hósdagur 24. september 2020síða 47
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Samrøða
L
is Eklund hevur í mong ár droymt um at
eiga og reka sítt egna hotel. Hon hevur
drúgvar royndir innan tænastuvinnuna
bæði í Føroyum og uttanlands.
– Sum heilt ung arbeiddi eg bæði í mót
tøkuni og sum tænari á Hotel Hafnia. Eg
arbeiddi eisini sum vaskifólk og uppvaskari á hotelli í
Danmark. Síðani byrjaði eg sum sølufólk á Hotel Før
oyum og varð síðani dagligur leiðari í 10 ár, áðrenn eg
segði meg úr starvi. Nú eigi og reki eg Hotel Havgrím og
Kaffihúsið, og her eru uppgávurnar nógvar. Tað er, sum
ein segði, tú byrjar sum uppvaskari og endar sum upp
vaskari, flennir hon.
Fyri 10 árum síðani byrjaðu Lis Eklund og maður
hennara, Johan í Niðristovu, Kaffihúsið Undir Bryggju
bakka í Havn.
– Vit hildu, at eitt kaffihús manglaði í miðbýnum í
Havn tá. Eitt kaffihús við óformellum fundarhølum. Tað
varð skjótt væl móttikið. Tá vit høvdu havt Kaffihúsið
í fimm ár, víðkaðu vit um virksemið, og tá fingu vit
kondittara og allur maturin varð gjørdur frá grundini av.
– Tá eg arbeiddi á Hotel Føroyum, kom Beinta øgiliga
ofta niðan á hotellið eftir skúlatíð. So sat hon har og legði
serviettar saman og hjálpti til. Seinni fór Beinta at læra
til tænara á Hotel Føroyum, sigur Lis Eklund og leggur
síðani aftrat, at tað var upplagt hjá henni og dótturini
Beintu at fara undir hotelvirksemi saman.
– Ja, eg var liðug at læra í 2006, og eg havi hildið á
í tænastuvinnuni síðani. Tað hevur verið spennandi, og
vit hava havt nógv um at vera, sigur Beinta Rasmussen.
Vit sita inni í nýumvældu kommandørhúsunum yviri
við strond í Havn og tosa. Eyðkendu húsini beint við
sjóvarmálan, sum nú eru vorðin gistingarhús. Húsini
eru umbygd við virðing og alski til upprunastílin, eins
og dentur er lagdur á, at innbúgvið hóskar til søguna og
tætta bandið millum staðsetingina, náttúruna og havið.
Húsini eita nú Havgrím Seaside Hotel.
Tey keypa kommandørhúsini yviri við
Strond
– Vit sóu eitt innslag í Degi í Viku um, at kommandør
húsini yviri við Strond vóru sett til sølu. Vit søgdu við
ein munn, at hetta var tað. Dagin eftir fóru vit at hyggja
at teimum, vit góvu eitt boð, fingu eitt mótboð, bjóðaðu
aftur, og so fingu vit tey. Tað kom óvart á okkum, sigur
36 ára gamla Beinta Rasmussen, dóttir Lis, flennandi.
Tey fingu húsini í desember í 2016 og fóru undir um
vælingina í januar 2017.
–Vit vórðu øll skjótt samd um, at stílurin skuldi vera
marglætis baðihotel, og at hotellið skuldi vera so grønt,
sum til bar, og tí varð stóra oljufýringin í kjallarinum út
skift við jarðhita millum annað, sigur Beinta Rasmussen
frá.
– Vit høvdu tó ikki eina fullfíggjaða tekning, tá arbeiði
byrjaði, og tí tóku vit nógvar av avgerðunum í tilgongdini.
Tað varð tí ofta ringt oman í Kaffihúsið eftir mammu og
mær, tá avgerðir skuldu takast um hvar stikkkontaktir og
annað skuldu setast, sigur hon skemtiliga.
Gerandisdagurin
Lis Eklund er stjóri í bæði Kaffihúsinum og Havgrím.
Lis tekur sær serliga av tí adminstrativa og hjálpir til, har
tørvur er á tí. Beinta er dagligur leiðari á Havgrím, og
hon samskiftir nógv við gestirnar, bæði áðrenn teir koma
á hotellið, og meðan teir vitja. Tær eru tó felags um allar
leiðsluavgerðir bæði í Kaffihúsinum og á Havgrím.
Tosið snýr seg sum allar oftast um arbeiði, sum fyllir
nógv allar dagar av árinum.
– Ja, altso vit hava jú ongantíð ordiliga frí. Hevur onk
ur stongt seg úti klokkan fýra um morgunin, so mugu vit
svara, tá telefonin ringir, sigur Lis Eklund.
– Onkuntíð velja vit tilvitað ikki at tosa um arbeiðið,
sigur Beinta Rasmussen.
Tær arbeiða væl saman og brúka styrkirnar hjá hvørji
aðrari í gerandisdegnum. Beinta tekur sær serliga av bók
ingum og gestum, sum vitja á hotellinum, meðan Lis situr
við tí mesta av tí fyrisitingarliga arbeiðinum.
– Tað er sjálvdan, at vit eru ósamdar, sigur Lis Eklund,
tá hon verður spurd, hvussu tað er at arbeiða so tætt sam
an við dóttur síni.
– Vit eru ósamdar av og á, men tað gongur sum oftast
»Tað hevur ávirkað meg, at eg
havi sitið við avlýsingum omaná
avlýsingum í fleiri mánaðir. Tað
ger eitt ella annað við psykuna«