hósdagur 10. september 2020síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
36
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
HONDBÓLTUR 2020/21
Framvegis ov fáir dómarar
- Dómarastandurin kundi verið betri enn hann er í løtuni, staðfestir Thomas Juul S.
Thomsen, umboð fyri dómaranevndina. Seks pør eru tøk, men nakrir eru í eldra lagi.
Vónin er at ungir dómarar setast við, men tað vísir seg at vera trupult.
Seks pør
Tað hevur í nógv ár manglað dómarar í føroyskum hondbólti, og
soleiðis er aftur í ár.
- Dómarastandurin kundi verið betri enn hann er í løtuni. Tíverri,
staðfestir Thomas Juul S. Thomsen, sum er í dómaranevndini hjá
Hondbóltssambandi Føroya, og sum eisini sjálvur hevur verið
dómari í nógv ár.
- Í løtuni eru seks pør tøk, sum hava dømt í bestu deildini fyrr.
Vit vóna at okkurt nýtt par fer at setast við í ár, sigur Thomas Juul.
Arnar Dam og Gert Hansen, sum hava tikið sær av nógvum
týðandi dystum síðstu árini, døma ikki í ár vegna skaða.
Tað er tó orsøk til ugga, tí hóast støðan óivað kundi verið
frægari viðvíkjandi tali av dómarum, so hevur tað higartil malið
runt.
- Farna kappingarár bleiv eingin dystur útsettur av tí at
tað manglaðu dómarar. So tað er jaligt, at allir dystirnir blivu
avgreiddir, sigur Thomas Juul.
- Dómararnir eiga stórt rós uppiborið fyri at fáa kappingina at
koyra soleiðis at eingir dystir verða útsettir tí at dómarar ikki eru
tøkir, leggur hann afturat.
Gera tiltøk
Tað er ikki besta støðan at vera í, at tað ikki er eitt størri tal av
dómarum. Nógv hvílir á teimum somu herðunum.
- Dómararnir eru teir somu, sum við ov stuttum millumbili
døma somu feløgini, sigur Thomas Juul.
Hondbóltssamband Føroya hevur tó roynt at fingið fleiri dóm
arar at døma.
- HSF hevur í fleiri ár skipað fyri dómaraskeiðum runt í
landinum, og so seint sum síðsta kappingarár fóru umboð fyri
dómaranevndina runt til øll feløg í Føroyum at skipa fyri dómara
skeiðum. Tíverri sæst hetta ikki aftur í talinum av dómarum, tí
tað leggjast ikki fleiri dómarar afturat dómarafamiljuni, staðfestir
Thomas Juul.
- Hetta er ein avbjóðing, sum hevur verið í nógv ár, og sum tað
verður arbeitt víðari við, sigur hann.
Illa viðfarnir
Tað er ilt at meta um júst hví tað er so trupult at fáa tilgongd av
nýggjum dómarum, men Thomas Juul heldur tað ikki vera til nakra
hjálp, at dómarar verða so illa viðfarnir í hallunum kring landið.
- Um man ferðast runt í hallunum í Føroyum og hoyrir hvat tað
verður rópt og sagt um dómarar, so skilji eg væl, at fólk setast
aftur, sigur Thomas Juul.
- Tað er nógv, sum ikki sømir seg at verða sagt frá áskoðara
bonkunum. Eg havi ongar trupulleikar vði at fólk rópa okkurt, ið
hoyrir til spælið, men nógv er á so lágum støði, at um ein situr og
umhugsar at døma, og so hoyrir hvat tað verður sagt, ja so skilji
eg væl at fólk setast aftur, sigur hann.
Tískil vónar hann, at fólk hugsa seg betur um framyvir.
- Eg vóni at fólk runt um í Føroyum vanda sær betur um orðini,
tá ið tey fara til hondbólt, sigur Thomas Juul.
Góðar løtur
Hóast manglandi virðingina frá nógvum áskoðarum, so eru tað
eisini góðar løtur, sum dómarar fáa. Tað heldur Thomas Juul, og
hann tosar av egnum royndum.
- Fyri tað fyrsta, so mennist ein nógv sum persónur og leiðari
av tí at man skal taka skjótar og rættar avgerðir upp á stutta tíð.
Hetta ger, at man skal vera on allatíð tá ið man dømir. Tað eru
nógvar avgerðir, sum skulu takast, sigur hann.
- Sjálvur hevði eg nógvar góðar løtur sum dómari, slær
Thomas Juul fast.
- Fyri tað fyrsta, so kemur ein runt í øllum landinum og
kemur at kenna nógv fólk, sum hava ábyrgdina av hondbóltinum.
Umframt hetta fært tú nógvar stuttligar og avbjóðandi uppliving
ar, sum tú hevur í minninum restina av lívinum, sigur Thomas Juul.
- Eg vildi ikki verið tær fyri uttan, og hvør veit, kanska floytan
kemur úr skuffuni aftur í framtíðini, sigur hann.
Dómaraskeið
Síðsta vikuskifti skipaði Hondbóltssamband Føroya fyri dómara
skeiðum, og har var uppmøtingin á góðari leið.
- Sum tað sær út í løtuni, so vera vit í Føroyum noydd til at
fáa fleiri ungar dómarar at døma. Tað eru nógvir dómarar, sum
døma í dag, sum eru í eldra endanum. So har vera vit noydd at fáa
fleiri yngri dómarar at tíma at døma hondbólt, sigur Thomas Juul.
- Dómaraskeiðini um vikuskiftið eydnaðust væl. Vónandi legst
onkur afturat at døma. Dómaranevndin leggur nógv fyri at skúla
og vegleiða nýggjum dómarum, so at teir kunnu hjálpast í gongd
á bestan hátt, sigur Thomas Juul víðari.
Hann sigur, at um onkur hevur ein hondbóltsdómara í búkinum,
so er ikki at smæðast.
- Tað er ikki at halda seg aftur, sigur Thomas Juul.
- Tað er bara at bjóða seg fram, um ein ynskir tað, og so er at
venda sær til HSF. Tað eru nógvar góðar upplivingar at fáa sum
dómari í Føroyum, og so er tað ein gularót, at vit í løtuni ikki hava
nakað altjóða dómarapar. Tað má vera málið hjá okkum at fáa eitt
altjóða par aftur, sigur Thomas Juul S. Thomsen at enda.
Dómarapør 2020/2021
Bárður Brimvík - Jógvan Skeel Nolsøe
Uni Wardum - Hannis Wardum
Dánjal Samuelsen - Heri Petersen
Jákup Sverri Kass - Daniel Rapa
Jákup Símun Simonsen - Gunnar Djurhuus
Rógvi Danielsen - Bárður Danielsen