týsdagur 6. oktober 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2020 · Nr. 70
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Steinar Patursson
Dagstovnurin
Fríðriks
garður á Landavegnum
í Havn fekk í summar
umfatandi vatnskaða, tá
tekjan á dagstovninum
skuldi skiftast.
Bogi Jacobsen, tekn
iskur stjóri í Tórshavnar
kommunu, greiðir frá,
ein partur av tekjuni
varð tikin av í sambandi
við tekjuskiftið, men tað
fór at regna illa, meðan
tekjan stóð opin, og hand
verkararnir vóru farnir
heim.
Bogi Jacobsen sigur,
at
plastinndekningur
varð lagdur omaná opið
í tekjuni. Hesin plastinn
dekningurin var antin
ikki
lagdur
nóg
væl
omanyvir, ella var hann
ikki egnaður til enda
málið, tí hann helt undir
øllum umstøðum ikki
regninum úti.
– Júst hatta kvøldið
kemur øgiliga nógv regn,
og tann inndekningurin,
sum varð gjørdur, var ikki
nøktandi, so tað regnar
inn um náttina, sigur
Bogi Jacobsen.
Ein granni, ið Sosialur
in hevur tosað við, greiðir
frá, at handverkarar vóru
aftur á stovninum um
náttina, har teir stríddust
sum úlvur á skóg at
leggja okkurt oman yvir
opið, samstundis sum at
teir við spannum oystu
vatn út gjøgnum dyrnar.
Úrslitið gjørdist eisini,
at regnið gjørdi umfat
andi skaða á gólv og
veggir á Fríðriksgarði.
– Tað kemur so nógv
vatn inn á gólvið, at tað
so at siga fær fatur á
gipsplátunum, sum súgva
vatnið upp í seg, sigur
Bogi Jacobsen.
Gólv og veggir
skulu skiftast
Í høvuðsheitum eru tað
gipsveggirnir,
gólv
og
ljósarmatur, ið hava tikið
skaða av regninum.
Gipspláturnar í bygn
inginum
hava
sogið
nakað av vatninum til
sín, greiðir Unn Perdomo
Sørinardóttir, leiðari á
Húsaumsitingini í Tórs
havnar kommunu, frá,
og tá er neyðugt at skifta
tær.
–
Gipsplátur
mugu
skiftast, um tær fáa vatn
á seg, tí tá er vandi fyri, at
soppur kemur í.
Gólvið er stoypt við
linoleumi omaná og ein
um lagi av korkmenti
ímillum, og bæði kork
ment og linoleum má
skiftast, tí hesi tóku eisini
skaða av regninum.
El-installatiónirnar
og
ventilatiónin
hava
ikki tikið skaða, men øll
ljósarmaturini
mugu
skiftast út, umframt at
okkurt av innbúgvinum
eisini hevur tikið skaða.
Umvælingarnar
av
Fríðriksgarði fara vænt
andi at kosta um eina
millión
krónur,
men
tá
er
innbúgvið
ikki
íroknað sigur Unn Per
domo
Sørinardóttir.
Talan er kortini um eitt
tryggingarmál,
sum
ikki er avgreitt enn, tí
tílík tryggingarmál taka
oftani tíð, ger Unn Per
domo
Sørinardóttir
greitt.
Høvuðsumvældur
fyri 5 milliónir
Fríðriksgarður
varð
høvuðsumvældur
fyri
umleið 5 milliónir krón
ur, tá hann fór frá at
vera skúli til dagstovn í
mars í 2019. Tá varð tekj
an kortini ikki skift. Tað
arbeiðið fór ikki í gongd
fyrr enn í juli í ár, meðan
stovnurin var í summar
frí.
– Umvælingin kostaði
nokk so nógv, og arbeiðið
skuldi gerast nokk so
skjótt. Tí valdu vit at bíða
við tekjuni. Tá vistu vit
heldur ikki, at hon lak
illa, og so mátti tekjan
sjálvandi skiftast, tá vit
funnu útav tí, sigur Unn
Sørinardóttir Perdomo,
og leggur aftrat, at farið
varð undir at skifta tekju
na, meðan stovnurin var í
summarfrí.
Dagstovnurin Fríðriks
garður heldur í løtuni til
í hølunum við Tórsbreyt,
har dagstovnurin Kurla
áður helt til, men eftir
ætlan skal umvælingin
av vatnskaðanum vera
avgreidd fyrst í desember
mánaði, og tá sleppur
stovnurin inn aftur á
Landavegin.
Húsavarðatænastan,
ið stóð fyri arbeiðinum
at skifta tekjuna, ynskir
ikki at gera viðmerkingar
til málið, fyrr enn trygg
ingarmálið er avgreitt.
REGNIÐ KOSTAÐI
EINA MILLIÓN
Lagt var ikki nóg væl útyvir, meðan tekjan varð skift
á Fríðriksgarði í Havn, og úrslitið varð, at tað fór at
regna niður í dagstovnin. Grimdarregnið elvdi til skaðar
fyri eina millión, og málið liggur nú hjá tryggingini