týsdagur 6. oktober 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
7. OKTOBER 2020 · NR. 70
Sosialurin
36
SANDOY
Tvørtur
ígjøgnum
Føroyar
gongur ein basaltlind sum
hevur ein serligan eginleika.
Tað føroyska basaltið hevur
júst tann rætta "konsistensin"
til at hápolera og annars
virka til dømis gravsteinar,
húsaklædningar,
flísar
og
borðplátur úr.
Basalt hevur tann eginleika
framum granit at tað er eitt
sindur bleytari og harvið ikki
brotnar eins og granit.
Henda serstaka basaltlind
gongur tvørtur ígjøgnum Før
oyar, hon er at finna á Boðanesi
í Havn, á Kirkjubøreyni og
aftur í Skopun. Hetta er eisini
orsøkin til at virkið er í Skopun.
Umleið ein kilometur frá
virkinum, í Høvdarhaga, liggur
grótbrotið sum Føroya Grót
virki fær sína rávøru. Avtala er
við Búnaðarstovuna um lang
tíðarleigu av Grótbrotinum og
útvinnan av basaltinum.
Eini fimm-seks ársverk eru á
virkinum.
Mesta framleiðslan er grav
steinar og flisar, men virkið ger
eisini gávulutir úr gróti.
-Um vit skulu siga, at vit eru
ávirkað av korona, so er tað í
samband við gávulutir, sigur
Høgni Tausen.
-Ofta gera vit slíkar lutir
til brúdleyp og annað, men
korona ger, at ikki so nógv
brúdleyp verða hildin og tískil
verða eisini færri slíkir lutir
umbidnir.
Høgni
Tausen
sigur,
at
serliga í sambandi við kirkjur
nar verða nógvar flisar gjørdar.
-Alt sum vit gera er úr
føroyskum
gróti.
Tað
er
rímuliga lætt at fáast við og vit
hava basaltlindini gangandi
tætt
fram
við
virkinum,
sigur Høgni Tausen, stjórin á
Grótvirkinum.
GRÓTHART
HANDVERK Í
GRÓTVIRKINUM
Síðani 2013 hava brøðurnir Tausen rikið Føroya Grótvirki í Skopun