Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í ár 221 fyri Kristi føðing er Kina samansett av sjey sjálvstøðugum kongarík- um. Ying Zheng av Qin hevur sett sær fyri, at hann skal leggja tey øll saman um eitt stórveldi. Sum søgan sigur, so eydnaðist hetta honum eisini, tá hann at enda bygdi Kinverska múrin at verja ríki sítt, men somikið langt gongur søgan tó ikki í hesum filminum. Tá Ying Zheng leggur ætlanir sínar alment fram, møta hesar stórari mót- støðu. Fleiri eru, sum síggja sær ein møguleika fyri egnan vinning í hesum. Ein er tó, sum vil hjálpa konginum í hesum. Frú Zhao setir sær nevnliga fyri, at hon skal leiga ein drápsmann at taka lívið av konginum. Ætlanin er eis- ini, at hetta skal miseydn- ast, so hinir kongarnir síggja, at Ying Zheng bert vil tað besta fyri samlaða ríkið. Tað tekur nakað av tí, áðrenn Zhao fær yvirtalað leigudrápsmannin til hetta, og tá hetta loksins er eydn- ast henni, er alt broytt. Kongurin hevur nú givið ordrar til hópmorð kring alt ríkið, so nú er brádliga al- neyðugt, at ætlanin um kongsmorðið skal eydnast. Nr. 247 - 24. desember 2004 Keisarin og leigudrápsmaðurin Jing Ke ci qin wang DR1 jóladag kl. 23.35 Bowen hoyrir til ein gamlan riddaraordan. Hann hevur í longri tíð tænt einum óndum kongi, har hann hevur vant krúnprinsin, Einon. Tá óndi kongurin doyr, verður Einon eisini særdur, men tað finst ein háttur at bjarga lívi hansara. Saman við drotningini fer Bowen til ein gamlan dreka, sum skal lata helvt- ina av sínum hjarta til prinsin. Hetta eydnast, men tá Einon kemur til valdið, vísir tað seg skjótt, at hann ikki er pettið frægari enn pápin. Í síni neyð fer Bow- en nú á eina sanna riddaraferð, har hann roynir at bøta um skaðan. Skjótt hevur hann dripið allar heimsins drekar - uttan ein. Móti Draco gerst talan nevnliga um javnleik, og so gera teir báðir av at fara í parti við hvørjum øðrum. Hetta so at Bowen fær stór- ar gávur, fyri at »drepa« ónda drekan. Landið líður tó framvegis undir ónda konginum, og at enda gera Bowen og Draco av, at nú kann vera nóg mikið. Kanal 5 30. desember kl. 18.00 Dragonheart