hósdagur 10. september 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
24
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
KVINNUR
HONDBÓLTUR 2019/20
VÍF
Rebekka Joensen
Viviann Petersen
Julianna í Gerðinum Olsen
Svanna Hjartvardsdóttir Kjærbæk
Jórunn Gudmundsen
Sissal Magnussen
Maria Friis
Halla Hansen
Ingibjørg Olsen
Liljan Müller
Maria Nolsøe Olsen
Anja Lacok
Agnas Olsen
Rannvá Olsen
Lív Ingdorsdótir
Fríða Nolsøe Olsen
Maria Sundstein Lagos
Brynja Rógvadóttir
Tinna Johnsdóttir
Kathe Dahl Frederiksen
Helena í Skálum
Anna Olsen
Ivana Meincke
Frágongd
Durita C. Jojic (Barnsburð)
Heidi Maria Akselsen (Steðga)
Lise Marie Nesse Evensen (Flutt av
landinum)
Fríða Petersen (Steðga)
Randi Virgarsdóttir (Steðga)
Ró Nielsen (Skift til Kyndil)
Ungar vestmannakvinnur
skulu spæla við
fullari skrúvu
VÍF sigur farvæl við fleiri profilar og satsar ungt í ár
VÍF hevur seinastu árini ligið í oddinum á før
oyskum kvinnuhondbólti, og rakk hægstu
tindunum fyri tveimum árum síðani, tá ið vest
mannakvinnur gjørdust greipuvinnarar.
Skal VÍF aftur smakkað gull í ár, mugu tær
ungu helst taka kjansin, tí felagið sigur farvæl
við fimm lyklaleikarar frá liðnum í fjør, sum
millum annað tapti steypafinaluna tepurt, og
gjørdi seg til reiðar at spæla hálvfinalur í SMS-
deildini, tá ið korona steðgaði øllum.
Ein stórskjútti fyri ein annan
Eitt nú verður ímyndin á høgri bakki og topp
skjúttin frá í fjør, Durita C. Jojic, ikki við vegna
barnsburð. Men vestmenningar kunnu frøast
um, at stórskjúttin á vinstra bakki, Liljan Müller,
er við aftur, eftir at hon mátti gevast vegna
gleðiligar umstøður í undanfarna kappingarári.
Eisini strikuleikarin, Kathe Dahl Frederiksen
og málverjin Viviann Petersen eru aftur á vøllin
um eftir barnsburð, og tær kunnu síggja nógvar
nýggjar leikarar fáa møguleikan á fyrsta liðnum
í ár.
Ungur og ágrýtin hópur
- Eg haldi at hópurin í ár er øgiliga spennandi við
nógvum ungum og ídnum leikarum, sigur royndi
VÍF-málverjin, Viviann Petersen.
- Mann merkir tíðiliga, at tær vilja mennast
og læra og at tær hava góðan hugburð.
Hon ásannar, at sjálvandi eru nakrar givnar,
ið hava havt stóran leiklut, men leggur dent á, at
av tí sama fara fleiri av teimum spennandi ungu
leikarunum at fáa ein rættiliga stóran leiklut.
Og breiddin er eisini avbera góð í ár, við øll
um teimum ungu, ið nú bjóða seg til. Fáa tær
tikið av møguleikunum, so kann liðið hava
nógvar streingir at spæla á, sigur Viviann, ið
kortini eisini ásannar, at tað er ein avbjóðing
hjá nógvum ungum at spæla í fremstu deildini
á fyrsta sinni.
Tær ungu geva kapping
Og har er eisini kapping um eitt nú málverju
plássini
- Eg haldi ikki eg eri fyrsti málverji. Vit hava
tvær aðrar, sum gott nokk eru ungar, men tær
eru ágrýtnar og mennast fyri hvørja venjing sigur
Viviann, og greiðir frá, at sjálv er hon enn nakað
frá toppforminum enn.
Við øllum teimum ungu, eru kortini framvegis
royndir leikarar á liðnum, og á teimum liggur
ábyrgd.
- Eg kenni ábyrgd, og tað haldi eg at allar
vit eldru eiga at gera. Vit vilja hjálpa teimum at
mennast, tí tær eru jú framtíðin í bygdini. Og
tær kunnu helst eisini læra okkum nógv, skoytir
Viviann uppí.
- Tey seinastu nógvu árini hava vit spælt við
teimum somu í langa tíð. Í ár vænti at eg fólk
fara at leggja til merkis at fleiri leikarar hava ein
leiklut og vit fara at skifta nakað út. Og eg vóni
at fólk fara at síggja eitt ágangandi spæl, har vit
spæla við fullari skrúvu, sigur Viviann.
Nýggjur venjari
Og so hava VÍF eisini ein rættiliga ungan venjara
í nýsetta Jóhan Hofgaard. Hann roynir seg á
fyrsta sinni sum høvuðsvenjari, og vestmanna
kvinnur lata væl at.
- Tað er altíð gott við nýggjum íkøstum, sigur
Viviann og heldur fram.
- Tað er stuttligt at fáa ein venjari uttanifrá,
og sjálvt um hann ikki hevur verið høvuðsvenjari
áður, so hava allar stóra virðing fyri honum.
- Vit venja hart og nógv, og hann hevur
øgiliga góðar venjingar, sigur málverjin, ið ætlar
sær at VÍF verður við aftur ímillum tey fremstu
í ár.
- Vit satsa fyrst og fremst upp á at koma
í topp-fýra og spæla hálvfinalur, ger Viviann
Petersen greitt.
VÍF kvinnur:
Føroyameistaraheiti: 6 (1951, 1963,
1968, 2001, 2002, 2018)
Steypasigrar: 4 (1999, 2001, 2002,
2018)
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Durita C. Jojic, 85 mál
Agnas Olsen, 72 mál
Liljan Müller, 56 mál