Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2020 SOSIALURIN 67 28 JÁKUP MARTIN HUGSAR IKKI UM ÍF OG 6.PLÁSSIÐ -Vit hugsa bara um okkum sjálvar og hvussu vit klára okkum. Gjørdu vit alt vit kundu í dag? Vit møta einum sterkum HB-liðið og skulu vit spæla upp við teir, so skulu vit spæla ein perfektan dyst. Tað gera vit ikki og tí endar tað sum tað endar, sigur Jákup Martin Joensen. TRÓNDUR ARGE – VIÐ MARGÁIR H B er aftur leyst av avbjóðarinum í FM-stríðnum. Við 5-1 sigrinum mikukvøldið er HB nú fýra stig fremst í landskappingini. Gestirnir kunnu fegnast um, at Adrian Justinussen aftur kom á máltalvuna, meðan avloysarnir hjá Mikkel Dahl skoraðu. Meðan KÍ og B36 enn stríðast í Evropa, so kann HB hugsavna seg um heimligu kappingina, og tað sær út til at geva teimum ein avgerandi fyrimun. Sóttarhald rakar fótbóltin Undan dystinum er greitt, at dysturin í Sarpugerði millum Víking og AB verður útsettur, tí seks spælarar hjá AB ganga á Glasi, har tilmælini siga at øll skulu kannast tvær ferðir, áðrenn tey sleppa úr sóttarhaldi. Fyri Samuel Chukwudi hjá HB er støðan tann, at hann skal sita í sóttarhaldi komandi tíðina, tí ein í flokkinum hevur fingið staðfest smittuna. Hørður Askham fekk grønt ljós í evstu løtu, og náddi akkurát bussin til Streymnesar. -Vit vóru 13 til venjing í gjár, og Hørður Askham fekk ikki svar fyrr enn beint áðrenn vit fóru avstað. Samuel Chukwudi er í sóttarhaldi og vit hava fleiri mans, sum ganga á Glasi, sigur Jens Berthel Askou. Hjá EB/Streymi eru eisini fleiri avbjóðingar undan dystinum. Bjarki Zachariasen er í sóttarhaldi, Tóki Johannesen er skaddur, og bæði Niklas Kruse og Teitur D. Olsen eru sjúkir. Hartil er Arnbjørn T. Hansen ikki førur fyri at spæla frá byrjan. Tað er nakað av vindi við Margáir, tá dómarin bríkslar dystin í gongd. Eina løtu er líkindini at spæla ikki góð, men í seinna hálvleiki bleiv heilt gott at spæla. HB greitt omaná Tað sást væl, at talan var um toppliðið, sum var á vitjan, og at HB er væl trimmað lið, meðan EB/Streymur er lið, sum ikki hongur so væl saman, og sum ikki hevur somu breidd, sum HB hevur. Trý mál vórðu skorað eftir lítlari løtu í fyrra hálvleiki, og felags fyri tey øll var, at tey vórðu skorað eftir horna. Málini vórðu skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og øll vórðu skorað eftir hornaspark og aftur og fram. Hilmar Leon Jakobsen legði HB framum 1-0 í 20. minutti. Andras Ó. Olsen javnaði í 25. minutti, og minuttin eftir var tað Daniel Johansen, sum aftur legði HB framum 2-1. HB legði fyri við øgiligum trýsti, uttan at talan var um so nógvar upplagdar málmøguleikar. Síðstu løtuna hevur tað ikki verið so stórur munur á, sum tað var fyrsta hálva tíman. Síðani hann kom aftur eftir langan skaðasteðg hevur kanónin hjá Adriani Justinussen ikki verið so neyv, sum hon var fyrr í ár. Men í kvøld eydn­að­ist tað hon­um at skora. Tað var lítla løtu eftir steðg­in, at Adrian Justinus­ sen fangaði bóltin, tá ið heimaliðið var á veg fram í álop. Adrian g jørdi skjótt av, og so smekk­aði hann bóltin í málið. T ó l v m i n u tt ­i r undan leik­ loki varð tað greitt, at øll stig­ ini fóru úr Streym­nesi, tá ið Hil­mar Leon Jakob­ sen eftir langa sending tamdi bóltin og skoraði við skoti úr 22 metr­um. Og átta minuttir undan leikloki var tað innskifti Øssur Dalbúð, sum vit fínum stútara økti til 5-1, eftir at Daniel Johansen hevði lagt diagonalsending úr vinstru. Hugsa bara um næsta dyst Hvørki Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, ella Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, vilja ordliga tosa um stigatalvuna ella gongdina í løtuni. EB/Streymur skal sunnudagin spæla móti ÍF, sum liggur á sætta p l á s s i v i ð tveimum stigum fleiri. Hetta er tí dystinum um sætta plássið, men soleiðis sær venjarin hjá EB/Streymi tað ikki. -Vit hugsa bara um okkum sjálvar og hvussu vit klára okkum. Gjørdu vit alt vit kundu í dag? Vit møta einum sterkum HB-liðið og skulu vit spæla upp við teir, so skulu vit spæla ein perfektan dyst. Tað gera vit ikki og tí endar tað sum tað endar, sigur Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi, sum ikki vil leggja meir í dystin móti ÍF sunudagin. Í HB-leguni vil venjarin ikki spæla við, tá hugt verður eftir stigatalvuni, har HB hevur fýra stig fleiri enn KÍ á øðrum plássi. -Vit mugu taka alt tað vekk, sum vit ikki kunnu brúka orku uppá. Vit hava nógvar dystir og tað hendir nógv í løtuni, tí skulu vit bara hugsavna okkum at spæla næsta dyst. Vit skulu nú eta rætt og gera okkum til reiðar til dystin móti B36, og ikki hugsa um stigatalvuna ella nakað annað, sigur Jens Berthel Askou. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Betri deildin menn 21.umfar: HB vann greiðan sigur á EB/ Streymi í regni og vindi mikukvøldið við Margáir. Hilmar Leon Jakobsen skoraði aftur við Magáir fyri HB, meðan heimaliðið ikki bara kláraði at halda standa eina løtu Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... EB/Streymur-HB 1-5: HB ER HB ER AFTUR AFTUR Á FM-KÓS Á FM-KÓS