Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 18. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 66 10 Øll sum sum hava sína gongd í mið­bý­num í Havn kenna Annu Jo­ensen, eisini nevnd Anna hjá Nigga Hvønn dag sæst Anna Jo­ en­sen í havnargøtu í sín­ um elektriska koyristóli, sum hevur verið henna flutn­ingsfar í nú í fjórðings øld. Anna er dóttir Tóru og Nigga undir Kletti í Havn. Hon úr Kollafirði og hann úr Havn, undir Kletti, sum eru hús­ini aftan fyri Nóls­ oy­ar­stovu í Gongini í Havn. Anna vaks upp í gomlu Havn­ini saman við syst­ kju­n­um Olevinu, Finn­ bjørg og Andreas. Systr­ arnar eru báðar farnar, men Andreas býr í Dan­ mark. Sum 14 ára gomul misti Anna mammu sína, sum doyði brádliga av heila­ bløð­ing. Hon var ógvuliga góð við mammu sína, so hetta gjørdist ein álv­ar­ sam­ur skelkur í lívi henn­ ara. Tey, ið eldri eru, minn­ ast uttan iva Annu úr Sjón­leik­ar­húsinum. – Hon átti Sjón­leik­ar­ hús­ið, sigur Birna Ja­c­ob­ sen, vinkona hennara. Tú skuldi sæð, hvussu hon og Ró­lant svingaðu og rock­ aðu har. Tað vóru dagar! Annu dámdi eisini væl ítrótt, og hon var góður mál­maður hjá Neistanum. Anna arbeiddi á Mei­a­rí­ num í Havn, har hon seldi mjólk við diskin. Birna greið­ir frá, at Anna kendi øll og visti um øll. Og tá mjólk­in varð skamtað, og hvør húski bara kundi fáa ein lit­ur av mjólk, so visti hon, hvar tað vóru nógv børn í hús­inum, og so gav hon teim­um eitt sindur eyka av mjólk. – Soleiðis var Anna, so hjarta­góð og fitt. Hon var eisini nógv á Kon­ditt­a­r­í­num – og tá eing­in mjólk var komin, so skriv­aði hon ein seðil á hurðina, at »mjólkin kem­ ur klokkan eitt«, og so fór hon niðan á Kondittaríið. Seinni fór Anna niður til Danmarkar at læra til sjúkr­a­hjálpara í De Gamles By. Hon kom heimaftur í 1967 og fór á hospitalið at ar­beiða. Birna fortelur, at juli mán­aði í 1969 fór tey nøkur vin­f­ólk ein til London, tey vóru Anna, Birna, Eivind í Gong­ini, Elin Mourtisen, Rólant Samuelsen. Tá var tað, at Anna søkti sær ar­ beiði á einum sjúkrahúsi, St. Josephs Hospital sum sjúkr­a­hjálpari, og har var hon í eitt heilt ár. Har dámdi henni væl at vera, sjálv um hon als ikki dugdi málið. Hon flutti seinni til Dan­markar. Har hevði hon fingið arbeiði á Sankt Elis­ a­beth Hospital, og har ar­ beiddi hon líka til hon gjørd­ist sjúk. Har var hon ógv­u­liga væl lýdd av øll­ um. Birna greiðir frá, at tá hon gekk á Amagerbrogade sam­an við Annu, so kendu øll hana. – Fóru vit inn í ein hand­il, so var ein stjóri, har hon hevði passað mamm­ una. Og so var guldsmeden, sum hon eisini hevði pass­ að. Hon kendi so nógv fólk, sigur Birna. Men tann 4. desember í 1994 rakti lagnan Annu. Hon fekk eina heilabløðing og gjørdist lamin, 49 ára gomul. Eftir drúgva sjúkralegu og eftir at hava búð á yms­ um heimum í Danmark, flutti hon heim til Føroya. Var Anna kend í Hav­ nini í 60’unum, so er hon eis­ini kend í havnargøtum í dag. Tí hvønn dag er hon úti. Og hon fer hvønn dag om­an í Gongina, har hon stend­ur aftan fyri Sjó­ vinnu­bankan og framman fyri barna­heimið og roykir eina sig­a­rett og nýtir løt­ una. Í nógv ár hevur Anna búð í gomlu lær­ar­a­hús­u­ num í Konradsbrekku ella Grím Kambansgøtu. Men í løt­uni býr hon í Lon, tí hon fær ikki verið í húsunum, tí støðan er versnað so­leið­ is, at hon eisini má brúka koyr­i­stól inni. – Anna bíðar bara til hon sleppur heim, hon kall­ar tað sítt heim, sigur Birna. Anna følir eisini nakað ser­ligt fyri lær­a­r­a­ húsunum, tí elsta systir henn­ara, Olevina, giftist inn har við Torkil Sør­en­ sen, sum var sonur Zach­ arias Sørensen, skúlastjóra, sum búði har – og har er Ingi Sørensen, systir­son­ urin, sum eisini hevur tikið mynd­ina omanfyri, fødd­ ur. Vit ynskja Annu hjart­a­ liga tillukku við 75 ára deg­ num! Anna hjá Nigga 75 ár 50 ÁR SÍÐANI JIMI HENDRIX DOYÐI James Marshall "Jimi" Hendrix (føddur Johnny Allen Hendrix 27. nov­ember 1942 i Seattle, Washington doyði hendan dagin fyri fimmti árum síðani, 18. sep­tember 1970 i London. Hann var am­erik­anskur rokkgittarisur, sang­ari og sangskrivari. Á papp­ír­inum doyði hann av eini yvirdosis av sovi­heilivági. Ivi er sádd­ur um deyðsorsøkina, og nógvar kon­ spira­tións­te­oriir hava verið frammi. Hann er grivin í Seattle í USA. FYLLIR 76 Á LANDSFUNDI Í morgin hevur Sambands­flokk­ur­ in landsfund. Sama dag fyllir fyrr­ ver­andi formaðurin og nú­verandi fólka­tingsmaðurin Ed­mund Joen­ sen, fólka­tings­mað­ur, 76 ár – og Jo­han Dahl fyllir 61 ár. Johs. Andr Næs 100 ár Til pápa, verfaðir, abba og langabba okkara, Jo­hannes Andreas Næs, á 100-ára minningardegi hansara 16. september 2020 Lag: Holli eingil, fylgisveinur mín ... Aldist upp í Nes eitt fólkaferð, kvinnur, menn, ein virkisfúsur skari, eydnusom var teimum dagsins gerð, um tað mangan strævið var í garði. Starv sítt víða tey um lívsins pall intu væl í vinnu og í verki, kendu samanhald sum lívsins kall undir felags ættarskjaldramerki. Saman hjálptust tey við lívsins spæl, kluvu ymsar vitsins brøttu tindar, vignaðust í øllum verki væl, søktu byr, har bestir vóru vindar. Flestu farin eru frá oss nú, eftir eru hjá oss vøkur minni, har vit huga fyrstu fet og bú, lívsins lag í hjarta várum inni. Faðir vár vit heiðra her í dag, nú hans aldardagur myrkur rennur við hans legu undir grønum flag, sorgblídni hvør okkar stillur kennir. Her tey hvíla, sum oss góvu lív, her vit eiga virðismikla túgvu, móðir vár og faðirs vakra vív, minnir góð vit eiga her í rúgvu. ----- Latið oss so hvørt sum lív várt fer, okkar eydnuløtur ikki gloyma, men í hugans afturundirgerð tær í hjartans loynikømrum goyma. Vit – øll tíni