Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 14 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM MENN HONDBÓLTUR 2020/21 StÍF Eyðfinn Poulsen Pól Andreassen Eli Gærdum Markus E. Jacobsen Jóannes A. Prestá Bjarni í Selvindi Búi D. Poulsen Dávid Danielsen Eyðbjørn. L. L. Arge Ivan Mrdalo Jóhannes Olsen Martin Danielsen Pætur Johansen Pætur Ó. Barclay Tummas Simonsen StÍF við nýggjum íblástri Við nýggja norðurmakedónska venjaranum Borce Markovski á odda fáa StÍF-menninir nýggjan og øðrvísi íblástur í ár. Hópurin er nakað smalur, men ætlanin er at gera seg galdandi ímillum fýra tey fremstu. Nýggjur venjari Tað verður eitt StÍF-lið við nýggjum íblástri, sum ein kanna vænta at síggja hetta kappingarárið. Mansliðið hevur nevniliga fingið ein nýggjan venjara, sum kemur aðrastaðni frá, enn vit vanliga síggja - nevniliga úr Norðurmakedónia. Nýggi venjarin eitur Borce Markovski. Hann er 50 ára gamal, hevur Master Coach License frá EHF og útbúgving innan ítrótt og heilsu. Hann hevur áður staðið á odda fyri U19-landsliðnum hjá Norðurmakedónia, men nú verður tað so í Føroyum, at hann skal royna at gera mun. Teir í StÍF-hópinum eru væl nøgdir og spentir upp á nýggja venjaran. - Hann kemur við nøkrum, sum vit ikki hava sæð áður. Borce er nærlagdur, er væl fyrireikaður og hann krevur nógv av sínum leikarum, sigur ein av royndu StÍF-leikarunum, málverjin Eli Gærdum. Borce skal eisini virka sum høvuðsung­dóms­ venj­ari hjá dreingjunum í felagnum, og tað er ætlanin, at hansara leiklutur skal síggjast aftur í StÍF. - Borce kemur frá eini øðrvísi hondbólts­ mentan enn vit eru von við, og hann er klárur at seta sín dám á framtíðina hjá StÍF, segði StÍF í sambandi við at Borce Markovski varð kunn­ gjørdur sum nýggjur venjari. Nógvir málverjar Eli Gærdum er royndur málverji. Hann byrjaði á besta liðnum hjá StÍF í 2009, og burtursæð frá kapp­ingarárinum 2013/2014, tá ið hann var í Team Klaksvík, og tíðarskeið frá 2017 til 2019, tá ið hann var í Danmark, so hevur Eli verið fast­ ur partur av StÍF. Í ár eru fýra málverjar í manshópinum. Eyð­ finn Poulsen og Pól Andreassen eru komnir afturat, og eisini tann ungi Markus E. Jacobsen. - So tað verður kapping um plássið, staðfestir Eli Gærdum. Av frágongd í StÍF-hópinum annars kunnu nevnast Mads Lindkvist, Andri K. Hansen, Sverri Jensen og Steinar Prestá. Garvaði stórskjúttin, Sveinur Justinussen, er heldur ikki við fyribils. Hann er ikki byrjaður at venja enn, og tað er ógreitt, um hann verður við seinni. Topp 4 Hóast norðurmakedónskan íblástur, so verða tað neyvan kollveltandi broytingar at síggja í spæli­ stílinum hjá StÍF. - Tað kann væntast at vit fara at spæla líkn­ andi spæl sum undanfarna kappingarár, tað vil siga hondbólt við nógvum tempo, sigur Eli Gærd­um. - Men tó kryddað við íblástri frá nýggja venjaranum, leggur hann afturat. StÍF ætlar sær ikki at smæðast burtur í kapp­ ingini við hini feløgini. - Málið er at gera seg galdandi har tað er stuttligt. Í topp-4 í landskappingini, sigur Eli. Hetta kann blíva ein stór avbjóðing. - Leikarahópurin er smalur í ár, og tí kann tað gerast trupult at gera seg galdandi yvir eitt heilt kappingarár. Serliga um vit verða raktir av skaðum, sigur hann víðari. - Men eg fari so inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst, og so fáa vit at síggja hvussu langt tað ber, sigur Eli Gærdum at enda. StÍF menn Føroyameistaraheiti 5 (1943, 1944, 1945, 1999, 2003) Steypasigrar: 6 (2001, 2002, 2004, 2004, 2006, 2007) Toppskjúttar kappingarárið 2019/2020 Ivan Mrdalo, 63 mál Jóannes Prestá, 61 mál Pætur Johansen, 60 mál