Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nøvn TÍÐINDAFÓLK ANNIKA KUNOY IM, TERJI NIELSEN, VILMUND JACOBSEN, ÁRNI GREGERSEN, PÆTUR HJALMAR EVENSSON GRAFIKARI HEIDI Í DALI JACOBSEN LÝSINGARRÁÐGEVI KÁRI JOENSEN, MAGNUS GUNNARSSON SAMSKIPARI/GRAFISKUR VIÐMERKJARI DURITA ADELA NÝGGJUR KVØLDSKÚLALEIÐARI Á TOFTUM Áki Dyssegaard er nýggjur kvøldskúlaleiðari í Tofta kvøldskúla. Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er 37 ára gamal og giftur við konu av Strondum, har tey eisini búgva. Áki Dyssegaard er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur verið lærari í Tofta skúla síðani 2018. STEIN OLVUR NÝGGJUR FORMAÐUR Havnar Handverksmeistarafelag hevur skipað seg av nýggjum við Stein Olvi Petersen sum formanni. Magnus Magnussen er framvegis næstformaður. Á aðalfundinum 26. mai skipaði nevndin seg annars við Sámal Erik Hentze sum formanni, eins og hann hevur verið seinastu árini. Men nú hann hevur selt sín part í Húsavarðartænastuni og sostatt er aktivur á annan hátt í byggivinnuni, ynskti Sámal Erik, at onkur annar í nevndini skuldi taka yvir sum formaður. Valið fall á Stein Olv Petersen. Stein Olvur er stjóri í J & K Petersen og hevur sitið í nevndini í Havnar Handverksmeistarafelag seinastu seks árini. Nevndin sær nú soleiðis út: Stein Olvur Petersen, formaður Maguns Magnussen, næstformaður Sámal Erik Hentze, nevndarlimur Torbjørn Hansen, nevndarlimur Kartin Lenvig, nevndarlimur NÝGGJUR FÍGGJARFRØÐINGUR Á FØROYA TELE Klaksvíkingurin Emil Biskopstø er settur í starv sum fíggjarfrøðingur á fíggjardeildini hjá Føroya Tele. Emil Biskopstø er útbúgvin cand. merc. innan altjóða handil frá Syddansk Universitet í 2018. Síðani tá hevur hann starvast á fíggjardeildini hjá donsku fyritøkuni Peter Justesen, men 1. September tók hann so við starvi á fíggjardeildini hjá Føroya Tele.