Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Á vári í fjør gjørdi TAKS eina frágreiðing til Fíggj­ ar­mála­ráð­ið um, hvussu tolleftirlitið kann upp­ rað­festast. Frá­greið­ingin bleiv gjørd, tí at TAKS hevði gjørt vart við, at eftirlitið átti at verið styrkt, tí virksemið inn­ an ferða­fólka­flutn­ing og vøruflutning hevði verið støðugt vaks­andi. Óbroytt normering í 20 ár Í frágreiðingini hjá TAKS, sum bleiv handað Fíggjar­mála­ráð­num í apríl mánað í fjør, verður staðfest, at normer­ingin á tolldeildini hjá TAKS hevur verið óbroytt í 20 ár, hóast samfelagið serliga sein­astu 10 árini er sera nógv broytt. Tolldeildin umsitur og hevur eftirlit við eitt nú ferðafólki, innflutningi, útflutn­ingi og flog- og skipa­ferðslu. Hetta er alt virksemið, ið er sera nógv vaksið. Tá ið deildin so hevur somu rakstr­ar- og eftirlitisorku, sigur tað seg sjálvt, at nøgdin av eftir­lit­um er versnað. Eitt dømi um hetta er, at talið av postpakkum í 2015 var um 4.000 um vikuna, meðan tað í 2019 var um 8.600 pakkar um vikuna. Í frágreiðingini er mill­um annað ein lýsing av toll­deild­ini hjá TAKS, og har stendur eitt nú, at deildin skal við sjón­ ligum marknaeftirliti verja Føroyar ímóti ólógligum inn­flutningi av vørum, rús­evnum, heilivági, vápnum og smittuberandi evnum. Men við vøkstri á so at siga øllum virkis­ økjum, samstundis sum normeringin á deildini er óbroytt, so er greitt, at tað er ógvuliga trupult hjá toll­deildini at liva upp til enda­málið, so væl sum man kundi ynskt sær, og sum man hevur gjørt fyrr. terji@sosialurin.fo Terji Nielsen TAKS sigur í frá­greið­ ingini til Fíggjareftirlitið, at í longdini verður eftir­ litið betur í sambandi við ávísar tillagingar á deildini, men eftir­lits­ tørv­urin verður bert nøkt­aður, um man fær størri arbeiðsorku á deild­ini. Innheintingardeildin niðurraðfest Í 2017 fór ein tollari úr starvi, men TAKS hevði ikki fíggjarligt rásarúm at seta nýggjan tollara, og tí bleiv ein pantifúti fluttur á tolldeildina fyri at halda sama virksemi í tollinum. Men hetta hevði so við sær, at inn­ heintingardeildin bleiv niður­raðfest, og tað held­ ur ikki í longdini. TAKS sigur tí í frá­ greiðingini frá í fjør, at teirra tilmæli er, at man hækkar játtanina hjá stovni­num við 3,1 millión krónur. Hesir pengar skulu brúkast til framhaldandi fígging av tollarum at seta, til setan av tollara, ið er hundaførari og til keyp av narkohundi og bili. Av hesum vóru tær 500.000 krón­urnar mettar sum ein eingangsjáttan fyri 2020, og tí skuldi tann var­andi hækkingin í játtan­ini framyvir vera 2,6 milliónir krónur. Ein slík hækkan í játtan­ini hevði havt við sær, at tolldeildin hevði blivið uppraðfest við trim­um starvsfólkum, úr 20 upp í 23, og tað svarar til ein vøkstur á 15 pro­ sent í mun til normer­ing­ ina seinastu mongu árini. TAKS viðgongur tó, at man helst hevði kunnað grundgivið fyri, at man hækkaði talið av tollarum og hundum væl meiri, men man metir tó, at við áðurnevndu upp­rað­ festing hevði man betrað nógv um møguleikan at gera eitt miðvísari og betri eftirlit. Men hóast Fíggjar­ mála­ráðið bað um frá­ greið­ingina frá TAKS um uppraðfesting av toll­ deildini, so hevur man ikki fylgt tilmælinum í frágreiðingini og játt­að fleiri pengar til toll­deild­ ina, soleiðis at man kann styrkja enn meiri um eftirlitið við eitt nú rús­ evna­inn­flutningi. terji@sosialurin.fo Eftirlitið við rúsevnum er nógv versnað Hóast bæði innflutningur og ferðafólkastreymur eru vaksin munandi seinastu mongu árini, so er tolleftirlitið ikki tillagað økta virkseminum. Ein frágreiðing hjá TAKS til Fíggjarmálaráðið vísir, at eftirlitið við innflutningi og rúsevnum er munandi versnað TILMÆLIÐ BLEIV IKKI FYLGT Í frágreiðingini, sum TAKS gjørdi til Fíggjarmálaráðið á vári í fjør, bleiv mælt til, at tolldeildin fekk eina hækkan í játtanini á góðar tríggjar milliónir. Hetta tilmæli bleiv tó ikki fylgt Tolldeildin hjá TAKS hevur havt somu normering í 20 ár, hóast alt øki, sum deildin virkar á, hevur verið í støðugum vøkstri. Savnsmynd