hósdagur 10. september 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
12
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
MENN
HONDBÓLTUR 2020/21
KÍF
Joakim Jürs
Ragnar Gaard
Rúni Joensen
Jón Súni Kjærbæk
Poul Finnur Egholm
Egin Hallgrímsson
Hans Eli Sigurbjørnsson
Rani Højgaard
Ási Dam
Nicklas Selvig
Andrias Nielsen
Hjalti Hammer Matras
Teitur Joensen
Bárður Dam
Tony Weyhe
Atli Lamhauge Hammer
Hörður Fannar Sigþórsson
Verjuskansin er
aftur í Kollafirði
Síðsta kappingarár lá KÍF í hølunum á oddaliðunum. Í ár er hópurin eitt vet breidri,
og tað skal gagnnýtast. - Vit vilja gjarna vera við har tað er stuttligt at spæla, og
vónandi spæla eina finalu ella tvær, sigur heimvendi verjuskansin, Tony H. Weyhe.
KÍF var í ferð við eitt rímiligt kappingarár, tá
ið korona-smittan breyt kappingina av í mars.
Kollfirðingar vóru í hølunum á oddaliðunum, og
megnaðu eisini at koppa teimum nú og tá, men
nógvir skaðar í einum frammanundan heldur
tunnum hópi skapti sínar avbjóðingar.
Serliga var tað stabiliteturin, ið haltaði, og
hvat er tá betur enn at fáa sín verjuskansa inn
aftur á liðið. Tony H. Weyhe er nevniliga tilreiðar
at fara í aftur reyðu KÍF-troyggjuna og veita
liðnum betri breidd og stabilitet.
- Hondbóltshugurin er í hvussu er til staðar
og bara vaksin meðan man hevur verið burtur,
sigur heimkomni Tony H. Weyhe.
Heimaftur
Tony H. Weyhe hevur í nógv ár verið ein av
stinnastu verjuleikarunum í føroysku kappingini,
men síðstu tvey árini hevur hann verið í Danmark
í lestrarørindum. Hesi bæði árini hevur hann rað
fest lesnaðin og familjuna, og hevur tískil ikki
spælt hondbólt.
- Eg havi tó hildið kroppin á einum nøkur
lunda støði við tí fyri eyga at spæla hondbólt
tá eg flutti heimaftur. Ætlanin er at vera 100%
við aftur, sigur Tony, sum tó í longri tíð hevur
stríðst við ein fótskaða, ið hann ætlar sær at
skurðviðgerast fyri.
Hetta er framhaldssøgan um KÍF og skaðar,
og tveir aðrir leikarar, Ási Dam og Nicklas Selvig,
eru skurðviðgjørdir í hondini og missa helst
fyrsta partin av kappingini.
KÍF-hópurin er tó heldur breidri í ár og helst
betur bjálvaður til skaðar, og KÍF kann ikki
útilokast at spæla við frammi ímóti oddinum,
har teir eisini vóru í fjør - og serliga kunnu vera
tað í ár, nú kappingin tykist meiri opin.
Verjan
Tað hevur verið ein drúgvur steðgur í hondbólts
venjingunum frá mars og fram til í summar, og
tað hava teir í KÍF tikið hædd fyri.
- Eftir ein so drúgvan steðg, so hevur tað
verið neyðugt at byrja varligari fyri at fyrireika
kroppin upp á hondbólt aftur. Hóast tað, so hava
vit havt fleiri skaðar, og av somu orsøk hevði
tað ikki undrað meg, um tað tekur tíð til liðið
ordiliga kemur í gongd og er samanspælt, sigur
Tony H. Weyhe.
Tony H. Weyhe er strikuspælari, og á tí
plássinum er KÍF kanska serliga væl mannað við
Hørði F. Sigtórssyni og Atla Lamhauge.
- Eg vænti at størsti leikluturin hjá mær kem
ur at vera í verjupartinum, har man nokk hevur
havt sína styrki ígjøgnum tíðina. Vónandi kann
man gera ein mun har, sigur Tony.
- Vónin er, at vit fáa eina góða verju upp at
koyra saman við málmanninum, so vit kunnu
fáa nógv av teimum løttu kontramálunum, sigur
Tony og skoytir upp í, at álopsparturin helst aft
ur í ár fer at dúva nógv upp á dygdirnar og málini
hjá Hans Eli Sigurbjørnssyni og Nicklasi Selvig.
Jøvn kapping
Tony H. Weyhe heldur, at teir á KÍF-liðnum í ár
hava fjølbroyttar dygdir.
- Vit hava nógvar typur av spælarum, sigur
hann.
- Nakrir eru kvikir, og so hava vit nakrar, ið
eru tungir og sterkir. Vit hava ikki yngsta hópin í
landinum, men heldur ein rættiliga royndan hóp,
har tað eru menn, ið hava nógvar dystir í bestu
hondbóltsdeildini, vísir Tony á.
Hann sigur seg vænta eina javna kapping í ár.
- Men eg havi VÍF sum favoritt. Teir hava
ikki havt nakra frágongd, men eru styrktir, sigur
Tony.
- Eg haldi eisini at H71 og Neistin eru góð
boð uppá at kappast í toppinum. Síðani er Team
Klaksvík eitt sindur av einum svørtum hesti. Teir
kunnu við sínari útlendsku styrki yvirraska í ár,
heldur Tony, sum at enda avdúkar málsetningin
hjá KÍF.
- Vit vilja gjarna vera við har tað er stuttligt
at spæla, og vónandi spæla eina finalu ella tvær,
sigur Tony H. Weyhe.
KÍF menn
Føroyameistaraheiti: 2 (2013, 2014)
Steypasigrar: 1 (2013)
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Nicklas Selvig, 109 mál
Rúni Joensen, 64 mál
Hans Eli Sigurbjørnsson, 63 mál