Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 11. SEPTEMBER 2020 Fólkið má eiga loyalitetin hjá løgmanni Onkur heldur tað kanska vera óshóskandi, með­an onkur annar heldur tað var væntandi, at tað fór at vera Fólkaflokkurin, sum fór at seta í verk skip­an við ogn­ ar­skatti í Føroyum. Ofta hevur hetta verið kastað flokkum á vinstra­veing­i­num fyri. Men hvørki Javn­að­ar­flokk­ur­in ella Tjóðveldi hava enn sagt seg ganga inn fyri ogn­arskatti – at fólk skulu gjalda skatt av at eiga eini hús, eins og gjørt verður til dømis í Dan­mark. Men nú kemur ongarskatturin eftir øllum at døma. Brandur Sandoy, fólkafloksmaður, skjeyt upp í Løg­ting­i­num týsdagin, at fólk sum eiga hús á bygd, sum eingin býr í, eiga at fáa eina skatta­rokn­ing frá kommununi. Tað halda Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum eisini. At leggja ognarskatt á summarhús er bara byrj­an­in. Tá samgongufólk síggja, at tey kunnu fáa 300.000 milliónir í almennu kassarnar við at leggj­a 25.000 krónur í ognarskatti á hvørt hús í land­i­num, so er tað nógv lætt­ari og nógv »rætt­vís­ari«, enn t. d. at skatta fólks­ins ogn –  tilfeingið í sjó­num, sum nøkur fá fáa. AVGJALDSØÐI? Andrew Godtfred fór aftur til skips sum pensjónistur Siðsøga síða 14-15 Avoldað politisk nationalisma... Heri Mohr, síða 12 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Les eisini blaðið á telefonini Vónandi kemur ein góð frágreiðing Málið um at skilja sundur Føroya Tele og Net tykist at hava slagsíðu. Tað plag­ar at verða kastað Fólkaflokkinum fyri at býta út almenn virði til onkran teirra, ið hevur nóg mikið framm­an­ und­an – at »virðini liggja betur í fáum priv­at­um lummum«, heldur enn at fólk­ið skal eiga. Men tað tykist ikki at vera yv­ir­ skrift­in hesaferð. Sambært løgmanni er held­ur ikki ætlanin at privatisera Før­oya Tele. Men á onkran hátt skal hes­in almenni telerisin liðast sundur, so­leið­is, at hann hóskar onkrum best. Tað er alment kent, at løgmaður hev­ur stór áhugamál í einasta kapp­ ing­ar­neyt­a­num hjá Føroya Tele, Nema (fyrr Hey, Voda­fone og Kall). Tá vit so frætta innanífrá í Sam­ bands­flokkinum, at hendan reglan um »ogn­ar­liga at skilja sundur« telepartin og net­partin hjá Føroya Tele, er komin frá løg­manni sjálvum, beint áðrenn sam­gong­u­skjalið varð undirskrivað – tá hann sjálvur var í leiðandi starvi hjá priv­ata telefelagnum, so er tað ein nát­ úr­lig­ur spurningur at spyrja, hvat yv­ir­ skip­að­a endamálið er. Gamaní var ein sundurskiljing í gongd so­leiðis, at kappingin kundi vera gjøgn­um­skygd. Eitt nú við at stjórin í Før­oya Tele ikki var nevndarformaður, men nevnd­ar­limur í netfelagnum. Keldur í Sambandsflokkinum vilja eisini vera við, at avgerðin um at taka al­mennu partafeløgini úr Vinnu­mál­a­ ráð­num og í Fíggjarmálaráðið eis­ini varð tikin í evstu løtu – uttan kjak mill­ ­um samgongufólk. Nú hevur fíggjarmálaráðharrin koyrt stjór­an á Føroya Tele úr nevndini og sett partí­soldatar hjá sær inn í stað­ in –  og fólk, sum hava og hava havt tætt til­knýti til kappingarneytan. Tað er álvarsamt, at høvuðs­per­són­ ar­nir, sum varða av Føroya Tele, av hesi orsøk hava tveitt handklæðið í ringin – tí teir eru ó­nøgdir við viðferðina, sum teir fáa frá løg­manni og linjuna, sum løg­maður hevur lagt. Men enn meira órógvandi er tað, um yv­irskip­aða endamálið er at dugna kapp­ing­ar­neyt­a­num hjá Føroya Tele – tí at hann hevur góð viðurskifti við løg­mann. Vit vóna ikki, at so er. Vón­andi kann løgmaður sannføra Føroya fólk um, at tey ikki skulu ivast í, hvar loy­al­itetur hansara er. Besti búnýtishandil í danska kongaríkinum Fyri seks árum síðan bleiv Koppur & Kanna ein partur av handlinum hjá Idé Møblum í Tórshavn, og hevur handilin øll hesi árini verið ein ímynd av góðsku og góðari tænastu. 6 ferðir á rað hevur Idé Møblar vunnið heiðurin sum Ársins Handil, valdur av viðskiftafólkunum, og 2 ferðir á rað hevur Koppur & Kanna vunnið Kop & Kande Leauge, sum er ein innanhýsis kapping ímillum allar 100 Kop & Kande handlarnar í Danmark, Grønnlandi, Íslandi og Føroyum. At náa slík mál er ikki ein løtt uppgáva, men tað er hegni og ágrýtni, sum kann fáa slíkt at eydnast. Nú hevur Koppur & Kanna hjá Idé Møblum vunnið enn ein heiður, tá handilin gjørdist ársins býtishandil í danska kongaríkinum. Ímillum allar Kop & Kande handlarnar, var tað handilin í Tórshavn, sum hevði tað, sum skuldi til, fyri at vinna hendan heiður. Elsebeth og Birgir Andreasen, sum eiga og reka handilin, siga, at kravið til hendan heiður er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað verður allatíðina stremba eftir at gera tingini betur, og hetta kann bert gerast saman við teimum fantastisku starvsfólkunum, sum so ótroyttandi bjóða eina tænastu, sum er í hásæti, og so sjálvandi tey sera týdningarmiklu viðskiftafólkini, sum so trúføst vitja handilin. Gleðin er sjálvandi stór at vinna slíkan heiður, tí hetta vísir eisini, at vit í Føroyum eru sera dugnalig til handilsskap og skapa gott umdømi fyri Føroyar í Danmark og aðrastaðni. Vit eru sera takksom fyri heiðurin og vilja takka øllum okkara starvsfólkum fyri teirra megnar ískoyti, og takka øllum viðskiftafólkum, sum so trúføst vitja handilin. Koppur & Kanna fingið stóran heiður Fríggjadagin tveittu Jan Ziskasen, stjóri, og Óm­ar Svavarson, nevndarformaður í Føroya Tele, handklæði í ringin og søgdu seg frá Nú kom Fólka­ flokk­ur­in við ogn­ ar­skattinum