hósdagur 10. september 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
16
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
MENN
HONDBÓLTUR 2020/21
Team Klaksvík
Strahinja Popovic
Mark D. Dahl
Jens Martin Pauli Mohr
Vilhelm Vilhelmsen
Jan Eli Ragnarson
Kjartan á Gravarbø
Beinir Johannesen
Dánjal Kjærbo
Sámal á Tjaldrafløtti
Velentino Valentakovic
Vuk Stevanovic
Petur Martin Eliasen
Vónin er styrkt í Klaksvík
Leingi hava teir stríðst í Klaksvík, har kappingarárini mangan
hava verið tung, og langt hevur verið ímillum sigrarnar. Eitt slíkt
kappingarár var í fjør. Tá ið kappingarárið brádliga varð avbrotið
hevði Team Klaksvík enn ikki smakkað sigursins søta smakk.
Líkindi eru tó fyri, at tað verður øðrvísi í ár.
Í øllum førum hevur leiðslan gjørt sítt fyri, at
liðið verður betur kappingarført enn undanfarin
ár, og í aðrar mátar røkist eisini fyri, at teir
skulu sleppa undan at síggja eitt runt 0-tal á
stigakontuni.
Styrktir
Longu tíðliga í summar byrjaðu røringar at koma
í hondbóltini í Klaksvíkini, tá ið Team Klaksvík
við at kunngera nøvnini á tveimum nýggjum
áhugaverdum leikarum markaði, at teir fara at
verða væl bólstraðir til eitt nýtt kappingarár.
Leikararnir, sum vórðu kunngjørdir, vóru 27
ára gamli serbiski Vuk Stevanovic og 26 ára
gamli kroatiski Valentino Valentaković. Teir
báðir eru nýliga komnir til landið, og fyrstu eyg
leiðingarnar eru, at teir eru vælvaksnir og hava
góð evnir.
- Teir styrkja heilt greitt um hópin, og eg
vænti, at tá ið hetta kappingarárið er av, so
hevur Team Klaksvík skavað fleiri stig saman.
Vónandi fleiri enn nakrantíð, sigur ein av stuð
ulsleikarunum hjá Team Klaksvík, Sámal á
Tjaldrafløtti.
Síðstu árini hevur nógv hvílt á herðunum
hjá tí láma Sámali á Tjaldrafløtti, sum nú fær
dyggan stuðul í bakketuni frá tveimum høgra
hentum leikarum, ið hava royndir úr eitt nú
bestu deildini í Serbia og Sveis.
Profilurin
Sámal á Tjaldrafløtti hevur verið við frá byrjan,
og hetta verður ikki minni enn 13. kappingarárið
hjá honum í Team Klaksvík. Fyrstu tvey árini vóru
teir í næstbestu deildini, men síðstu 10 árini
hava teir - hóast nógva mótgongd - stríðst í
bestu deildini.
- Tað hevur verið øgiliga strævið, og lands
kappingin hevur verið sera long okkurt kapp
ingarárið, tá ið tað ikki hevur gingið væl, sigur
Sámal.
- Men sjálvt um tað hevur verið sera trupult
og hart okkurt kappingarár, so hava vit hildið
fast um at hava eitt hondbóltslið í bestu mans
deildini, sjálvt um tað okkurt árið hevði verið
lættari bara at tikið liðið úr kappingini ella flutt
niður í næstbestu deildina. Men Klaksvík, sum
næststørsti býur, eigur og skal hava eitt hond
bóltslið í bestu deildini hjá monnum, heldur
Sámal á Tjaldrafløtti, sum er vanur við at hava
ábyrgd á vøllinum.
- Tað er ongin loyna, at nógv av okkara
spæli gongur ígjøgnum meg, og tískil havi eg
ein stóran leiklut á vøllinum. Men eg føli ikki,
at eg eri ein týdningarmiklari spælari enn nakar
annar á liðnum. Hondbóltur er ein liðítróttur. Eg
hugsi ikki so nógv um mítt egna spæl. Bara eg
fái hjálpt liðnum fram ímóti einum sigri, so eri
eg nøgdur, sigur hann.
Nýggj mál
Tað talar eisini fyri einum betri kappingarári, at
venjarin, Áki Mørk, nú hevur havt betri stundir
at seta síni fingramerki á liðið, sum hann loftaði
mitt í kappingarárinum í fjør.
- Áki er ein sera dugnaligur venjari og hevur
givið okkum nógv síðani hann kom til í fjør, sigur
Sámal á Tjaldrafløtti og peikar eisini á truplu
fortreytirnar í fjør.
- Spælarnir møta hugagóðir til hvørja venjing,
og man følir veruliga at vit flyta okkum rætta
vegin eftir hvørja venjing, sigur Sámal, sum
hóast dreymar um metnógv stig fegin vil taka
eitt ting í senn.
- Vit skulu verða betri enn síðsta kappingarár.
Í fjør høvdu vit einki stig fingið tá korona steðg
aði kappingini, so málið hjá okkum í ár verður
at fáa ein sigur. Vit vóna sjálvandi at tað verða
fleiri sigrar tá vit koma ímóti kappingarenda, sig
ur hann.
Í Team Klaksvík hava teir eisini sett sær eitt
annað mál, sum røkkur longri enn góð úrslit
her og nú. Tað hevur nevniliga víst seg at vera
trupult at fáa ungdómin í býnum at velja hond
bólt sum sína ítróttargrein, og tað fara teir á
besta liðnum at gera sítt fyri at broyta.
- Vónandi fáa vit eitt gott kappingarár,
soleiðis at vit fáa sett størri fokus á hondbóltin
í Klaksvík, sigur Sámal á Tjaldrafløtti.
Team Klaksvík:
Føroyameistaraheiti: 0
Steypasigrar: 0
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Sámal á Tjaldrafløtti, 77 mál
Kaito Nakahodo, 73 mál
Jens Pauli Mohr, 43 mál