Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-10, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. september 2020síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2020 34 LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM KVINNUR HONDBÓLTUR 2019/20 Stjørnan Annika Arge Andjela Josipovic Tóra Eliasen Katrin Bertholdsen Sonja Sirdal Tóra Norðá Julia Høgnesen Joan Sørensen Oddvør Josephsen Marjun Dahl Maria Biskopstø Ella L. Samson Francisca K. Johansen Barbara Wigant Eysturdal Óluva A. Joensen Nýggja Stjørnan skal vera ágangandi Nakrar av berandi kreftunum í Stjørnuni eru ikki við í ár, men ungir og evnaríkir leikarar eru tilreiðar at taka við. Tær hava vant hart og eru í góðum formi. - Man kann vænta at síggja hart og ágangandi verjuspæl frá okkum í ár, sigur nýggi venjarin hjá Stjørnuni, Christoffur Gert Nielsen. Nýggjur venjari Síðstu fýra árini hevur Per Klarup verið venjari í Stjørnuni, men 59 ára gamli danin er nú far­ in heimaftur til Rørvig í Danmark og hevur latið venjarasessin víðari til tann 30 ára yngri havna­ mannin, Christoffur Gert Nielsen, sum er ímillum ungu og evnaríku venjararnar í landinum. Saman við Flemming Raben stóð hann kapp­ ing­arárið 2017/18 á odda fyri kvinnuliðnum hjá Kyndli, og hann hevur eisini verið venjari hjá ung­ dóms­landsliðum undir HSF. - Tað verður øðrvísi at vera einsamallur høvuðs­venjari hjá Stjørnuni, men hetta er ein spennandi uppgáva, ið eg síggi nógv fram til, sigur Christoffur, sum nú á fyrsta sinni skal um­ boða eitt annað føroyskt felag enn barn­dóms­ felagið Kyndil. - Eg helt tað vera gott at royna okkurt nýtt, og tá eg fekk hendan møguleikan í Stjørnuni, so valdi eg at taka av, sigur Christoffur Gert Niel­ sen, ið er fulltíðarsettur venjari. Christoffur er júst liðugur við hægri lesnað, og hann sigur, at tilboðið tískil kom júst røttu løtuna. Hann hevur ymiskar venjaraútbúgvingar, eitt nú sum divisjónsvenjari, og ætlanin er eisini at fara undir útbúgvingina sum diplomvenjari. Vant nógv Stjørnan stendur fyri einari avbjóðing í ár, nú nakrir leikarar eru givnir og farnir uttanlands í lestr­arørindum, og ikki minst av tí at tveir av bestu skjútt­unum á liðnum, Jancy Jacobsen og Mina Sirdal Henriksen, eru við barn og ikki fáa spælt við hetta kappingarárið. - Men har eru fleiri ungar og spennandi komn­ar upp, og fleiri av teimum fara at fáa møgu­leikan at gera seg galdandi í ár. Hópurin er ungur, men eg meti hann vera ein sera spenn­ andi hópur at arbeiða við, sigur Christoffur Gert Nielsen. Tað hevur serliga verið eitt øki, ið Stjørn­an hevur lagt áherðslu á fram til hetta kapping­ar­ árið. - Frá degi eitt hava vit lagt stóran dent á tað fysiska og renning, sigur Christoffur. - Og hartil sjálvandi hondbóltsvenjingin, legg­ur hann afturat. - Kvinnurnar hava vant nógv í summar, og fara vit framhaldandi at útbyggja hendan partin. Tað hevur gingið væl, og hava kvinnurnar tikið væl ímóti hesum tiltøkum. Vit síggja longu nú ávegis jalig úrslit, og vónandi fer hetta at gera mun, sigur Stjørnuvenjarin, sum ikki ætlar at leikar­arnir skulu smæðast burtur á vøllinum. - Man kann vænta, at tað verður hart og ágangandi verjuspæl, sum skal geva pláss til fleiri skjót mótálop, sigur hann. 4. pláss Tá ið kappingin varð avbrotin í mars var Stjørnan nummar fimm í SMS-deildini. - Málið vil altíð vera, at man vil gera tað betri enn seinasta ár, og tað er hópurin samdur um, slær Christoffur fast. - Stjørnan hevur seinnu árini argað fleiri av teimum ovaru liðunum, og stolið nøkur stig her og har. Vónandi fer tað eydnast at stjala enn fleiri sttig frá teimum ovaru liðunum, og samstundis royna at vinna dystarnir ímóti liðunum, sum vit eru jøvn við. Um hetta fer at eydnast, so kunna vit vónandi sníkja okkum uppá eitt 4. pláss, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar í FM- kappingini, sigur Christoffur og leggur afturat, at tær eisini kundu hugsað sær at rokkið einum hálvfinaluplássi í steypakappingini. Av kappingini í ár sigur hann seg vænta, at H71 og Kyndil fara at dystast um gullið. - Áðrenn dystin um Lionsbikarið metti eg, at H71 var greiður favorittur av tí at tær hava mest samanspælda liðið og høvdu minst frágongd. Men eftir at Kyndil hevur fingið styrk, millum annað av Súnu K. Hansen, so vil eg meta, at tað kemur at standa ímillum H71 og Kyndil bæði í FM og steypakappingini, sigur Christoffur Gert Nielsen. Stjørnan Føroyameistaraheiti: 9 (1945, 1958, 1977, 2000, 2004, 2006, 2007, 2008, 2010) Steypasigrar: 7 (2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010, 2012) Toppskjúttar kappingarárið 2019/2020 Tóra Eliasen, 91 mál Jansy Jacobsen, 73 mál Mina Lava Sirdal, 58 mál