Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 4 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM MENN HONDBÓLTUR 2020/21 H71 Jackob Nitholi Thomsen Ári Dam Jákup Johansen Pætur Thomsen Bergur Ákason Bogi Gaard Davidsen Baldur Gillason Hans Kári Hansen Sigmundur Dahl Sakir Tróndarson Frýdal Sveinur Olafsson Rói Ellefsen á Skipagøtu Hallur Biskopstø Peter Krogh Bogi Hansen Høgni Fríðuson Gaard Niklas Højgaard Hanusarson Frágongd: Hørður Trygvason Leivur Mortensen Janus Dam Djurhuus Hilmar Leon Jacobsen Pauli Mittún Rúni Vest Højgaard Elias Ellefsen á Skipagøtu Vilhelm Poulsen Pætur Mikkjalson Tilgongd: Rói E. á Skipagøtu Hallur Biskopstø Bogi G. Davidsen Jackob Nitholl Thomsen Hoyvíkingar skifta eitt heilt lið út Farna kappingarár skoraði H71 463 mál í landskappingini. Í ár siga hoyvíkingar farvæl við tíggju leikarar, ið stóðu fyri 306 av málunum H71 hevur verið einaráðandi í landskappingini seinastu árini, og lá eisini greitt á odda í grund­ spælinum tá ið farna kappingarár endaði í úrtíð. Tí sluppu hoyvíkingar ikki at royna eftir fjórða Føroyameistaraheitinum á rað. Farvæl við meginpartin av málunum Í ár siga sigur H71 farvæl við nakrar av allar­ størstu profilunum seinastu árini. Teir tíggju, ið, felagið sigur farvæl við, skutu til samans 306 mál í Okkaradeildini í fjør. Teir eru Rúni Vest Højgaard (18 mál), Hilmar Leon Jakobsen (35 mál), Leivur Mortensen (51 mál), Vilhelm Poulsen (61 mál) Pætur Mikkjalsson (40 mál), Pauli Mittún (44 mál), Elias Ellefsen á Skipagøtu (47 mál), Sakaris Aniano Sakarisson (6 mál) og Janus Dam Djurhuus (4 mál). Harumframt er eisini málverjin, Hørður Trygvason, givin. Tilgongdin er fyrst og fremst innanhýsis, við bæði blaðungum leikarum, sum millum annað telja European Open-vinnararnar, Róa E. á Skipagøtu, Svein Olafsson og Sakir T. Frýdal, og eisini royndar FM-vinnarar, sum Boga G. Davidsen og Hall Biskopstø. Stutt fyri kappingarbyrjan kom eisini nýggjur málverji úr Danmark. Peter gleðir seg at spæla meira álop Og onkur stórur profilur er eftir enn. Peter Krogh var undanfarna kappingarár toppskjútti á liðnum við 74 málum í einum kappingarárið, har hann spældi væl meira í verjuni enn í álopinum. Peter Krogh er greiður um, at í ár verður helst ikki sama hvíldin í álopspartinum. Men tað gleðir hann seg eisini til. - Eg skal helst spæla meira álop enn eg havi gjørt seinastu árini. Eg merki væl, at eg aftur skal venja meg við at skjóta oftari, sigur Peter Krogh, ið var kosin ársins leikari í Føroyum í 2016 og 2017. Han gleðir seg til endiliga at spæla kappingarhondbólt aftur, og ásannar eisini, at tað verður avbjóðandi við nógvu útskiftingunum. - Vit skulu síggja hvussu vit eru fyri við kappingarbyrjan. Vit hava eitt sera ungt lið, og vit eru ikki so breiðir sum vit hava verið. H71-keturnar eru burtur - Seinastu árini hava vit kunna skift ímillum fleiri ketur í álopinum, tí vit hava havt so nógvar bakkar, men tað ber ikki eins væl til í ár, greiðir Peter, ið sjálvur er eyðkendur við at kunna skifta hond og skjóta av báðum bakkum. Peter Krogh er ein av teimum royndastu á liðnum, og hann veit, at ábyrgdin fylgir við. - Tað verður upp til okkum royndu at halda skil á í álopinum, og duga at spæla við toli. - Vit mugu ikki royna eftir hálvum møgu­ leikum, tí so liggur bólturin í hinum endanum alt fyri eitt, sigur stórskjúttin og verjukempan. Nýggjur venjari og góðar vónir Eisini skulu hoyvíkingar skipa seg undir nýggja venj­aranum, Simon Olsen, ið er komin úr Danmark. - Hann og familjan eru komin sera væl inn í felagið, og venjingarnar hava verið sera góðar, sigur Peter Krogh, ið eisini hevur góðar vónir fyri kappingarári fyri framman: - Verjan verður altavgerandi. Tú skal fáa ilt, tá ið tú skorar ímóti okkum, og vit skulu fáa eina rúgvu av skjótálopum, eins og vit hava gjørt seinastu árini, sigur Peter Krogh, ið hevur havt ein lyklaleiklut í trimum Føroyameistaraheitum og trimum steypasigrum, síðani hann kom til H71 fyri fimm árum síðani. - Vit seta okkum fyrst og fremst fyri at enda ímillum fýra tey fremstu, og á jólum vita vit betri hvussu líkindini eru fyri at fara longri. - Men vit ætla okkum hundrað prosent at vinna alt. Sjálvandi verður tað trupult, tá ið vit ikki hava somu breiddina, men tað snýr seg um at vera hvassir, og betra okkum fyri hvønn dyst, ger Peter Krogh greitt. H71 menn Føroyameistaraheiti: 5 (2009, 2012, 2017, 2018, 2019) Steypasigrar: 4 (1998, 2016, 2017, 2020 Toppskjúttar kappingarárið 2019/2020 Peter Krogh, 74 mál Vilhelm Poulsen, 61 mál Leivur Mortensen, 51 mál