hósdagur 1. oktober 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 68
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Rúsevniseftirlit við
ferðafólki, posti og
farmi er munandi
afturútsiglt. Seinastu
fimm árini er talið
á postpakkum
økt 90 prosent, og
ferðafólkatalið er økt
51 prosent. Men talið
á tollarum er óbroytt
seinastu 20 árini.
Nýggi Dettifoss hjá
Eimskip gjørdist
fyrsta skipið at
lasta við nýggju
Skansabryggjuna.
Um 200 metrar av
bryggjukanti kunnu
í løtuni nýtast, og
Dettifoss varð nýtt í
royndarsigling, har 100
bingjur vórðu lastaðar.
24 umsóknir komu
til starvið sum
sendifólk í Ísrael.
Allir umsøkjararnir
eru føroyingar, og 20
av umsøkjarunum eru
menn, meðan fýra eru
kvinnur.
Helgi Abrahamsen,
landsstýrismaður í
vinnumálum, ger greitt,
at samkynd foreldur
fara ikki at fáa eins
sømdir og hinskynd í
barsilsskipanini.
KÍ
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Í september í ár vórðu innfluttir
165 nýggir persónbilar. Hetta
er 14 fleiri enn í september í
fjør, tá 151 nýggir persónbilar
vórðu innfluttir.
165
165
Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur
staðið seg ómetaliga væl í
evropeiskum fótbólti í ár við
sigrum í bæði Champions
League og Europa League
undankappingunum.
Hóast stríðið millum
fótbóltsfeløgini í Betri deildini
stundum er hart, eru øll KÍ'arar
í hesum døgum.
Stoltleikin í føroyskum fótbólti.
"Haldi tídin er komin til at vit fáa eina avrúsingardeild, ið avrúsar fólk, sum sídani kunnu velja, um tey
fara á ein av viðgerdarstovnunum, ella bara høvdu brúk fyri at fóta sær.Trýstið á stovnarnar er høgt, og
eru tað javnan fólk, ið kæra sína neyð (at nú vildi hon ella hann endiliga taka ímóti hjálp, men so renna
tey seg í eina langa bíðitíð). Vidgerð og avrúsing er hvør sítt, so hvat vid at gera eina akutta avrúsing, ið
síðani motiverar/stuðlar brúkaranum til at velja stovn ella tad, í hann/hon hevur brúk fyri?"
Síðani eg seinast sakrivaði er nógv
hent í okkara samfelag.
Korona hevur broytt atferðina hjá
okkum øllum. Summi eru smittað og
hava merkt sviðan av sjúkuni, meðan
onnur hava verið í sóttarhaldi í drúgva
tíð fyri ikki at smitta onnur.
Sjálvandi kann tað virka sum grenj,
tá ið summi siga seg keða seg at liggja
heima í 14 dagar.
Men tað ávirkar alt og øll, at
viðurskiftini eru so nógv broytt. Vit
eru von at kunna ferðast frítt – bæði í
egnum landi og kring um í heiminum.
Hesum forðar korona – ella ger tað
torførari. Ásettar reglur, sum skulu
forða fyri smittuspjaðing, gera tað
torført at uppføra seg sum vanligt
annars.
Í Føroyum eru summi harðari
rakt enn onur. Tey gomlu og so tey
ungu. Tey gomlu, sum eru á ellis- og
røktaarheimium hava í langa tíð ikki
fingið vitjan og missa á tann hátt av
lívsvirðunum á lívsins kvøldarstund.
Hjá teimum ungu forðar korona fyri
at tey kunnu hittast í stórum tali og
skemta sær saman. Nú skal ansast væl
eftir at tey ikki eru ov mong saman og
at tey ikki eru ov tætt.
Ája!
Beint
nú
eru
tað
eisini
konfirmantarnir, sum eru raktir.
Summi skuldu havt fingið prestsins
hond á høvdið í vár, men tí forpurraði
korona.
Nú fermingin aftur er á skránni
hóttir smittan aftur. Tey flestu verða
helst fermd, men ongin av veitslunum
verður sum ætlað.
Kanska ikki nakar beinleiðis skaði,
men keðiligt hjá teimum, sum í langa
tíð hava glett seg til stóra dagin.
Ája!
Fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd
fram. Sjálvandi er tað misjavnt, hvussu
fólk taka ímóti uppskotinum
At hallið bert er 172 milljónir
næsta ár er sjálvandi nógv betri enn
nakar hevði væntað fyrr í ár, men
landsstýrismaðurin leggur dent á, at
korona kann broyta úrslitið
Meðan vit tosa um pengar, so verður
í skrivandi stund við spenningi bíðað
eftir KÍ-dystinum í kvøld í Dublin. Tað
snýr seg fyrst og fremst um at vinna,
men vit mugu eisini staðfesta, at
úrslitið kann broyta maktfordeilingina
í føroyskum fótbólti við øllum
pengunum, sum eru at vinna.
Skurðfjøllin verða gingin og
nógvataðni ljóðar frá góðum úrslitum
– bæði í vekt og í tali.
Fyri at venda aftur til pengar, so eru
tað ikki nógv í Føroyum, sum liva av
seyðhaldi, men hetta er ein inngrógvin
partur av føroyskari mentan.
Uppilagstir sjómenn og pensjónistar
fáa nógva tíð at ganga við at passa seyð.
Hendan tíðin er hugnalig, tí sjálvt
um teir ikki fáa pening, so fáa teirnú
løn fyri stríðið, nú lombini verða flett
og hongd upp.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
FRÍGGJADAGIN
Strúkur í vindi av landssynnin-
gi vestan. Út á kvøldið stívt
andøvsgul, og hann snarar í ein
landssynning. Yvirhøvur turt, og
hitin verður millum 10 og 11 stig.
LEYGARDAGIN
Andøvsgul til strúk í vindi av
landssynningi. Samdrigið men
turt út á seinnapartin. Um kvøldið
lot av landnyrðingi og regn. Hitin
verður millum 9 og 10 stig.
SUNNUDAGIN
Andøvsgul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi, 6-7 metrar um se-
kundið. Tað verður skýggjað, men
sólarglottar verða bæði fyrrapart
og seinnapart. Um kvøldið minkar
hann vindin í eitt gul. Turt allan
dagin. Hitin verður millum 10 og
12 stig.
10-15 m/s
5-10 m/s
1-5 m/s
Visti tú?
- At talið á deyðum av koronufarsótt í
vikuni fór upp um eina millión?
- At Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður,
hevur lagt fram uppskot um at leingja
barsilsfarloyvið við fýra vikum?
- At fyrsta sjónvarpskjakið í amerikanska
forsetavalinum var í vikuni?
- Visti tú, at tað leygardagin vóru 50 ár
síðan flogvanlukkuna í Mykinesi?
- At tað eru 13 ár síðani, at Bill
Clinton vitjaði í Føroyum?