týsdagur 29. september 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2020 · Nr. 68
40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SLAKTIÐ
Oikos
tekur eitt
tak aftrat
- Vit miðja eftir at keypa eini
20.000 seyðaskinn í ár, sigur Helga
Nordendal hjá Oikos í Bø
VILMUND JACOBSEN
Felagið
Oikos,
sum
hevur
heimstað í Bø, tekur aftur í
heyst ímóti seyðaskinnum. Í
fjør heyst var eingin móttøka,
men tey, sum standa aftan fyri
felagið, hava gjørt av at herja á
aftur í heyst.
Tað var í 2001, at Jógvan
Nordendal, bóndi í Bø, byrjaði
at keypa seyðaskinn. Tey byrj
aðu varisliga, og fyrsta árið
vórðu nøkur hundrað skinn
keypt, saltaði og útflutt. Sum
tíðin leið, vórðu fleiri móttøkur
skipaðar kring landið, og talið
av skinnum gjørdist fleiri tús
und.
Móttøkur kring landið
Helga Nordendal sigur, at tey
miðja eftir at keypa eini 20.000
skinn í heyst, og eins og und
anfarin ár verða nakrar mót
tøkur skipaðar kring landið.
- Her kunnu fólk, sum hava
seyð, sleppa av við skinnini,
sum veitarar, ið Oikos sam
starvar við, síðan salta. Tá so
slaktið er av, fara vit á staðið
og heinta saltaðu skinnini.
Hon vísir á, at Oikos koyrir
eisini út og heintar skinn, sum
tey sjálvi salta.
- Í dag eru vit í Kunoy og
heinta skinn, men vit koyra
sjálvandi ikki so langan veg
eftir nøkrum fáum skinnum, tí
tað letur seg ikki gera, sigur
Helga Nordendal.
Djóralæknin í sving
Oikos hevur í fleiri ár havt
samstarv við føroyskan djóra
lækna, sum býr í Danmark og
sum er heima í Føroyum, tá
fjøllini verða gingin. Djóra
læknin er komin heim til Før
oya og er longu farin í sving.
Men, felagið hevur eisini
samstarvað við aðrar djóra
læknar, tá tað ikki letur seg
gera hjá einum djóralækna at
ferðast kring landið so hvørt,
sum fjøllini verða gingin.
Tað er serliga í heystfrítíðini,
at nógv fjøll verða gingin, og
mest er at gera.
- Djóralæknin ferðast kring
landið og sýnar seyðin, og
hetta er eitt krav hjá heilsu
myndugleikunum
fyri
at
sleppa at útflyta seyðaskinnini,
sigur hon.
Tað reint praktiska
Nú eingin móttøka var í fjør og
øll seyðaskinnini, sum Oikos
annars plagdi at taka ímóti,
endaðu á brennistøðini hjá
IRF, vónar Helga Nordendal, at
alt fer at spæla væl av, og at
heilsumyndugleikarnir
enn
einaferð verða at tosa við.
- Soleiðis, sum skipanin hev
ur verið seinnu árini, hevur
tað borið til at rikið hetta virk
semi, men verða tingini gjørd
alt ov trupul og ómøgulig,
kann alt detta niðurfyri, tí tað
reint praktiskt ikki ber til,
leggur hon aftrat.
Tær flestu móttøkur, sum
hava verið seinnu árini kring
landið, verða eisini í heyst. Tó
verður eingin móttøka í Suð
uroy hesaferð.
Hvítu skinnini trupul
Tað eru serliga tey hvítu skinn
ini, sum eru trupul at selja.
Hinvegin spyr útlendski markn
aðurin dúgliga eftir teimum
gráu og morreyðu skinnunum.
- Høvdu bøndur í størri mun
havt seyðalitirnar í huga, tá
lomb verða sett við, og veðra
gjólingar verða sleptir í hagan,
høvdu vit kanska havt eitt
sindur minni tal av hvítum
seyði og meira av blandaðum
liti, sigur Helga Nordendal.
Hon vísir á, at tey, sum
standa fyri móttøkunum kring
landið, fara at vegleiða bøndur
og eigarar annars, sum koma
við seyðaskinnum til saltingar.
- Vanligt er, at øll lambsskinn
verða tikin, og síðan onkur
ærs- og veðraskinn, sum eru
grá/ morreyð, leggur hon aftr
at.
Djóralækni og útflutningur
Sum skilst, eru 300.000 krónur
settar av á fíggjarlógini fyri í
ár, sum søkjast kann um til
útreiðslur
fyri
djóralækna
tænastur og útflutning.
Helga Nordendal vísir á, at
tá ES byrjaði at seta treytir
fyri innflutningi av seyða
skinnum, og djóralækni skuldi
út at sýna livandi seyð, var ein
ávísur stuðul fyri hvørt skinn.
Men, eftir nøkrum árum var
stuðulin burtur aftur - uttan,
at tey, sum taka ímóti skinn
um, fingu nakra fráboðan um
tað.
- Sjálvandi eigur tað at gera
mun, at tað almenna nú aftur
stuðlar undir fyri at dekka
útreiðslur til djóralækna og í
samband við útflutning, sigur
Helga Nordendal, sum heldur
tað vera stórt spell, um seyða
skinn ikki koma til sættis held
ur enn at enda í brenniovnin
um hjá IRF á Hagaleiti.
SOLEIÐIS
SKULU
SKINN
INI HAG
REIÐAST
Oikos hevur
nakrar
leiðbeiningar um,
hvussu skinnini,
sum felagið tekur
ímóti, skulu
viðfarast, áðrenn
tey verða saltað
VILMUND JACOBSEN
Felagið í Bø - Oikos - sum
aftur í heyst keypir seyða
skinn, hevur fest á blað,
hvussu
tey
ynskja,
at
skinnini verða hagreidd
undir og eftir fletting.
Felagið vísir á, at áðrenn
fjallgongu og fletting, skal
boðast frá í góðari tíð, nær
farið verður á fjall. Mælt
verður til, at sagt verður
frá dagin fyri fjalldagin -
og í seinasta lagi sama
morgun, sum farið verður
á fjall.
Hetta er neyðugt, tá tað
er eitt krav, at djóralækni
skal síggja seyðin, meðan
hann er á lívi.
Tá seyðurin verður flett
ur, skulu beinini skerast
ígjøgnum - og tískil skulu
beinini ikki verða ”rør
formað”, tá skinnið verður
saltað.
Eins og beinini skulu
skerast upp, skal halin eis
ini skerast aftur ígjøgnum.
So skjótt, sum flett er,
skal
skinnið
sleppa
at
kólna.
Oikos leggur dent á
tann stóra týdning tað
hevur, at skinnið er kalt,
áðrenn tað verður lagt í
rúgvu. Um ikki, rotnar
skinnið og spillist eftir
nøkrum tímum.
Tá skinnið verður kølt
niður, skal roðið venda
upp í einar 15 minuttir, og
síðan
skal
roðið
aftur
venda niður eftir, so roðið
ikki skortnar.
Oikos tilskilar sær sjálv
sagt eisini rætt til at vraka
vánalig og rotin skinn.
Í fjør heyst fóru øll seyðaskinnini, sum Oikos annars plagar at keypa, í brenniovnin hjá IRF. Nú ger felagið í Bø enn eina roynd at gagnnýta skinnini