týsdagur 29. september 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
30. SEPTEMBER 2020 · NR. 68
Sosialurin
44
KOMMUNUVAL 2020
Vilmund Jacobsen
Tað var ikki nøkur løtt avgerð,
tá Aimé Jacobsen skuldi taka
støðu til, um hon skuldi lata seg
stilla upp aftur á kommunu
valinum, sum nú stundar til.
Hon varð vald í bygdaráðið í
Sørvágs kommunu í 2016. Tveir
listar vóru til valið og listin, har
hon var á, gjørdist hin størri.
- Tað var meira av tilvild, at
eg kom aftur á listan til kom
munuvalið í 2016. Eg var upp
stillað til kommunuvalið í 2012,
men kom ikki inn. Síðan var
eg á javnaðarlistanum til løg
tingsvalið í 2015, har eg fekk 64
atkvøður.
Á kommunuvalinum í 2016
fekk Aimé Jacobsen 61 at
kvøður. Hon gjørdist fyrst vald
á lista A og fekk tískil møgu
leikan at gerast borgarstjóri.
Spennandi avbjóðing
Aimé Jacobsen hevði ikki ætlað
sær á listan í 2016, men hevði
sagt við fólk, sum skipaðu fyri,
at hon kundi vera við, um teim
um vantaðu valevni.
- Sjálvandi gjørdist eg ovfar
in og fegin, tá eg gjørdist fyrst
vald á listanum og fekk høvi at
gerast borgarstjóri í Sørvágs
kommunu.
Men, í dag er hon avgjørd
um, at hetta verður hennara
einasta og seinasta seta sum
kommunustýrislimur
og
borgarstjóri í hesum umfari,
nú hon hevur valt ikki at stilla
uppaftur.
- At koma í bygdaráðið og
gerast
borgarstjóri
beinan
vegin, var sjálvandi ein spenn
andi avbjóðing og stór upp
gáva.
Aimé Jacobsen vísir á, at
Sørvágs kommuna hevur eina
lutfalsliga lítla, men góða um
siting. Í umsitingini eru trý
fólk, sum øll hava verið leingi í
starvi hjá kommununi, og har
aftrat er so borgarstjórin.
- Nú skeiðið nærkast enda
num, heldur onkur, at tað hevði
verið lættari hjá mær at hildið
fram, nú einki er fremmant
longur. Men, eg havi tikið mína
avgerð, og hon verður ikki
broytt. Eg eri glað fyri tíðina í
bygdaráðnum, sum hevur verið
góð, spennandi og lærurík.
Hon sigur, at umsitingin eisi
ni hevur dugnað henni væl.
- Vit hava havt tað ordiliga
gott saman hesi ár, og tey siga
seg harmast um, at eg ikki stilli
uppaftur, sigur borgarstjórin.
Tekur tað avslappað
Aimé Jacobsen, sum er 60 ára
gomul, uppvaksin og gift í
Sørvági, hevur starvast sum
fólkaskúlalærari við Sørvágs
skúla heilt síðan 1986 - við
undantaki av trimum árum í
Sjóvinnustýrinum.
- Eftir árini í Sjóvinnustýri
num fór eg aftur í lærara
starvið, og mær hevur dámt
væl at starvast sum lærari.
Nú fari eg at taka tað, sum tað
kemur, og mær nýtist ikki at
skræða meg sundur, sum hon
brosandi tekur til.
Aimé Jacobsen hevur eisini
tikið
eina
útbúgving
sum
kandidatur í námsfrøðiligari
sálarfrøði, og hon tók hesa út
búgving, meðan hon var í starvi
sum lærari við niðursettari tíð.
Hetta er ein eftirútbúgving,
ið partvís hevur verið skipað
sum fjarlestur við tilknýti til
Århus
Universitet.
Soleiðis
hevur hon eisini verið í Århus
av og á í samband við útbúgv
ingina.
- Eg havi leingi havt áhuga
fyri námsfrøðiligari sálarfrøði,
og lærdómur er lættur at bera.
Hetta er gott at hava í skjáttuni,
men nú ætli eg mær ikki at lesa
víðari, leggur hon aftrat.
Tað verður okkurt
Aimé Jacobsen vil í løtuni ikki
siga, um hon endar í skúlanum
aftur, tá tíðin sum borgar
stjórin er lokin hin 1. januar
2021.
- Í løtuni er eingin avgerð
tikin um, hvussu verður fram
eftir, men tað verður í øllum
førum okkurt, sum tíðin gong
ur, leggur borgarstjórin aftrat.
- MÆR NÝTIST IKKI AT
SKRÆÐA MEG SUNDUR
Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs
kommunu, hevur tikið sína avgerð um
ikki at stilla uppaftur á kommunuvalinum
komandi, og henda avgerð verður ikki broytt
Vilmund Jacobsen
Tey, sum vórðu vald í kom
munustýrið í Sørvágs kom
munu á kommunuvalinum
seinast, vóru á lista A: Aimé
Jacobsen (61), Jóhan Fróði á
Ørg (54), Marna Kárvør Jacob
sen (53) og Jákup á Stongum
(44). Á lista B vórðu hesi vald:
Sune Jacobsen (83), Elsebeth
Jóhanna Klode Davidsen (39)
og Anne Sophie Nordendal
(38).
Borgarstjóri í Sørvágs kom
munu eftir seinasta kommu
val gjørdist Aimé Jacobsen,
og Anne Sophie Nordendal
gjørdist varaborgarstjóri.
Sitandi borgarstjóri, Aimé
Jacobsen, stillar ikki upp aftur
á kommunuvalinum í novem
ber.
Eyðdis Hartmann Niclasen
er borgarstjóri í Vága kommu
nu, og her er Rósa Samuelsen
varaborgarstjóri.
Soleiðis eru tað kvinnur,
sum eru fremstar bæði í Sør
vágs kommunu og Vága kom
munu í hesum valskeiðnum.
Hvørki Aimé Jacobsen ella
Eyðdis Hartmann Niclasen
stilla upp aftur á kommunu
valinum komandi.
Tað eru tvær kvinnur, sum eru ávikavist borgarstjóri og varaborgarstjóri
í Sørvágs kommunu, og soleiðis er eisini í Vága kommunu
Soleiðis fall seinasta kommunuval
Aimé Jacobsen, sum er 60 ára gomul, hevur starvast sum fólkaskúlalærari við Sørvágs
skúla heilt síðan 1986 - við undantaki av trimum árum í Sjóvinnustýrinum
Mynd: Álvur Haraldsen