hósdagur 10. september 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
8
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
MENN
HONDBÓLTUR 2020/21
VÍF
Mladen Mjerimacka
Sasha Lacok
Andeas Eriksen
Hallur Árason
Sjúrður Olsen
Heini á Heygum
Filip Jojic
Magnus Múller
Jóhan í Gardastovu
Jákup Andreas Joensen
Nils Jákup Egholm
Janus Jacobsen
Julian Olsen
Bjarti Hansen
Hanus Christophersen
Frágongd:
Bjørgvin Lenvig
VÍF styrkir seg við
teimum lokalu
Við nýggjum venjara og sterkum lokalum kreftum,
skal VÍF spæla við um ovastu plássini í ár
Klokkan er 21.20 í høllini í Vestmanna, 11. mars
2020: VÍF hevur verið aftanfyri við seks málum
í hálvleikinum, men við 30 sekundum eftir av
dystinum, eydnast tað Sjúrði Olsen at fanga
bóltin, ið umvegis Filip Jojic endar hjá Juliani
Olsen, ið javnar til úrslitið 29-29.
Javnleikurin merkir, at VÍF hevur tryggjað sær
pláss í hálvfinalunum. Tað sá svart út fyri bert
tíggju døgum síðani, men við sigri á H71 og nú
javnleiki ímóti Neistanum, hevur tað eydnast.
Men gleðin er stokkut. Klokkan 22.00 boðar
hondbóltssambandið frá, at allur hondbóltur
skal steðgast í tvær vikur.
Tær tvær vikurnar vera til fleiri, og hond
bólturin byrjar ongantíð aftur hetta kapping
arárið. Og so sleppa vestmenningar ikki at vita
hvussu langt teir høvdu borið á FM-kós.
Afturkomnir profilar
Tað skulu vestmenningar kanna aftur í ár. Liðið
er meinlíkt tí, ið spældi í vár, tó við nýggjum
venjara.
- Hópurin er nakað tann sami sum í fjør,
men vit hava nýggjan venjara, og nakrir av leik
arunum, sum bara spældi stutt við í fjør, eru
við frá byrjan nú, sigur 23 ára gamli Sjúrður
Olsen, ið hevur borið stóra ábyrgd á VÍF-liðnum
seinastu árini. Fyrst sum ein hin besti vinstri
vongurin í Føroyum, og seinastu tvey árini mest
sum spælskipari. Hetta meðan bróðurin og
spælskiparin, Julian, hevur verið burturstaddur.
Julian var at síggja á VÍF-liðnum aftur í vár,
saman við Hanusi Christophersen, ið eisini hevur
verið í útlegd. Teir eru við frá byrjan hesaferð.
Eisini Bjarti Hansen, ið stríddist við skaða so at
siga alt kappingarárið í fjør er við aftur.
Teir tríggir hava bæði royndir av landsliðnum
og hava fyrr fingið gullmerki til Vestmannar,
og mugu metast at vera stórur styrkur. Bæði
til byrjunaruppstillingina og til breiddina.
Spurningurin er hvussu tað fer at roynast ímóti
kappingarneytunum.
- Eg eri sera spentur at síggja hvussu hini
liðini eru fyri, nú fleiri feløg hava styrkt seg við
útlendingum, sigur Sjúrður Olsen, ið eisini letur
væl at fyrirekingunum við nýggja venjaranum.
VÍF hevur vant væl og miðvíst í summar - tó við
einum lítlum steðgi, tá ið korona aftur gjørdi um
seg, greiðir Sjúrður frá.
Nýggjur venjari og nýggjar skipanir
- Tann steðgurin gjørdist tíbetur ikki so drúgvur,
sigur vestmenningurin, ið saman við liðnum
venur seg við skipanirnar hjá nýggja venjaranum,
John Larsen.
- Tá nýggjur venjari kemur til, verður sjálvandi
arbeitt við fleiri nýggjum tingum, samstundis
sum fleiri leikarar skulu venja seg við nýggjar
leiklutir. Og vit skulu arbeiđa hart sum lið fyri,
at hvør einstakur spælari blívur tryggari í sínum
leikluti, sigur yngri Olsen-bróðurin, ið skoraði 79
mál í Okkaradeildini farna kappingarár- næstur á
toppskjúttalistanum eftir Filip Jojic.
Skulu knógva hoyvíkingum aftur
Liðið hevur sett sær sum mál at fyrst og fremst
røkka ímillum tey fýra fremstu og spæla FM-
hálvfinalur aftur. Og so er vónin at koppa H71.
- Seinastu árini hava vit serliga havt trupul
leikar við at knógva hoyvíkingum, sum allarhelst
eisini eru favorittar í ár. Vónandi kunnu vit arga
teir eitt sindur hetta kappingarárið, sigur Sjúrður
Olsen, ið vann FM við VÍF í 2015 og 2016. Í
báðum førum við stórsigrum ímóti H71 í final
unum.
Úrslitini má tíðin vísa, men Sjúrður Olsen ger
eitt greitt:
- Nú tá steðgurin er av, kunnu áskoðararnir
vænta eitt VÍF-lið við stórari spæligleði.
VÍF menn:
Føroyameistaraheiti: 24 (1948, 1950,
1951, 1952, 1954, 1957, 1961, 1968,
1975, 1980, 1982, 1983, 1985, 1986,
1987, 1993, 1995, 1997, 1998, 2001,
2002, 2005, 2015, 2016)
Steypasigrar: 7 1985, 1988, 1989,
1993, 1997, 1999, 2015
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Filip Jojic, 154 mál
Sjúrður Olsen, 79 mál
Jóhann í Garðastovu 49 mál