Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 7. OKTOBER 2020 · NR. 70 Sosialurin 34 SANDOY Skúlin er grundfestur í um­ hvørvi­num rundan um Veltuna á Sandi – Mat og Mold mentann­arháskúlin á Sandi. Vegna korona eru bert sjey næmingar á skúlanum júst nú, men pláss er fyri heili 12 næmingum á hvørjum skeiði van­liga. Háskúlin heldur til í Ísans­ garði. Tað vísir seg, at tey sum taka lut á skeiðum, sum eru á háskúlanum eru í øllum aldri. -Ja, mong av teimum sum koma higar hava børn við. Børn­ini ganga so í skúla á Sandi, tíðina háskúlaskeiðið varar, sigur Tjóðhild Patursson, sum er leiðari á skúlanum. Tætta sambandið við Veltu­ na ger, at tey sum eru á há­ skúla­num hava atgongd til før­ oyskt grønmeti. -Ofta er tað soleiðis, at áðrenn vit gera døgverða, so fara vit oman í veltuna eftir teim­um rávørum, sum vit skulu brúka til døgverðan, sigur hon. Skeiðini eru ymisk í longd, men higartil hevur tað longsta skeiðið verið í átta vikur. -Tað er sjálvandi eisini serligt, at vit øll búgva og eta saman. Tað riggar ómetaliga væl, sigur leiðarin av háskúlanum á Sandi, Tjóðhild Patursson. Háskúli í rætta umhvørvinum Annað árið á rað virkar nýggi háskúlin á Sandi – í løtuni við sjey næmingum Vilmund Jacobsen Brynhild Sørensen, sum seinastu fýra árini hevur verið borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur á kommunuvalinum í november. Tá hon á seinasta vali varð vald í bygdaráðið og gjørdist borgarstjóri, hevði hon ongantíð verið uppstillað áður. - Hetta hevur verið ein ógvuliga spennandi og lærurík tíð. Tað var nógv at seta seg inn í, men nú skeiðið skjótt er runnið, hevði tað sjálvsagt verið lættari at hildið fram. Men, eg havi tikið mína avgerð, og eg haldi, at nú eiga yngri kreftir at sleppa at royna seg. Vit eiga nógv ung og dugnalig fólk í kommununi, sum kunnu bjóða seg fram. Brynhild Sørensen sigur, at hetta hevur verið ein áhuga­ verd tíð, men sjálv heldur hon, at hon byrjaði ov seint, nú hon er 67 og fyllir 68 ár hin 12. desem­ber. - Húsavíkar kommuna klárar sínar fíggjarligu skyldur, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður eisini frameftir. Vit hava onga skuld og eiga eitt sindur á bók. Í so máta eiga fólk ikki at aftra seg við at bjóða seg fram. Fíggjarliga rása­rúmið er sjálvandi ikki stórt, tá kommunan er so lítil, men við skynsemi ber væl til at fáa tingini at bera til og hanga saman. Sóttreinsað vatn Nú hetta valskeiðið nærkast endanum, fegnast Brynhild Søren­sen eitt nú um, at bæði Húsa­vík og Dalur um stutta tíð fáa sóttreinsað drekkivatn. - Útgerðin stendur klár hjá Nomatek í Havn, og nú er eftir at fáa smáu húsini, sum skulu hýsa reinsiverkinum í ávika­ vist Húsavík og Dali, liðug. Talan er um tvinni hús og tvin­ ni reinsiverk, harav verkið í Húsavík er nakað størri enn verkið í Dali. Sjálv útgerðin til reinsiverkini liggur um 1,4 miljónir krónur, og haraftrat koma so húsini, sum skulu hýsa verkunum. Borgarstjórin sigur, at tað hevur tikið tíð at fáa øll loyvi til húsini upp á pláss, og korona hevur eisini gjørt sítt. Íløgan við reinsiverkunum og hús­ unum fer at liggja um einar 2,3 miljónir krónur. - Hetta er sjálvsagt ein stór íløga hjá so fámentari kom­munu, men við tað, at vit hava sett pening av til hesar verkætlanir seinnu árini, letur hetta seg gera. Vit hava eisini sett pening av til drekkivatnsbrunn á Skarva­ nesi, sum eisini er partur av Húsa­víkar kommunu. Hetta ar­beiði er eisini projekterað, men tað er ikki byrjað enn, nú so nógv trýst er á arbeiðs­mark­ naði­num. Men, eg vóni, at tað ikki gongur long tíð, fyrr enn fólk á Skarvanesi eisini hava sóttreinsað drekkivatn. Brynhild Sørensen vísir á, at hóast peningur er settur av til drekkivatnið undanfarin ár, verður hetta eisini ein partur av fíggjarætlanini fyri kom­ andi ár. - Ein onnur avbjóðing í komandi skeiði verður fram­ hald av tí arbeiði, sum er gjørt í samband við spillivatnið. Vit hava arbeitt við hesum alla tíð­ina, og her er rættiliga nógv gjørt, men enn vantar nakað, til vit eru komin á mál, sigur hon. Byggisamtyktir Húsavíkar kommuna hevur byggi­samtyktir fyri ávikavist Húsa­vík og Dal, og í næstum verður ein byggisamtykt løgd fram, sum verður galdandi fyri Skarva­nes. - Hetta eru sonevndir bygda­ plan­ir, ið byggisamtyktirnar eisini verða róptar, sum vísa á øki, ið eru løgd av og lýst til set­ húsa­bygging. Brynhild Sørensen fegnast um, at kommunan kann vísa á grundøki til sethúsabygging, bæði í Húsavík og Dali, og hon fegnast eisini um, at nøkur nýggj sethús eru komin upp í Húsa­vík seinnu árini. - Vit fáa eisini nógvar fyri­ spurn­ingar um grundøki til summar­hús, serliga í Húsavík - ja, hetta hendir næstan hvønn dag, men vit hava eingi øki í kom­mununi, sum burtur av eru ætlað til bygging av summar­ húsum. Fólk spyrja eisini, um her eru gomul og eldri hús til sølu - og onkur spyr um møgu­ leikar at keypa neyst í kom­ mun­uni, sigur hon. Fegin um tíðina Brynhild Sørensen sigur, at hon er ógvuliga fegin um høvi hon hevur fingið at standa á odda fyri Húsavíkar kommunu hesi fýra árini. - Eg havi trivist við hesum, og eg angri ikki, at eg tók við avbjóðingni. Tað eru tey yngru, sum skulu mynda bygdina, og eg haldi eisini, at tað eru tey yngru, sum nú eiga at mynda bygda­ráðið í komandi tíð, sigur borgar­stjórin. Hon vísir á, at samstarvið í kommununi hevur verið eina­ stand­andi, og heldur eisini, at sam­starvið við hinar kom­mun­ ur­nar í oynni hevur verið fyri­ myndarligt. - Tað eru nøkur ár síðan, at atkvøtt varð um samanlegging, og her í kommununi var ikki meiriluti fyri. Sjálv haldi eg ikki, at nakar kann siga ja ella nei til samanlegging - uttan at vita, hvat tað er, sum bíðar fyri framman. Sjálv ræðist eg hugtakið, sum onkuntíð kem­ ur upp at venda um gjald og vald, tí um so verður, at valdið verður eftir tí, sum goldið verður, kann vera skjótt, at smáu kommunurnar gerast fyri vanbýti, sigur Brynhild Søren­sen, borgarstjóri í Húsa­ víkar kommunu. BRYNHILD SØRENSEN GEVST NÚ Í POLITIKKI - Nú eiga yngri kreftir at sleppa at royna seg. Vit eiga nógv ung og dugnalig fólk í kommununi, sum kunnu bjóða seg fram, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, sum ikki stillar uppaftur - Eg havi trivist í starvinum sum borgarstjóri, og eg angri ikki, at eg tók við avbjóðingni. Tað eru tey yngru, sum skulu mynda bygdina, og eg haldi eisini, at tað eru tey yngru, sum nú eiga at mynda bygdaráðið í komandi tíð, sigur borgarstjórin, Brynhild Sørensen