hósdagur 10. september 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
10
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
MENN
HONDBÓLTUR 2020/21
Kyndil
Jan Pauli Toft Johannesen
Andri Kristiansson Hansen
Bjørgvin Lemvig
Sámal Pauli B. Petersen
Jákup Jørgensen
William G. S. Nolsøe
Jóni Guttesen Viderø
Anders Risdal
Ovi Lützen
Dánial W. Johannesen
Borgar Sveinsson
Rani Ellingsgaard
Mads Lindkvist
Ragnar Wardum
Jóan Pauli Patursson
Kristoffur Bjørgvin
Rógvi Johansen
Rókur Geirsson Eystberg
Tróndur Wardum
Tummas J. Sørensen
Tilgongd:
Andri Kristiansson Hansen
Mads Lindkvist
Tummas J. Sørensen
Bjørgvin Lenvig
Frágongd:
Hjalti M. Jacobsen
Bartal Klein Olsen
Rógvi Dal Christiansen
Tummas Pauli Hanusarson
Ungir kyndilsmenn
vilja stríðast
Bulurin á kyndilsliðnum er minkaður burtur í lítið og einki, men
ungur stríðsvilji skal bera sigursvanda felagið fram á kós
Kyndil hevði eitt misjavnt kappingarár seinast.
Í landskappingini gekk einki serligt. Venjarin
var koyrdur eftir bert tríggjar dystir, og vónirnar
fyri at enda í topp-4 í landskappingini hvurvu
skjótt, meðan Kyndil lá púra einsamalt á
næstniðasta plássi alt árið.
Í steypakappingini var søgan ein heilt onnur.
Bartal Klein Olsen fekk komið heim at spæla
steypakappingina, og har eydnaðist tað at spæla
seg heilt í finaluna. Har máttu kyndilsmenn
kortini síggja H71 lyfta steypið at enda.
Í ár fækkast profilarnir hjá Kyndli aftur. Eftir
at hava spælt ein ovurstóran leiklut seinastu
árini, takka bæði Tummas Pauli Hanusarson og
Hjalti Mohr Jacobsen fyri seg. Og var tað ikki nóg
mikið, sigur Kyndil eisini farvæl við bæði ein af
Føroya sterkastu strikuleikarum og málverjum,
nú Rógvi Dal Christiansen og Tórður Guttesen
eru farnir at royna seg í øðrum londum. Nakað
av tilgongd hevur verið, har millum annað bæði
Andri K. Hansen og Mads Lindkvist eru komnir
úr StÍF.
Korona hevur argað
- Venjingin eftir ólavsøku hevur verið trupul, tí
vit vóru í sóttarhaldi, eftir at nøkur í felagnum
vórðu smittað. So vit mistu tvær vikur har, og
síðani hevur venjarin lagt størsta dentin á krops-
og orkuvenjing, sigur Anders Risdal.
Lámi bakkurin, Anders Risdal, ger seg til
reiðar til annað kappingarárið í Kyndli, eftir at
hann kom higar úr donskum hondbólti í fjør. Nú
fær hann longu triðja venjaran í Kyndli.
Nærlagdur og nýskapandi venjari
Nýggi venjarin er kroatiski Dragan Brljevic, sum
venur bæði kvinnu- og mansliðið hjá Kyndli.
Hann hevur verið millum fremstu venjarar í Svø
ríki í nógv ár, og Anders Risdal letur sera væl at.
- Eg haldi nógv um hann. Hann kemur við
nógvum nýggjum venjingum, sum vit fáa brúkt í
dystarstøðu eisini, sigur royndi danski bakkurin,
og greiðir frá at tað eru smálutir, ið eyðkenna
venjaran. Millum annað hvussu tú skalt flyta
føturnar í ávísum verjustøðu,.
- Sovorið einfalt, sum tú ikki hugsar um
sjálvur, men sum hann vísir okkum, greiðir
Anders Risdal frá.
Teir ungu sleppa at
vísa sínar dygdir
Kyndilstoppskjúttin frá í fjør er greiður um, at
Kyndil hevur nakað ungan hóp í ár. Men kortini
valdar bjartskygni.
- Tað merkir at ein rúgva av ungum dugna
ligum leikarum fáa møguleikan í ár. Tað eru ikki
bara púra nýggir leikarar, ið skulu inn á liðið.
Teir hava vant við leingi, og nú kunnu hesir, sum
kanska ikki hava spælt so nógv áður, sleppa at
vísa at teir eru sera dugnaligir í hondbólti.
- Tað hava teir eisini víst í venjing – Nú fara
teir at vísa tað í dysti, sigur Anders og heldur
fram:
- Og nú skulu hesir ungu venja seg við at taka
avgerandi støður í dystinum.
Ábyrgd fylgir royndunum
Og danski bakkurin vil eisini gera sítt til at leggja
teimum ungu lag á við sínum royndum.
- Nú eri eg 33 ár og havi drúgvar royndar
úr donsku fyrstu deild, og eg vil fegin bera tað
ábyrgdina. Eg haldi eisini at teir ungu tíma væl
at lurta, og at Dragan dugir sera væl at býta
ábyrgdina út á leikararnar, sigur kyndilstopp
skjúttin farna kappingarár.
Tempo og stríðshugur eru lyklarnir
- Vit vita lítið um okkara støði í mun til hini, tí
vit hava ongan venjingardyst spælt. So vit mugu
síggja hvussu støðan er eftir nakrar dystir, sigur
Anders Risdal, ið greiðir frá, at leikferðin verður
týdningarmesta vápnið hjá Kyndli í ár.
- Vit hava ikki so nógvar skjúttar, so vit
mugu seta ferð á, og fáa teir stóru menninar
í miðverjuni at flyta seg, sigur bakkurin, sum í
ár ætlar sær enn fleiri enn tey 83 málini í fjør.
- Vit vilja vísa fólki hondbólt við góðum
tempo, og eitt lið sum ikki gevur seg. Dragan
leggur eisini stóran dent á, at vit skulu vísa
stríðsvilja og tveita okkum eftir hvørjum bólti.
Tann hugburðurin er komin við í venjingarnar, ger
Anders Risdal greitt.
Kyndil menn
Føroyameistaraheiti: 30 (1958, 1959,
1960, 1962, 1963, 1964, 1965, 1966,
1967, 1969, 1970, 1971, 1972, 1973,
1974, 1976, 1977, 1979, 1981, 1984,
1988, 1989, 1990, 1991, 1992, 1994,
1996, 2004, 2006, 2007)
Steypasigrar: 11 (1986, 1987, 1990,
1991, 1995, 1996, 2000, 2003, 2008,
2014, 2018)
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Anders Risdal, 83 mál
Hjalti Mohr Jacobsen, 82 mál
Tummas Pauli Hanusarson, 51 mál