Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Í Sosialinum um viku­ skift­ið var ljós varpað á ein vaksandi trupulleika við hørðum rúsevnum millum ung í Føroyum. Narko­deildin hjá løg­ regluni greiddi frá, at teir sóu nógv meira til hørð rúsevni millum ung, og samstundis vístu fólk frá Blákrossheiminum á, at tað er ein støðugt vaks­ andi eftirspurningur eftir viðgerð til ung mill­um 15 og 18 ár við rús­evna­ trupul­leikum. Hagtølini vísa ikki vøkstur Magni Mohr, professari, er formaður í Fólka­ heilsu­ráð­num, og hann er púra samdur við eitt nú løgregluna í, at man skal styrkja eftirlitið við landa­markið. Tað er einki at ivast í, at vit eru samd í, at man skal geva løgregluni bestu møguleikar at ar­ beiða ímóti rúsevnum, sig­ur hann. Men Magni Mohr greiðir frá, at tekur man støði í teimum hagtølum, ið eru tøk á økinum í løtu­ ni, so hevur tað ikki verið ein vaksandi trupul­leiki í Føroyum. Vit hava hagtøl frá kann­ing­um, sum eru gjørdar í ávikavíst 2007, 2011 og 2015, og har liggja hørð rúsevni á javnum støði, ikki vaksandi. Og saman­borið við tøl frá øðrum europeiskum lond­um, so liggja vit nógv lægri – eina frægast í Europa. Tað bleiv eisini ein kanning gjørd í fjør, og tey tølini havi eg so ikki enn. Tey vera vænt­ andi klár í nov­em­bur, og tá síggja vit kanska eina broyting, sigur Magni Mohr. Í stórari fólka­heilsu­ kann­ing, sum skal vísa reellu trupulleikarnar í samfelagnum, siga tølini, at minni enn eitt prosent av teimum spurdu siga seg hava roykt hash sein­ asta mánaðin. Og bert tvey prosent siga seg hava roykt hash seinasta árið. 15 prosent siga seg hava roynt hash onkuntíð í lívinum. So tað er eitt rættiliga lágt tal, og bara ein øgiliga lítil partur sigur seg hava roynt hørð rúsevni, sigur Magni Mohr. Hann sigur tí, at við støði í hagtølunum frá 2015, so eru rúsevnini ikki so stórur trupulleiki í Før­oy­um. Men vit eru væl vit­ andi um, at tað verður sagt, at tað er ein størri trupul­leiki í dag, men tað kunnu vit ikki stað­ festa enn. Men tað kann kanningin, sum nú fer at koma, kanska geva okkum ábendingar um, sig­ur formaðurin í Fólka­ heilsu­ráðnum. Vil heldur arbeiða við fyribyrging Fólkaheilsuráðið hevur áður gjørt ein faldara um ung og rúsevni, men Magni Mohr heldur ikki, at tað gevur stórvegis meining at arbeiða víðari á tann hátt. At hava ein faldara í dagsins samfelag, tá ið ungdómar ferðast á sosialum miðlum, gevur eftir okkara tykki ikki stór­vegis meining, sigur hann. Í dag gera Gigni og SSP fyri­byrgjandi arbeiði móti eitt nú rúsevnum úti á skúlunum kring landið, og sambært Magna Mohr er tað fyrst og fremst fyri­byrging heldur enn eftir­lit, ið man skal arbeiða við fyri at minka um rúsevnamisnýtsluna í Før­oyum. Vit halda 100 prosent, at tað man skal styrkja, er sálarligu og sosialu styrk­ina hjá teimum ungu í samfelagnum. Man skal arbeiða fyri­ byrgj­andi við trivnaði og sosialari heilsu, tí vit síggja rúsevnini sum eitt sympton uppá mis­trivnað og ringa al­ menna heilsu. Tað verður ógvuliga trupult full­ komiliga at steðga inn­ flutn­inginum av rús­ evnum, og tí skulu vit heldur brúka størri orku uppá at styrkja tey ungu sálarliga og sosialt. Tí síggja vit til dømis eisini upp­skotið í løgtinginum um ókeypis sálarliga hjálp til ung undir 18 ár sum nakað jaligt í hesum sam­bandi, sigur Magni Mohr. Hann vísir á, at man út frá kanningum, sum eru gjørdar, kann staðfesta, at nærum fjórði hvør ung­dómur í Føroyum hevur vánaliga sálarliga heilsu. Tann trupulleikan halda vit, at man skal samantvinna við trupul­ leikan við rús­evn­um, sigur formaðurin í Fólka­ heilsu­ráðnum. Hann heldur tað vera um­ráðandi, at man ger tey ungu var við, at tey skulu ansa eftir sær sjálvum, og at man vísir teim­um á, hvussu stórt virði er í at vera við í sosialum felagsskapum, sum eru sunnir at vera í. Saknar skipað samstarv Magni Mohr heldur, at tað sjálvsagt hevði verið best um man arbeiddi á øllum frontum við basa trupulleikanum við rús­ evn­um, men tað tykist lætt­ari sagt enn gjørt. Tað manglar púra víst ein samskipan á hes­um økinum, so at allir part­ ar, ið fáast við at basa trupul­leikanum, kunnu leggja eina felags ætlan. Tað eru nógv dømir um, at vit mangla slíka sam­ skipan í Føroyum. Men tað má koma frá polit­ isku skipanini, tí vit eru til dømis bara ein ráð­gev­ andi stovnur, sum fyrst og fremst kunnu arbeiða við upplýsandi partinum, sigur hann. terji@sosialurin.fo RÚSEVNIR ERU SYMPTOM UPPÁ MISTRIVNAÐ Skal man fyribyrgja, at ung byrja at brúka rúsevnir, so er neyðugt at varpa ljós á sálarligan og sosialan mistrivnað. Tað heldur Fólkaheilsuráðið, sum heldur tað vera umráðandi at fokus er á trivnaðin hjá teimum ungu Vit halda 100 prosent, at tað man skal styrkja, er sálarligu og sosialu styrkina hjá teimum ungu í samfelagnum. Man skal arbeiða fyribyrgjandi við trivnaði og sosialari heilsu, tí vit síggja rúsevnini sum eitt sympton uppá mistrivnað og ringa almenna heilsu, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum Savnsmynd