Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 28 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM KVINNUR HONDBÓLTUR 2019/20 H71 Mie Julius Fía Winther Poulsen Elsa Egholm Silja Sámalsdóttir Brynhild Pálsdóttir Vár B. Zachariasen Bjørk Brimnes Maria H. Weyhe Karina Ey. Rubeksen Marita Mortensen Eva Barba Arge 11 Anna L. Schiller Sunniva Bogadóttir Lív B. Zachariasen Elisabet H. Simonsen Christina T. Arge Bára Hansen Birita Mortansdóttir Sára Jacobsen Alda Gilladóttir Jana Mittún Frágongd: Durita Toftum Joensen, Anna á Steig, Annika F. Petersen, Sofie Søberg, Karin H. Simonsen, Vár H. Thomsen, Tórhalla Thorsteinsson, Guðrið á Borg Tilgongd: Elsa Egholm Fía Winther Poulsen Jana Mittún Birita Mortansdóttir Alda Gilladóttir Mia Julius Brynhild Pálsdóttir H71 vil spæla skjótt og við gleði Toppskjúttarnir halda fram hjá steypavinnarunum, men enn fleiri ungir leikarar skulu spæla seg inn á liðið í ár Undanfarna kappingarár var greitt hitt besta í stuttu søguni um kvinnuhondbólt í H71. Tað eydnaðist í februar at vinna steypa­final­ una við 24-23 sigri á VÍF, og í lands­kapp­ing­ini vóru hoyvíkskvinnur eisini væl við. Tær lógu á triðja plássi, í tøttum stríði við Kyndil, Neistan og VÍF, tá ið tveir dystir restaðu í av grundspælinum. Í ár er so spurningurin, um liðið kann byggja oman á hetta avrikið. Lyklaleikarar givnir Tað verður ein avbjóðing, greiðir Maria Halsdóttir Weyhe frá. Spælskiparin hevur verið ein av ímynd­unum av H71 hesi fyrstu trý árini, ið liðið hevur verið í SMS-deildini, og hon er til reiðar til fjórða kappingarárið, har nakrir lyklaleikarar hava takkað fyri seg. - Lagið í hópinum er gott, men vit hava mist fleiri týdningarmiklar leikarar. Einar tríggjar-fýra úr byrjanaruppstillingini hjá okkum, sigur spæl­ skip­arin. Serliga legst til merkis at H71 nú má standa seg uttan teir tríggjar landsliðsleikararnar, Ann­ iku Fríðheim Petersen í málinum, Duritu Toftum Joensen á strikuni og Guðrið á Borg á høgra veingi. Teirra avloysarar skulu finnast innanhýsis, umframt at danski málverjin, Mie Julius, er komin afturat. Tær ungu styrkja um - Vit hava fingið fleiri ungar og dugnaligar leikarar. Og tær eru stór talent, sum styrkja um, staðfestir Maria, ið ætlar sær at vera í oddinum aftur í ár. Og H71 hevur framvegis nøkur av all­ ar­sterkastu vápnunum hetta kappingarárið. Maria Halsdóttir Weyhe skoraði sjálv 96 mál í 16 dystum í SMS-deildini farna kappingarár. Tað var næstflest á liðnum, og fjórðflest av øllum í kappingini. Toppskjútti var Marita Mortensen við sínum 111 málum, og hon er við aftur í H71 ár. - Vit royna eftir hálvfinalunum í bæði steypa- og landskappingin, sigur Maria og heldur fram: - Vit hava eina toluliga breidd á liðnum, men tað verður ein avbjóðing, tí vit hava ein lágan miðalaldur – hann liggur um 18 ár. Spurd um hvat skal eydnast hjá H71, svarar hon, at høv­ uðs­avbjóðingin verður at fáa verjuna at rigga. Nýggjur venjari Hóast hon enn sjálv er ein ungur leikari, so er Maria ímillum tær elstu og royndastu á liðnum. - Eg havi spælt í SMS-deildini í nøkur ár, so vónandi kann eg brúka tær royndirnar at hjálpa liðnum, sigur spælskiparin. Hon og liðfelagarnir verða í ár vandar av nýggja venjaranum, Carsten Thomsen, ið er komin úr donskum hondbólti. H71-leikarin, greiðir frá, at venjingarnar eru góðir undir nýggja venjaranum, og at hann legg­ ur dent á , at hugurin at venja skal vera góður. Fyrireikingarnar undir nýggja venjaranum hava eisini verið góðar, men koronastøðan hevur sjálvandi órógvað nakað. - Vit byrjaðu 14 dagar seinni enn vanligt, og mistu eina viku í høllini orsakað av koronu. Og so hava vit heldur ikki verið á venjingarlegu eins og vit hava gjørt hini árini, greiðir Maria frá. Ferð og gleði skal eyðkenna H71 - So vit mugu royna at heinta tað inn aftur næstu vikurnar, sigur Maria Halsdóttir Weyhe, og greiðir frá, hvat fólk skulu vænta av H71 kom­andi kappingarár: - Áskoðararnir kunnu gleða seg at síggja nógvar ungar, evnaríkar leikarar við einari bjartari framtíð – og vónandi eitt lið, sum spælir góðan hondbólt við góðari ferð og nógvari gleði. H71 kvinnur Føroyameistaraheiti: 0 Steypasigrar: 1 (2020) Toppskjúttar kappingarárið 2019/2020 Marita Mortensen, 111 mál Maria H. Weyhe, 96 mál Durita Toftum Joensen, 56 mál