Eisini hevur nýggja síðan
eitt dulnevnt kjatt, har ein og hvør kann
seta spurningar ella bara kjatta um tað,
sum ein gongur og hugsar um.
Nýggja heimasíðan sæst á
www.barnaar.fo
VILMUND@SOSIALURIN.FO
Les eisini blaðið
á telefonini
Heimasíða til
børn og ung
Fyrr í ár varð farið undir at gera
bakkaverju á Sondum á Sandi, har
leivdir av Føroya elstu búseting eru. Ein
partur av hesi búsiting hevur í fleiri ár
staðið til at farið í havið.
Talan er um fornu búsetingina
undir landsvegnum á Sondum.
Sambært fornfrøðingum verður mett,
at búsetingin er umleið 1700 ára gomul.
Í nøkur ár hava bæði Sands
kommuna, Søvn Landsins og Landsverk
víst landsins myndugleikum á, at hesi
jarðfestu fornminni, ið mugu metast
sum fornfrøðiligir dýrgripir, eru um at
fara fyri bakka.
Ytst á bakkatromini niðan fyri
landsvegin á Sondum stendur eisini
eitt gamalt gróthús, og her vóru bara
sentimetrar eftir, til útsynningshornið
rapaði undan húsinum og endaði niðri
í fjøruni.
Tað er Landsverk, sum nú hevur syrgt
fyri, at ábøtur eru gjørdar, og á viðheftu
mynd sæst, hvussu málið er loyst.
Nú er so bara eftir at vóna, at laðingin
heldur – eisini, tá brimið aftur fer at
standa í grasið og vil ríva í bakkatromina,
sum annars er úr mold.
VILMUND@SOSIALURIN.FO
Fornminni hava
fingið bakkaverju
Jenis á fund við
verjumálaráð
harran
Síða 8
Greining av
politisku støðuni
Síða 9
Nú er bara at vóna, at laðingin
fer at halda, tá brimið aftur
fer at standa í grasið
4. SEPTEMBER 2020
Tá maðurin er størri enn flokkurin
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Tað er ringt at sleppa valdinum,
um tú heldur teg eiga flokkin
Vit hava so mangan á hesum stað víst
á, hvussu ringt tað er hjá ymsum
monn um at lata vald frá sær. Tað er ein
stór ur trupulleiki, tá tað til dømis snýr
seg um at lata kvinnum vald. Men
summ ir menn halda seg eiga valdið, tá
teir eina ferð hava fingið tað. Men tað
kann eis ini vera ringt at góðtaka, at tey
sum ráða í flokkinum ikki vilja hava
teg meira á valdinum.
Eitt dømi um tað er fyrrverandi
danski forsætisráðharrin og for mað ur
in í danska Vinstraflokkinum, Lars
Løkke Rasmussen.
Fyri einum ári síðani varð hann
kroyst ur frá sum formaður fyri danska
Vinstra flokkin, sum júst hevði tapt
fólk a tingsvalið og valdið í Danmark.
Lars Løkke Rasmussen er ein hin
dugna listi politikarin í Danmark – alt
so tann, sum dugir best at vera pol it ik
ari. Tá er ikki sagt, at hann er tann
besti politikarin, men hann er tann
per són ur in, sum dugir best at vera pol
it ik ari og halda seg fastan at valdinum.
Tað gav at býta, tá hann fyri seks ár
um síðani stóð til at vera frákoyrdur,
eft ir at hava flogið á fyrstaklassa sum
for maður fyri barnahjálparfelagsskap,
har hann einar tíggju ferðir hevði
keypt luks us ferðaselar fyri 90 túsund
krón ur fyri túrin, sum barn a hjál p ar fel
ags skap ur in rindaði. Ella tá hann hevði
keypt klæðir í 100.000 klassanum til
sín sjálvs og skrivað tað upp á flokkin.
Ella tá hann sum ungur ráðharri hevði
drukk ið og bjóðað øl fyri túsundtals
krón ur, sum tað almenna rindaði.
Nú hevur hann skrivað eina bók,
har hann ger upp við Vinstraflokkin.
Hann letur tey skilja, at hann ætlar
sær at stovna ein nýggja flokk.
Kristian Jensen, sum var næst for
mað ur hjá Løkke, sigur í viðmerking, at
hann er um at gráta av hesum, og sigur,
at Løkke hevur givið flokkinum alt,
men at flokkurin hevur givið Løkke
enn meira.
Tú kanst vera politikari sum Putin
ella sum Lukashenko, har tú klistrar
teg at vald i num. Tú kanst eisini gera
sum Svend Auken ella Edmund Jo en
sen og fara, tá flokkurin biður teg fara.
Hesir báðir vístu, at teir kortini vóru
menn at arbeiða víðari fyri flokkin. Tí
tú eigur ikki flokkin, tú umboðar hann
bara!