týsdagur 29. september 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68
2MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Um vit øll gera okkara til at
hjálpa, og um politikararnir
játta neyðugu pengarnar,
so kunnu vit fáa bilbugt við
trupulleikanum
Tað eru óhugnalig tíðindi sum
berast um, at tað eru met nógv
hørð rúsevni í umferð í Føroy
um.
Hetta eru sjálvandi harmatíð
indi, tí tað er als ikki neyðugt, at
so nógv ólóglig rúsevni floyma
inn yvir landið. Um vit tóku okk
um saman, so komu vit hesum
trupulleikanum til lívs – ella um
ikki til lívs, so høvdu vit kunna
gjørt hann nógv minni, enn
hann er.
Vit eru eitt lítið samfelag, har
øll kenna øll. Vit royna at vera
ógvuliga tilvitað, tá tað snýr seg
um vanrøkt og misnýtslu av
børnum, sum eisini er sjálvsagt.
Har tosa vit javnan um fráboð
anarskyldu hjá øllum og skerp
aða fráboðanarskyldu hjá ávís
um starvsbólkum. Á sama hátt
kunnu vit gera við rúsevnismis
nýtslu. Tað er púra vist, at nógv
kenna bakmenninar, sum fylla
ungdómin við rúsevnum.
Um øll, sum vita, søgdu løg
regluni frá og soleiðis nýttu sína
sjálvsagdu fráboðanarskyldu at
siga frá lógarbroti, so høvdu vit
komið longur á leið. Um tað so er
sonur grannan, so sigið frá kort
ini. Ella um tað eru fólk í høgum
størvum í samfelagnum, so eigur
tað at verða fráboðað soleiðis,
at vit koma hesum keðiliga og
vandamikla trupulleika til lívs.
Tollvaldið hevur víst á, at
hóast ferðafólkastreymurin til
landið er vaksin við eini helvt
seinastu fimm árini, og hóast
talið av postpakkum er økt 90
prosent, so er manningin hjá
tollvaldinum óbroytt. Tað er
ikki nóg gott, og tað áttu politik
ararnir at gjørt nakað við bein
anvegin.
Tað nyttar einki bara at tosa
um trupulleikan. Vilja vit hava
bilbugt
trupulleikanum,
so
mugu pengar játtast, so tollvald
ið fær neyðugu manningina.
Tað verður eisini ein dystur
ímóti tíðini. Tí tað hevur sjálv
andi týdning at steðga rúsevn
issmuglingini, áðrenn rúsevni
vera eins nátúrlig og rúsdrekka.
Og áðrenn framleiðararnir vera
líka snildir, sum rúsdrekka
framleiðarar, sum framleiða
rúsdrekka, sum beinleiðis er
ætlað børnum. Spirtus við Ga
Jol-smakki og hvat annað tey
kunnu finna uppá.
Vit eru hysterisk, tá tað kem
ur til tubbak. Vit eru ov líkasal,
tá tað kemur til rúsdrekka. Latið
okkum ikki gera størsta feilin av
øllum við at lata rúsevni gjøgn
umsúrga samfelagið.
Tað nyttar einki bara at tosa
um trupulleikan - her má handlast
SKULU STEÐGA RÚSEVNUNUM
Demo
krati ella
centra
lisma
BOZENA RASMUSSEN
KJAK SÍÐA 12
– Tað er grindin,
sum varð merkt
í Bø
Merkta grindin úr Bø hev
ur seinasta mánaðin, frá tí
hon vendi á 64 breiddar
stigum, ferðast suðureftir,
og er nú komin suður á 53
breiddarstig.
Grindin er langt úr
landi, einar 600 fjórðing
ar vestur úr Írlandi, har
dýpið er góðar 3000 metr
ar. Á ferðini fór grindin
eisini í nakrar dagar vest
ureftir, og ferðaðist tá
gjøgnum júst sama økið,
har seinasta sambandið
var við grindina úr Havn.
Tað eru nú 114 dagar
síðan grindin úr Bø var
merkt.
Á hvørjum ári banka fólk frá
Adventistakirkjuni
upp
á
dyrnar hjá føroyingum fyri
at savna inn til HJÁLPSEMI,
men í 2020 verður hetta av
ongum. Kortini verður góður
møguleiki
fyri
at
hjálpa
heimsins fátøku og teimum,
sum eru illa fyri. Evnið í ár er:
"Gev børnum mat á borðið”.
Í eini tíð, tá Koronasmitt
an hevur herjað, hevur Ad
ventistakirkjan vegna boð
frá myndugleikunum ikki
kunnað gingið húsagongd í
ár í neyðhjálpartiltakinum
Hjálpsemi. Hetta var fyri at
hava fyrilit við fólkinum, ið
her býr. Fyrst útsettu teir frá
juni til august, og nú hava teir
avlýst innsavningina í ár.
Í staðin senda teir Hjálp
semi faldaran út til húsini
í Føroyum. Her kunnu tey
sum stuðla, lesa um hvussu
lítið skal til, so fátækar fam
iljur kunnu fáa mat á borðid.
Tað, sum er mest neyðugt
er at hjálpa fólki, so tey
kunnu klára seg sjálvi. Hetta
gerst millum annað við at
veita teimum nýggja set,
sum er mótstøðufør, amboð,
plantur og at hjálpa teimum
at gerast limir í samtøku
bankum á staðnum. Hetta
hjálpararbeiðið verður framt
av ADRA, sum er Adventist
akirkjunnar menningar - og
neyðhjálparfelagsskapur um
allan heim. Evnið er: "GEV
BØRNUM MAT Á BORÐIÐ! "
Pengarnir, sum koma inn
til Hjálpsemi, eru kærkomnir
”Sjálvt um Koronakreppan
darvar innsavningini eru vit
full av vón. Okkara roynd er,
at føroyingar eru eitt gevandi
fólk, og okkara innsavnarar
hava altíð verið væl móttiknir
í teim føroysku heimunum
av
okkara
norðurlendska
brøðrafólki," sigur Jens Vest
erager, aðalskrivari í ADRA
Danmark. Hann luttók sjálv
ur í innsavningini í fjør.
Harri Gudmundsson, sam
komuleiðari i Adventistakirk
juni, heldur fyri:
"Tað hevur ongantíð verið
lætt fyri meg at ganga hurð til
hurð og biðja um pengar, men
tað er ongastaðni so lætt sum
í Føroyum! Fólk her í Føroy
um hava stórt álit á Advent
istakirkjuna, og mong av
okkum, sum hava savnað inn
hava upplivað, hvussu lítið
skal til at gera mun fyri tann
einstaka móttakara í einum
tilafturskomnum landi.”
Hjálpin frá ADRA til hjálp
ararbeiði í heimsins kata
strofu-og kreppuraktum økj
um hevði í mongum førum
ikki verið møgulig uttan pen
ingin frá Hjálpsemi.
Neyðhjálpin hjá ADRA í
fjør fór til DR Congo flóttar
fólk í yvirfyltum ugandiskum
flóttarfólkalegum, tey sum
eru rakt av yvirflóð í Etiopia,
Zimbabve og Mozambique,
Rohingya flóttarfólk í Bangla
Desh og flóttarbørn í størstu
asylmiðstøðini í Serbia.
Møguleiki at hjálpa hóast Koronu
Rætt
urin at
arbeiða
fulla tíð
MARY ANTONSDÓTTIR
KJAK SÍÐA 12
Merkta grindin er nú
vestur úr Írlandi
Bólkurin, sum gekk frá hurð til hurð í fjør var bæði úr
Danmark og Føroyum. Harri Gudmundsson er nr. 2 frá høgru
og Jens Vesterager er nr. 5. Kontakta Harri Gudmundsson fyri
meiri vitan á telefon: +298 227779
Grindin er einar 600 fjórðingar úr Írlandi