týsdagur 29. september 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
30. SEPTEMBER 2020 · NR. 68
Sosialurin
46
KOMMUNUVAL 2020
Vágar eru býttar í tvær kom
munur, Sørvágs og Vága kom
munu.
Sjálvt
um
samstarv
er
millum báðar kommunurnar –
millum annað á eldraøkinum,
so hava tey í Vágum valt fram
haldani at hava tvær meðal
stórar føroyskar kommunur
heldur enn eina størri.
Hesi seinastu fýra árini,
hevur Eydis Hartman Niclasen,
sitið við borðendan í Vága kom
munu, men nú undan kom
munuvalinum hevur hon gjørt
av, at eitt fýra ára skeið er nóg
mikið fyri hana í kommununi.
-Eg havi tikið avgerð, at
eg fari aftur á mítt gamla
arbeiðspláss á Smyril Line,
tá ið hetta skeiðið endar 31.
desember, sigur hon.
Avbjóðingar
Borgarstjórin, sum nú leggur
frá sær, heldur, at tað er eydn
ast at loyst nógv mál hesi
seinastu fýra árini, men hon
sær eisini at skal kommunan
mennast og fáa fleiri inntøkur
til vega í kommunukassan, so
er neyðugt at taka av nýggjum
avbjóðingum.
-Sum eg dugi at síggja tað, so
er tað neyðugt at vit fara undir
at byggja havnarlagið út, so vit
tann vegin kunnu skapa nýggj
ar inntøkur til kommununa,
sigur Eydis Hartman Niclasen.
Hon heldur, at í dag er tað ikki
nóg mikið at hava eina havn,
sum ikki uttan vandar kann taka
ímóti skipum, sum stinga djúpt.
-Tí er neyðugt bæði at dýpa
havnina og víðka um havnar
lagið, so vit kunnu taka ímóti
stórum skipum, heldur hon.
Hon hugsar frameftir í sam
band við Arktis og nýggju sig
lingarleiðirnar,sum hava við
sær at fleiri og størri skip koma
hendan vegin.
-Eg síggi fyri mær eitt gott
havnarlag – Port of Vágar – sum
fer at gerast eitt knútapunkt
fyri tænastu til skipaferðsluna,
sum fer at koma framvið Før
oyum, sigur hon.
Samstarvið
Sjálvt um Vágar eru býttar
sundur í yvær kommunur, so
er samstarv á fleiri økjum.
Fyrst og fremst er eldraøkið
eitt øki, sum kommunurnar
virka saman um, eftir at Løg
tingið legði eldraøkið út til
kommunurnar.
Sýnin er í Miðvági og ellis
heimið har er høvuðsumvælt
nú seinastu árini.
Samstarv er eisini um ferða
vinnuan, har roynt verður
at finna eitt felags stev fyri
ferðavinnuni í Vágum fyri
at grundfesta ferðavinnuna
millum tey fólk, sum búgva í
Vagum og Mykisnesi.
Kommunan
hevur
eisini
sjálv tikið risatøk við at um- og
útbyggja skúlan á Giljanesi og
herfyri samtykti bygaráðið at
fara undir annað byggistig.
-Sjálvandi vita vit eisini, at
korona herjar, men vit hava
gjøgnumgingið
viðurskitini
her bæði fúrrjarliga aog á ann
an hátt og vit eru komin til ta
niðurstøðu, at vit tora væl at
fara undir annað byggistig,
sigur borgarstjórin.
-Vit vilja tó ikki leypa fram
av, men hava minkað hetta
byggistigið úr 70 niður í 40
milljónir. Tað tora vit at standa
inni fyri, sigur hon.
Tíðirnar broytast
Borgarstjórin í Vágum var
44 ára gomul, tá ið setti seg
í borgarstjórastólin á kom
munuskrivstovuni í Miðvági.
Hon er rímuliga nøgd við
tað, sum er komið burturúr
hesi fýra árini, men veit essini,
at skal kommunan mennast
meira, so er neyðugt at hon
bjóðar seg fram.
-Hetta er bæði við havnalag
num, men eisini so kommunan
eisini dregur fólk til sín. Fólk
við børnum og virkin fólk, so
vit fáa eina javnvág í saman
setingini
av
teimum,
sum
búgva her, sigur hon.
BORGARSTJÓRIN Í VÁGA KOMMUNU
TAKKAR FYRI SEG EFTIR FÝRA ÁRUM
Menningin hevur gingið skjótt, men stundin
er komin at fara aftur í vinnulívð at arbeiða,
heldur Eydis Hartman Niclasen, borgarstjóri
BÝRÁÐSLIMIR Í VAGA KOMMUNU
Eyðdis Hartmann Niclasen, Borgarstjóri
Rósa Samuelsen, Varaborgarstjóri
Dagbjørn Hansen, Býráðslimur og formaður í Teknisku nevnd
Albert Ellefsen, Býráðslimur og formaður í Mentanar- og
Trivnaðarnevndini
Jens Gaardlykke, Býráðslimur
Heðin Poulsen, Býráðslimur og formaður í Vinnu- og
Havnanevndini
Dánjal Thomsen, Býráðslimur
Jonhard Joensen, Býráðslimur
Jórun S. Haraldsen, Býráðslimur
Dánial Johansen, Býráðslimur
Jóhannis Joensen, Býráðslimur
Eydis Hartman Niclasen hevur
sitið sum borgarstjóri hesi
seinastu fýra árini.
Hon er borin í heim í Grøn
landi, men hevur foreldur,
ættað av Tvøroyri.
Hon hevur arbeitt í umleið
10 ár sum stjórnarskrivari hjá
DFDS áðrenn fór í sama starv
hjá Smyril Line.
Hon er gift í Vágum og hon
eigur tveir dringir saman við
manninum
Í byrjanini av komandi ári
fer hon aftur í starv hjá Smyril
Line.
Borgarstjórin
Eydis Hartman Niclasene stillar ikki uppaftur. Hon hevur sitið sum borgarsstjóri seinastu fýra árini