hósdagur 10. september 2020síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2020
38
LÝSINGARBLAÐ FRÁ MIÐLAHÚSINUM
HONDBÓLTUR 2020/21
Føroyingar fylkjast í fremstu
norðurlendsku deildunum
Føroyingar eru av
álvara farnir at spæla
yrkishondbólt. Í skrivandi
løtu spæla 13 føroyskir
hondbóltsleikarar í
fremstu deildinum í
grannalondunum. Og
fleiri hava sáttmálar
í næstu deildunum
Føroyar hava neyvan nakrantíð átt so nógvar
yrkisleikarar sum nú. Føroyskir hondbóltsleikarar
– bæði kvinnur og menn - spæla í fremstu
donsku, norsku, svensku og íslendsku deildunum
í ár.
Øgilig menning
Venjarin á U18-landsliðnum hjá dreingjum er
ikki í iva:
- Fyri menningina er tað fantastiskt at vit
hava leikarar, sum spæla á allarhægsta støði,
sigur Mark Marcher, og leggur afturat, at tað er
sera jaligt at tað bæði eru teir heilt ungu 18
ára gomlu og eisini teir eldru manslandsliðsleik
ararnir, sum skriva sáttmálar í grannalondunum.
Tað fór fyri nøkrum árum síðani at økjast av
føroyskum leikarum, ið royndu at spæla seg til
yrkissáttmálar uttanlands. - Tað er sera jaligt at
síggja, at teir byrjaðu við at stríðast fyri leiktíð,
men í dag eru teir vorðnir lyklaleikarar á sínum
liðum, sigur Mark Marcher, ið longu hevur sæð
nakrar av sínum U18-leikarum, spælt seg til
sáttmálar í stórum feløgum.
Elias í Svøríki
Eitt nú í Svøríki spælir helst kendasti føroyski
hondbóltsleikarin í nýggjari tíð, Elias Ellefsen á
Skipagøtu. Tað ráddi um at njóta hann í Føroyum
kappingarárið í fjør, tí øll vistu at føroyska
stjørnuskotið fór at finna sær okkurt stórfelag
eftir kappingarárið.
Tað gjørdist IK Sävehof, sum tá var ráðandi
svenskur meistari. Føroyski spælskiparin segði
við Ítrottarsosialin í februar, at hann væntar at
fáa nógva leiktíð í svenska stórfelagnum, sum
byrjar kappingarárið í næstum.
Føroyingar fylkjast í Skanderborg
Føroyingar hava eisini lindi til at fylkjast í hond
bólti.
Í Skanderborg í fremstu donsku mansdeildini
hava tveir føroyingar fingið leiktíð við kappingar
byrjan.. Teir eita Hákun West av Teigum og Pauli
Jacobsen og spæla í Skanderborg. Teir hava
spælt ungdómshondbólt í Skanderborg í tvey
ár, og í summar skrivaði høgri vongurin, Hákun,
sín fyrsta yrkissátmála við felagið. Tað gjørdist
til tvey mál í kappingarársins fyrsta dysti, og
í næsta dystinum var málverjin, Pauli eisini á
liðnum, eftir at ein av hinum málverjunum hevði
fingið skaða. Hann spældi ein knappan minutt
ella so.
Skanderborg, ið eisini hevði Elias E. á Skipa
gøtu í ungdómsdeildini fyrraárið, tykist at halda
væl av føroyingum. Tí á dreingjaliðnum eru eisini
menn sum Pauli Mittún, Dánjal Ragnarsson og
Janus Dam Djurhuus. Og á gentuliðnum er eis
ini ein spennandi føroyskur málverji. Har bíðar
Rakul Wardum spent eftir sínum fyrsta møgu
leika í fremstu donsku kvinnudeildini.
Pernille í donsku kvinnuligaini
Í fremstu donsku deildini ger eisini føroyski
landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg um seg
í Vendsyssel eftir at liðið flutti upp í vár. Hon
hevur fyrstu tveir dystirnar fingið avbera góð
skoðsmál, og skotið nógv mál.
Tríggir í Norra
Í Norra finnast eisini føroyingar. Har eru tað teir
tríggir manslandsliðsleikararnir, Jónas Gunnars
son Djurhuus, Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan
Johansen, sum bera stóra ábyrgd í Viking Sta
vanger, sum flutti upp í fremstu deildina júst
áðrenn kappingarárið steðgaði upp.
Seks føroyingar í Íslandi
Í Íslandi eru tvey føroyingafeløg. KA, av Akureyri
hevur í fleiri ár havt lámu landsliðsleikararnar
Allan Norðberg og Áka Egilsnes á liðnum. Í ár
legst landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell aft
urat teimum í KA.
Teir kunnu gleða seg til at spæla ímóti kapp
ingarneytunum úr Fram, tí har hava bæði Vil
helm Poulsen og Rógvi Dal Christiansen skrivað
sáttmála í ár.
Og í fremstu íslendsku kvinnudeildini er nú
aftur ein føroyskur leikari. Annika Petersen
skrivaði í summar sáttmála við Haukar.
Føroyingar í hópatali royna seg
Tað kann gerast enn størri føroysk luttøka í
fremstu deildunum. Serliga í Danmark royna
nógvir føroyingar seg í næstfremstu deildini.
Av mansleikarum kunnu nevnast Theis Horn
Rasmussen, Brandur Halgirsson, Rókur Akralíð,
Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen og Pæt
ur Mikkjalsson umframt Siw Matras Larsen á
kvinnusíðuni – Og har eru uppaftir fleiri føroy
ingar, sum hava møguleika at annaðhvørt koma
á hesi lið, ella at flyta upp við sínum liðum úr
aðru deild.
ÚTISETAR:
Føroyingar
í fremstu
norðurlendsku
deildunum
ÍSLAND:
KA:
Áki Egilsnes
Nicholas Satchwell
Allan Norðberg
Fram:
Vilhelm Poulsen
Rógvi Dal Christiansen
Haukar:
Annika Petersen
NORRA:
Viking:
Helgi Hildarson Hoydal
Kjartan Johansen
Jónas G. Djurhuus
SVØRÍKI:
IK Savehof:
Elias Ellefsen á Skipagøtu
DANMARK:
Skanderborg:
Hákun West av Teigum
Pauli Jacobsen
Vendsyssel:
Pernille Brandenborg
Kjartan Johansen, VIking
Stavanger í Norra
Nicholas Satchwell, KA í Íslandi
Elias Ellefsen á Skipagøtu,
IK Sävehof í Svøríki