Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 2. OKTOBER 2020 Helst semja um tunlarnar Mikudagin vórðu fimm nýggir tilburðir av koronu, staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tey fimm eru smittað í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, og tað er ein smittuketa, sum landslæknin fylgir. Tey smitt­aðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Mikudagin vórðu 1.006 kanningar gjørd­ ar, og allar kanningarnar eru liðugt grein­ að­ar. Í alt eru 131.130 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 472 persónar fingið stað­fest smittuna í Føroyum. Í alt eru 429 per­sónar staðfestir frísk­ir aftur, og so­ statt eru 43 persónar smitt­aðir í løtuni. Eingin er inn­lagdur við Koronu. HÓSDAGUR Kann jalousi vera ein jalig kensla? Klumma, síða 11 Spanska sjúkan gjørdist drúgv Siðsøga síða 20-21 Í blaðnum... Les eisini blaðið á telefonini Framvegis fara fýra tunlar at vera í gerð í senn Eitt hall upp á 172 millónir krónur er utt­ an iva lægri, enn tey flestu høgdu roknað við. Tað er hallið á løgtingsfíggjarlógini fyri komandi ár, sum sipað verður til. Met­ingarnar fyrr í ár vóru øgiligar, men tí­bet­ur hevur ikki gingið so illa, sum ótt­ ast var fyri, við koronusmittuni, sum ikki hev­ur fingið so negativar avleiðingar fyri lands­kassan. Landsstýrismaðurin legði tó dent á, at í fíggj­ar­lógini er eingin króna avsett til til­tøk móti koronufarsóttini, um hon fer at gera um seg. Og tað er vónleyst at vita, hvussu nógv skal setast av til slíkt, tó at tað helst verða onkrar útreiðslur fyri landskassan. Har kunnu vit so bara vóna, at tær ikki fara at tyngja landskassan alt ov mikið. Men verð­ur tað neyðugt, so má ein eyka­ fíggj­ar­lóg til, eins og gjørt hevur verið í ár. Um so skuldi verið, so fær tað sjálv­ andi ávirkan á hallið, sum tá fer at vaksa. Íløgurnar á fíggjarlógini liggja á sama støði sum í ár, 522 milliónir kronur. Ein triðingur av hesum fer til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Av øðrum íløgum, sum hava verið nógv umrøddar kunnu nevnast tunnilin norður um Fjall og Fámjinstunnilin. Dals­tunn­ilin er í gerð, og har verður hild­ ið fram. Tá tað snýr seg um íløgur í und­ ir­støð­u­kervi, so er hugurin líka góður, hvør tað so er, sum situr við valdið. Mun­ ur verður raðfestingarnar. Enn sum áður, so verða fýra tunlar í gerð sam­stundis. Í løtuni eru tað Eyst­ur­ oy­ar­tunnilin, Sandoyartunnlin, Hval­bi­ ar­tunnilin, Dalstunnilin Um ársskiftið vera Eysturoyartunnlin og Hvalbirartunnlin lidnir, og tá verður far­ið undir Fámjinstunnin og tunlar norð um Fjall. Umframt hetta eru 55 milliónir settar av til innkomuvegin frá Eyst­ur­oy­ar­tunl­ inum í Runavík, og 41 milliónir til inn­ kom­u­vegin havnarmegin – har eisini tunn­ils­felagið rindar 27 milliónir. Frá 25 ætlar samgongan at seta 100 mill­i­ónir av til Suðuroyartunnilin. Hetta eru alt mál, ið tey uttan iva finna breiða semju um í Løgtinginum – men uttan iva eru tað fleiri viðurskifti, sum semja valla fæst um. Tað hoyra vit utt­an iva meira um í næstum, tá Løg­ tings­fíggjar­lógin 2021 fær fyrstu viðgerð í ting­inum týsdagin. Fimm nýggir tilburðir av koronu Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri torshavn.fo Til býráðsvalið 10. november 2020 í Tórshavnar kommunu eru allir vallistar til øll atkvøðustøðini í kommununi til skjals í Snarskivuni frá 13.-27. oktober 2020. Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin. Vallistar