hósdagur 10. september 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
6
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
MENN
HONDBÓLTUR 2020/21
Neistin
Rókur Joensen
Bence Gödör
Bjartur Hansen
Finnur Hansson
Bjartur Hansen
Gilli Holm
Hanus Árason
Jóhannes Bjørgvin
Jonn Rói Torfinnson
Julian Kragesteen
Pauli Høj
Rasmus Søby
Teitur Magnusson
Jóhannes Kragesteen
Jónas Rasmussen
Karl Martin Olsen
Torkil Hentze
Tróndur Kragesteen
Rókur Árason
Pál Niclasen
Hørður Lognberg
Jónsvein Dulavík
Marius B. Johansen
Jón á Argjaboða
Frágongd:
Nicholas Satchwell
Tróndur Mikkelsen
Dánjal Ragnarsson
Rune Olsen
Tilgongd:
Bence Gödör,
Torkil Hentze
Johannes Kragesteen
Neistin skal fylla
stórar skógvar
Neistamenn siga farvæl við sínar drúgvastu málskjúttarnar
og ein hin besta málverjan í Føroyum
Undanfarna kappingarár rakk til tepran ósigur
í hálvfinaluni í Faxe Kondi-kappingini, og eitt
stríð um næstfremsta plássið í grundspælinum
í Burn-deildini.
Neistamenn kendu seg óivað væl fyri, í
stríðnum um hálvfinaluplássið í landskappingini,
har menn sum Nicholas Satchwell, Tróndur
Mikkelsen og Dánjal Ragnarsson tóktust at vera
í stórformi.
Í ár má Neistin siga farvæl við allar tríggjar,
umframt sterka strikuleikaran, Rune Olsen.
Rasmus heldur fram – Tróndur
verður aftur á jólum
Neistamenn kunnu tó frøast um, at Tróndur
Kragesteen eftir øllum á døma verður at síggja
á vøllinum aftur í ár, eftir at hann fekk ein ringan
skaða í fyrsta dystinum í fjør.
Men tað verður kortini ikki fyrr enn í desemb
ermánað, tí spælskiparin er í Norra í arbeiðs
ørindum fyrstu mánaðarnar av komandi kapping.
Harafturat fær Neistin eisini skotmegi frá
Torkili Hentze, ið er komin heim aftur.
Profilar finnast eisini enn í Neistanum, og
Rasmus Søby, ið var kosin ársins leikari í Føroy
um í bæði 2018 og 2019 er til reiðar til enn eitt
kappingarár. Hann gleðir seg til kappingarárið,
ið verður undir nýggjum venjara.
Íslendskur venjari
Neistin setti í summar íslendska venjaran,
Stefan Arnar Gunnarsson í starv, og Rasmus
Søby letur væl at:
- Eg haldi tað hevur gingið sera væl higartil.
Hann hevur júst tað sum hópurin hevur tørv á,
sigur lámi bakkurin, og leggir dent á stóra agan,
ið eisini var ein lykil undir Jeppe Borch, sum førdi
Rasmus og liðfelagarnar til steypasigur og tvey
tepur FM-silvur.
Hægri botnstøði
- Um eg ikki telji skeivt, so hava vit mist fýra
leikarar úr byrjanaruppstillingini. So vit skulu
seta eina rúgvu av nýggjum leiklutum, og tað
verður ein avbjóðing.
- Men vit hava kortini ein breiðan hóp í ár. Tað
kann vera at okkara toppstøði ikki er so høgt
sum tað hevur verið, men botnstøðið er batnað,
greiðir Rasmus Søby frá.
Ungverskur málverji skal
fylla stórar skógvar
Neistin segði í summar eisini farvæl við ein
allarbestu leikarunum í landinum seinastu árini,
tá ið landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell,
skrivaði sáttmála í Íslandi.
Men felagið hevur leitað sær spennandi
leiðir, og funnið 20 ára gamla Bence Gödör, sum
hevur verið á ungversku ungdómslandsliðnum í
nógv ár.
- Skógvarnir hjá Nicholasi vóru helst teir
størstu at fylla aftur, og at finna ein málverja,
ið er eins góður er trupult tekur Rasmus Søby til
og heldur fram:
- Bence er enn ungur, og hann hevur enn
nakað eftir upp á støðið sum Nicholas hevði
seinasta kappingarár. Men Bence er ein sera
spennandi málverji, og hann hevur staðið seg
sera væl higartil, sigur Rasmus Søby.
Góðar vónir hóast nógva útskifting
- Persónliga er málið fyrst og fremst at vit skulu
koma í hálvfinalurnar í bæði steypakappingini
og landskappingini. Og so mugu vit síggja tann
dagin, um vit eru nóg góðir at røkka longri, sigur
sterki bakkurin, og greiðir frá hvat hann vónar
fer at eydnast í ár:
- Eg vóni at vit fara at spæla meira flótandi
álopspæl. Vit hava kanska dúva nógv upp á
einstaklingaavrik í álopinum, og eg vóni at vit
fara at dúva meira upp á samanspælið – og
spæla penari álop, sigur bakkurin, ið eisini leggur
dent á, at hann vil halda fast við góðu dygdirnar
í verjuni og málverjuspælinum.
Og Rasmus Søby hevur eisini góðar vónir.
Spurdur um hvat úrslitið verður, hugsar hann
eina løtu og svarar so: - Vit vinna gull í antin
steypakappingini ella landskappingini.
Neistin - Menn
Føroyameistaraheitið: 8 (1949, 1953,
1955, 1978, 2000, 2008, 2010, 2011)
Steypasigrar: 7 (1992, 1994, 2009,
2010, 2011, 2012, 2019)
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Dánjal Ragnarsson, 111 mál
Tróndur Mikkelsen, 78 mál
Rasmus Søby, 77 mál