Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 25. SEPTEMBER 2020 Sjálvandi stuðlar Helgi ikki samkyndum Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Lands­ lækn­anum. Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smitt­aðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina. Í gjár vórðu 1.884 kanningar gjørdar, og í alt eru 124.248 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 455 persónar fingið stað­fest smittuna í Føroyum. 416 persónar eru stað­festir frískir aftur, og sostatt eru 39 per­són­ar smittaðir í løtuni. Eingin persónur er inn­lagdur á Sjúkra­húsverki Før­ oya í samband við koronu­smittuna. KORONA Vakra Madonna – Vagina Klumma, síða 11 Flogvanlukkan: Knút hevði ánilsi frammanundan Siðsøga síða 24-25 Í blaðnum... Les eisini blaðið á telefonini Fólkið valdi eina homofobiska sam­gongu, so rættindi til samkynd mugu bíða Sjálvandi sigur Helgi Abrahamsen nei til at geva samkyndum foreldrum somu rætt­indi, sum øll onnur foreldur nát­úr­ liga hava. Hann er partur av samgongu, sum er í­móti at kvinnur kunnu giftast kvinn­um og menn giftast monnum. Og sum Bill Just­i­nussen sigur, so er hetta eitt mál, sum samgongan hevur arvað frá und­an­ farnu samgongu. Tí kann tað ikki koma óvart á nakran, at svarið úr Ting­a­nesi er eitt tvørt nei til at geva sam­kynd­um nøkur rættindi afturat. Hetta verður ikki sagt, tí at vit halda, at tað eig­ur at vera so. Men hetta er bara ver­u­leikin. Øll hesi sam­gong­u­ting­fólk, sum sótu á tingi í seinasta valskeiði, at­ kvøddu ímóti at geva samkyndum loyvi at gift­ast. Tað vóru bara tveir ting­menn úr núverandi samgonguflokkum, sum at­kvøddu fyri, og hvørgin teirra sit­ur á tingi í dag. Hinvegin atkvøddi allur Javn­að­ar­ flokk­ur­in og harvið eisini allur Sjálv­stýr­ is­flokk­urin í dag, fyri, eins og alt Tjóð­ veldi og Framsókn. Tað vil siga, at all­ir and­støð­u­flokkarnir eru 100 pro­sent fyri at loyva samkyndum at giftast með­an øll samgongan er 100 prosent í­móti. Tí er tað kanska løgið at ilskast inn á Helga Abrahamsen og leggja hann undir at føra politikk fyri Mið­flokk­in. Tí tað ger hann ikki. Hann førir sama politikk, sum Sambandsflokkurin og Fólka­flokkurin eisini ynskja – sjálvt um borg­ar­stjórin í Havn, sum atkøvddi í­móti hesum í Løg­ tinginum var tann fyrsta at gifta tveir menn – og harvið hev­ur Fólkaflokkurin skriv­að søgu við at vera tann fyrsti at gifta samkynd og har­við loypa frá sínum egna politikki á øk­i­num. Men vit eru á eini glíðibreyt. Tað er rætt. Summi halda tað vera ein trup­ul­ leika, meðan onnur halda, at glíði­breyt­in er púra nátúrlig og hevur verið tað líka síð­ani Adam og Evu. Helgi Abrahamsen glíður við. Tað ger Miðflokkurin eisini og Jógvan á Lakj­uni, tí annars høvdu teir longu havt rullað lógina aftur, so samkynd ikki sleppa at giftast – og ikki bara snakkað um tað. So samkynd fara at fáa rættindi sum onn­ur. Tað er bara ein spurningur um tíð. Men fólkið valdi á síðsta vali eina homo­fob­iska samgongu, sum ikki vil tað. So stutt er tann søgan. Regin av Steinum SEV eigur 13 vindmyllur uppi í Húsahaga og fimm úti á Eystnesi, og hesar 18 myllurnar eru rættiliga nýggjar. Umframt tær fimm á Nesi er eisini har tann sætta og innasta myllan; henda myllan er tann fyrsta hjá orkufelaginum og nógv minni enn hinar, men hon melur sjáldan, bara onkuntíð, so stendur hon still og genar. Og hví tað? Loysir tað seg ikki at hava hana longur, ella er hon í ólagi? Tær fimm stóru í Eysturoynni standa soleiðis, at fyrst eru tríggjar úti á Eystnesi og so tvær innari (við Vørðuna). Uttasta og innasta myllan hava havt fáar og ongar steðgir í vár og vetur, men hinar báðar, nr. 2 og 3 úti á nesinum, hava staðið stillar í fleiri mánaðir, kanska eitt hálvt ár; og nú í einar tvær vikur ella so hevur fjórða myllan eisini staðið still. Teir fingu ta aðru mylluna at gera nøkur hirs fyri nøkrum døgum síðani, tað var so tað, men nú gongur hon við snigilsferð og ger sjálvandi als ongan streym. Í morgun, hósdagin, 3. september 2020, kl. 8.25, boðar LV frá, at vindferðin á Høgareyni er 10-16 m/s, men støðan í Neshaga er, at bara tvær myllur (nr.1 og 5 av øllum teim seks myllunum, har eru, mala. Kann hetta sigast at vera nóg gott? Í Húsahaganum, har tær 13 myllurnar standa, hevur eisini ein teirra verið óvirkin ógvuliga leingi, helst um tað lagið, sum onnur og triðja myllan á Eystnesi. Tríggjar myllur av 18 er als ikki so lítið og svarar til 3:18= 16,7% Jú, víst kunnu tól og motorar ganga fyri, men hví skal tað taka so ógvuliga drúgva tíð at fáa tær umvældar og í gongd aftur? Tað kann vera so upp og niður við vindi og vætu, tað vita vit, men tað hjálpir ikki, at tólini eru lamin, tá ið byrurin er góður. Hvønn týdning og ávirkan hevur tað fyri SEV og kundan, at myllur standa óvirknar í langa tíð? T.d í peningi og útláti? Nú verða sjey stórar myllur settar upp í Porkerishaga, og har er ógvuliga veðurhart, tað hoyra vit í heilum. Tað fer at hava alt at siga, at komandi vindmyllur verða so sterka og haldgóðar, at tær veruliga tola veðurlagið í Føroyum, men vit vóna sjálvandi tað besta. Tey flestu mundu vera ikki sørt errin av SEV tað kvøldið, tá ið orkufelagið fekk handað handa umhvørvisprísin í Reykjavík fyri stóra framlopið, men er nú slaki komin í? Hetta nóg gott, SEV? Fýra nýggir tilburðir Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri