Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 2 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM HONDBÓLTUR 2020/21 Endiliga sleppa vit til hondbólt aftur Tað hevur verið eitt drúgt hálvt ár, men nú kunnu vit endiliga aftur gleða okkum til hondbólt í føroysku høllunum. Landskappingarnar endaðu brátt í vár. Sein­asti dystur var fyri hálvum ári síðani 11. mars. Meðan VÍF og Neistin spældu í fyrstu deild kom skriv um at allur hond­ bóltur mátti steðga. Fyrst bert í tvær vikur, men tær gjørdust til fleiri, og 18. apríl komu endaligu boðini frá Hond­bóltssambandinum: Kappingarárið var av, og í søgubókunum fer nú altíð at standa ”Eingin Føroya­ meistari” við árið, 2020. Var tað ørkymlandi hjá okkum, sum fylgja við, at brádliga hava eitt ár uttan FM-kapping, kunnu vit bara ímynda okkum hvussu dátt hetta er komið við hjá leikarum. Eftir at hava stríðst ein heilan vetur á vøllinum og í venjingarhølinum, slapp eingin at prógva hvør var bestur. Nú sleppa tey tíbetur at royna aftur Langi steðgurin hevur ført við sær, at tað tykist truplari enn vanligt at meta um styrkirnar áðr­enn kappingarbyrjan. Vit vita at fleiri av allar­størstu leikarunum í fjør, verða ikki at síggja her á landi næsti árið. Tað er eisini afturvendandi í prátinum, sum vit hava havt við tey 14 liðini í hesum blaðnum. At tað er trupult at meta um styrkina hjá hvørjum øðrum. Liðini styrkja seg bæði innanhýsis við spenn­andi ungum leikarum, eins og bæði venjarar og leikarar úr londum sum Kroatia, Serbia og Norð­urmakedónia eru fluttir til Føroya at spæla hondbólt, og fyrstu vikurnar verður áhugavert at síggja hvør hevur funnið bestu loysnirnar. Fleiri og fleiri føroyingar royna seg sum yrkis­leikarar uttanlands, og í skrivandi løtu hava 13 føroyskir leikarar staðfest seg á ovastu rók í Íslandi, Svøríki, Norra og Danmark. - Tað er avgerandi fyri menningina av føroysku landsliðunum, siga føroyskir landsliðs­venjarar í hesum blað. Bæði ungdóms- og vaksnamannalandsliðini skulu út í heim at royna eftir HM- og EM-enda­spølum Og heima kunnu vit aftur frøast um at aftur síggja stóru stjørnurnar og størstu talentini her á landi bjóða hvørjum øðrum av eftir langa steðg­in. Nú er málið greitt aftur: At stríðast um Før­oya­meistaraheitið, sum vónandi fer at standa í søgubókunum við árið, 2021. ÁBYRGD: Eirikur Lindenskov SAMSKIPARI: Terji Nielsen HØVUNDAR: Sjúrður Hildarson Hoydal og Pætur Albinus MYNDIR: Álvur Haraldsen LÝSINGAR: Heini Poulsen Hellisdal GRAFIKARI: Heidi í Dali Jacobsen Nr Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig 1 Kyndil 16 427 332 95 24 2 Neistin 17 422 354 68 24 3 H71 16 433 365 68 22 4 VÍF 16 431 379 52 22 5 Stjørnan 16 383 439 -56 9 6 StÍF 16 357 461 -104 7 7 VB 15 321 444 -123 4 Nr Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig 1 H71 16 463 375 88 26 2 VÍF 17 469 438 31 21 3 Neistin 16 434 392 42 19 4 KÍF 16 418 400 18 17 5 StÍF 15 417 426 -9 17 6 Kyndil 15 386 404 -18 10 7 Team Klaksvík 15 315 467 -152 0 Topp-4 er aftur avgerandi Í báðum landskappingunum verður spælt eftir sama leisti sum seinastu tvey árini: Liðini spæla 18 dystir í part - ella tríggjar dystir ímóti hvørjum øðrum - í grundspælinum. Tey fýra liðini, ið enda ovast í grundspælinum skulu spæla hálvfinalur. Nummar 1 hittir nummar 4, meðan nummar 2 hittir nummar 3. Fyri at vinna sær finalupláss, skulu tveir dystir vinnast í hálvfinalunum. FM-finalurnar eru upp í fimm dystir. Fyrst upp í tríggjar finalusigrar er Føroyameistari. MENN KVINNUR Stigatalvurnar í landskappingini, tá ið kappingarárið brátt endaði 11. mars: