hósdagur 10. september 2020síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
32
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
KVINNUR
HONDBÓLTUR 2019/20
VB
Guðrun í Lágabø
Elsa Ludvig
Britt Wøldike
Thordis Nielsen
Gurið Krosslá Augustinussen
Bára Krosslá Mortensen
Krista Leo
Krista Ludvig
Torgerð Suðuroy
Sofía Schrøter
Tórunn Vilhelm
Durita Krosslá Hjelm
Vár Brattalíð
Vladana Lazendic
Bjarta Pauladóttir
Breiður hópur og
bosnisk skotstyrki
VB-hópurin er í ár breiðari enn undanfarin ár. Flestu leikararnir eru
sera ungir, men onkrar royndar eru eftir, og so skal Vladana Lazendic
geva liðnum eitt nýtt vápn - nevniliga skotstyrki útifrá.
Breiður hópur
VB plagdi at ríma við føroyskan topphondbólt,
og hóast tað seinnu árini hevur verið nakað
truplari bæði við leikaratilfeingi og á stigatalv
uni, so ætla tær úr Vági at halda fast við sessin
í SMS-deildini.
Rendið í næstbestu deildini fyri tveimum ár
um síðani var ikki akkurát nakað fyri tær.
- Man merkti beinanvegin, at man næstan
ikki var við í hondbóltinum í Føroyum, sigur Gurið
K. Augustinussen, ið er farin við VB ígjøgnum
tjúkt og tunt, og aftur verður at síggja í reyðblá-
stríputi blusuni í ár.
- Tað er eisini bara stuttligari at vera í bestu
deildini, sigur hon.
- Tær ungu skulu síggja upp til okkum í bestu
deildini, og tað er eisini har, at uppmerksemið,
stuðlar og alt er, sigur Gurið.
Og tað er eisini orsøk til at halda, at hond
bólturin framvegis hevur lív lagað í Vági. Ung
dómsdeildin er væl rikin, og hetta smittar eisini
av á besta liðnum.
- Vit plagdu at vera hepnar, um tað vóru 10
til venjing, men í ár hava vit ligið fast um 12-14
leikarar til hvørja venjing, sigur Gurið, sum hetta
kvøldið vit hitta hana júst er komin frá venjing.
- Og í kvøld vóru vit 19 til venjing. Eg kann
ikki minnast nær tað hava verið so nógvar til
venjing seinast, sigur hon.
Ungir leikarar
Tað er Damir Oros, sum er høvuðsvenjari hjá VB
í ár. Afturat sær hevur hann Christinu Holm sum
hjáparvenjara.
Tað er ikki ókent, at fleiri útlendingar eru á
VB-liðnum, men í ár er bara ein útlendingur við.
Hon eitur Vladana Lazendic, er 21 ára gomul og
spælir á landsliðnum hjá Bosnia-Hersegovina.
- Orsøkin til at vit hava fingið hana, er at vit
mangla skjúttar, greiðir Gurið K. Augustinussen
frá.
- VB er annars kanska meira kent fyri skjótt
spæl og gjøgnumbrot, men nú hava vit hana
at skjóta útifrá. Hon er høg, og vit vóna at hon
kann geva eitt gott íkast við sínum skotum, sigur
Gurið.
VB-liðið er annars ungt í ár, og tær flestu eru
ímillum 16 og 19 ára gamlar. Vladana Lazendic
er 21 og Bára K. Mortensen er 28, men síðani er
eitt glopp upp til veteranarnar, Gurið K. August
inussen og Guðruna í Lágabø.
- Hópurin er nakað breiðari í ár, vísir Gurið á,
og fegnast um at ungir leikarar leggjast afturat.
- Tær eru ungar, raskar og ágrýtnar. Saman
við royndunum hjá okkum eldru, so sær tað bara
heilt gott út, heldur Gurið.
Tvær 16 ára gamlar sleppa í ár at royna
seg í SMS-hópinum hjá VB á fyrsta sinni. G14-
árgangurin hjá VB er væl fyri, so væntast kann,
at fleiri ung talentir fara at fáa kjansin á VB-
liðnum komandi árini.
Jøvn kapping
Í Vági fegnast tey um kappingarleistin við tveim
um endaspølum.
- Tað verður allatíð okkurt at spæla um. Tað
er ordiliga gott, heldur Gurið K. Augustinussen.
Hon torir ikki at spáa um hvat pláss tær
kundu ynskt sær í deildini, men:
- Vit skulu royna at vinna heimadystirnar og
royna at yvirraska á útivølli. Tað er altíð strævið
hjá øðrum at spæla í Vági. Vit hava góðar
áskoðarar her, og tað er nakað heilt serligt,
sigur Gurið.
Hon væntar annars eina tætta kapping í ár.
- Tað er ikki ordiliga nakar, sum skarar framúr.
Liðini hava gjørt nógv burturúr við at venja utt
andura tá korona rakti, so liðini skuldu verið væl
fyri, og eg vænti nógvar javnar og spennandi
dystir, sigur Gurið K. Augustinussen.
VB – kvinnur
Føroyameistaraheiti 3 (1950, 2003,
2005)
Steypasigrar: 2 (1993, 2003)
Toppskjúttar kappingarárið
2019/2020
Slobodanka Bandobranski, 60 mál
Dajana Komenda, 55 mál
Durita K. Hjelm, 40 mál