týsdagur 29. september 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Søk um
Ferðavinnstuðul
Stuðulin hevur til endamáls at birta undir og
stuðla vinnuligum ferðavinnuátøkum um alt
landið.
Stuðulin verður latin nýggjum tilboðum og
átøkum innan ferðavinnuna, ið byggja á
burðardygd og góðsku.
Øll hava møguleika at søkja um stuðul.
Kommunur og kunningarstovur kunnu søkja
um stuðul til almennar verkætlanir,
ið hækka støðið og skipa ferðavinnuna
kring landið betri.
Stuðulin verður í flestu førum latin til alment
infrakervi við beinleiðis tilknýti til ferðavinnuna,
t.d. gøtur, útsýnisstøð, kunnandi tilfar o.a.
Umsóknarskjøl og kunning um stuðulstreytir v.m. er at finna á heimasíðuni hjá
Visit Faroe Islands: www.visitfaroeislands.com/studul
Stuðul til vinnuligar
ferðavinnuverkætlanir
Stuðul til almennar
ferðavinnuverkætlanir
Freist
23. okt
fyrst og fremst
www.in.fo
Fuglafjarðar kommuna
KUNNGERÐ um vallistar
til kommunuvalið
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til
kommunuvalið 10. november 2020 liggja frammi
til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni á Ennivegi
38 frá 5. oktober til 16. oktober 2020 í vanligari
avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag millum kl.
10.00-15.00.
Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini
kunngjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama
tíðarskeiði.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan
ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í
seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða send
býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð
í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða
hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi
2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava
valkortið við sær, tá ið valt verður.
Fuglafjørður, tann 30. september 2020
Fuglafjarðar kommuna
Terji á Lakjuni, formaður í kommunuvalnevndini og
Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri
* Sí eisini www.fuglafjordur.fo