týsdagur 6. oktober 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
7. OKTOBER 2020 · NR. 70
Sosialurin
38
SANDOY
Vilmund Jacobsen
Harry
Jensen,
sum
hevur
verið borgarstjóri í Skúvoyar
kommunu
seinastu
tvær
seturnar, ætlar sær at stilla
upp aftur á kommunuvalinum
komandi. Kommunan er so fá
ment í fólkatali, og tað eru bara
trý umboð í bygdaráðnum.
- Eitt av stóru tøkunum í
hesum valskeiði hevur verið
at fingið spillivatnsætlanina
framda og góðkenda, og fyri
bygdina í Skúvoy merkir tað
samstundis, at øll kloakk
skipanin nú er sambært gald
andi lógarkrøvum.
Harry Jensen vísir á, at
við í hesi ætlan er, at allir
septiktangar í bygdini eru
beindir burtur, samstundis
sum øll bygdin hevur fingið
ein
felags
tanga
niðri
á
bakkanum.
- Hetta fer ikki minst at
lætta um hjá IRF, tá tey koma
út at tøma. Fyrr kundi tað taka
nakrar dagar at tøma teir stív
liga 30 tangarnar í bygdini, men
nú tekur tað kanska bara ein
tíma við einum pumpubili.
Tað var fyritøkan hjá Frank
Hellisdal í Havn, sum gjørdi
arbeiðið fyri Skúvoyar kom
munu.
Nú tað hevur verið frammi
at byggja undirsjóvartunnil til
Suðuroyar, og Landsverk hevur
mælt til, at ein Suðuroyartunnil
kemur upp í Skúvoy, heldur
borgarstjórin, at hetta hevði
verið fantastiskt.
- Tað hevur verið sagt, at
ætlanin er at fara í holt við
ein Suðuroyartunnil, tá stóra
verkætlanin við Eysturoyar-og
Sandoyartunlinum er framd.
Tað merkir, um ætlanin heldur,
at vit kunnu fáa fast samband
við meginøkið um eini 10 ár.
Harry Jensen vísir á, at
yngsti borgari, fastbúgvandi í
Skúvoy, er farin um tey fimmti,
og tí heldur hann, at um eingin
tunnil kemur, doyr bygdin út
um ikki so mong ár.
- Í Stóru Dímun, sum eisini er
partur av Skúvoyar kommunu,
eru nøkur børn, men soleiðis er
ikki í Skúvoy.
Hann fegnast um gongdina í
Stóru Dímun, har tey fáast við
landbúnað og grøði, og hann
heldur fyri, at har klára tey seg
eftir umstøðunum ómetaliga
væl.
- Tað er stuttligt at síggja,
hvussu væl tey í Stóru Dímun
finna út av tí, sigur Harry Jen
sen.
Í Skúvoyar kommunu til
samans búgva sløk 30 fólk,
harav umleið ein triðingur býr
í Stóru Dímun.
Harry Jensen heldur, at eitt,
sum nýggja bygdaráðið í Skúv
oyar kommunu eigur at gera,
er, at brúka nakrar krónur upp
á viðlíkahald, eitt nú av skúla
num í Skúvoy og gøtuljós.
- Vit hava áður leigað skúlan
út til skúlaflokkar og bólkar,
sum hava vitja í Skúvoy, men
tað gera vit ikki longur. Skúlin
verður mest brúktur, tá onkur
serligur dagur er í oynni, og tá
kunnu fólk lána skúlan til pri
vat tiltøk.
Borgarstjórin í Skúvoyar
kommunu sær eina ávísa vón
fyri bygdini, um tað í nærm
astu framtíð endaliga verður
sligið fast, at ætlaði Suður
oyartunnilin skal koma upp í
Skúvoy.
Tunnilin kann gerast bjargingin
Yngsti borgari, fastbúgvandi í Skúvoy, er farin um tey fimmti, og tí heldur borgarstjórin,
at um eingin tunnil kemur, doyr bygdin út um ikki so mong ár
Vilmund Jacobsen
Seinasta fríggjamorgun vitjaðu
vit í hugnaliga undirhúsinum
í Skálavík, har eldri, miðal
aldrandi
og
yngri
menn
savnast til prát, kaffi og køkur.
Her verður skift orð um mangt
og hvat, sum rørist í bygdini, á
útróðri og burturi í haga.
Tú fært skjótt varhugan av,
at fólkið trívist í bygdini - frá
hinum elsta til hin yngsta, og
fólk fegnast eisini um tann
framburð sum er.
Ungi maðurin, sum er úr
Havn, men hevur unnustu,
børn og hús í Skálavík, fegnast
um, at Skálavík hevur megnað
at varðveitt skúlan, sum í dag
stendur í blóma við 11 næm
ingum.
Her sita einir 8-10 menn í
øllum aldri, og tá tú spyrt, hvat
teir halda vantar í bygdini, er
breið semja um, at Skálavík
hevur alt, sum ein bygd eigur
at hava.
Onkur harmast um, at Elisa
beth Myllhamar vegna sjúku
hevur latið handilin aftur, men
øll vita, at grundarlag er ikki
fyri stórum matvøruhandli, tá
bygdin er lítil, og aðrir størri
handlar eru í oynni.
Eitt,
sum
kemur
upp
at venda, nú vit steðga í
undirhúsinum, er røturnar,
sum nógvir góðir fótbólts
spælarar - bæði her heima og
uttanlands - hava í Skálavík, og
her verður víst á tann týdning,
sum stuðulin, heimið er, hevur
havt fyri hesar leikarar.
Gott útróðrarpláss
Elsti maður í undirhúsinum
henda morgun, er 87 ára gamli,
Herman Petersen í Skálavík,
sum róði út, til hann var 83 ára
gamal.
- Skálavík er av bestu útróðr
arplássum, og her er stuttur
vegur út á nærmastu leiðir. Her
nærindis er allur botnur, bæði
sandbotnur, harður botnur
og grynnur. Tað er serliga á
vesturættunum, at leiðirnar út
fyri bygdini eru góðar at søkja,
og tað eru tíðarskeið, har vit
fáa nógvar dagar í Skálavík,
meðan lítið ber til vestanfyri.
- Ert tú ikki ov langt úr landi,
lívur útsynningurin væl, og
sunnan ættin lívir eisini fram
við landi, sigur hann.
Herman Petersen vísir á, at
so stutt er út á góðar leiðir úr
Skálavík, at tað ikki var óvan
ligt, at men tendraðu boyus
tongina, áðrenn teir loystu úr
landi.
- Tú kundi sleppa boyuni á
Skálhøvda, og síðan kundi tú
- alt eftir rákinum - fara suður
eftir, eystur eftir ella norður
eftir við línuni.
Hin 87 ára gamli heldur,
at umstøðurnar til útróður í
Skálavík eru framúr.
- Vit hava ein góðan og
tryggan
bátahyl.
Vit
hava
útróðrarhús, sum veitir ís
og hevur frystarí til agn og
stampar, og á bryggjuni hava
vit krana. Her er alt, sum vit
hava brúk fyri til at kunna
søkja sjógvin, sigur Herman
Petersen.
Betri umstøður
Borgarstjórin í Skálavíkar kom
munu, Linjohn Christiansen,
sum eisini er í undirhúsinum
henda morgun, vísir á, at kom
munan keypti bygningin í
sínari tíð fyri 40.000 krónur, og
tá var hetta gamli sparikassin.
- Nú verður bygt upp í,
soleiðis at vit fáa eitt enn meira
maritimt umhvørvi í Skálavík. Í
gamla bygninginum er wc, men
við nýggja partinum verða
umstøðurnar so nógv betur.
Umframt nýggj wc - eisini
til fólk við rørslutarni - fáa
vit brúsur, vaskimaskinu og
turkitrumlu. Nú Skálavík skjótt
fær eitt stórt kampingpláss,
fara nýggju fasilitetirnir eisini
at koma væl við og sama
verður, tá vit fáa bátafólk á
vitjan í summarhálvuni, sigur
Linjohn Christiansen.
Tað var Palli á Mølini, Palli
Dalsgaard, sum skeyt upp at
hanga gamlar myndir upp
í undirhúsinum, og her eru
nógvar myndir komnar upp at
hanga, sum árini eru gingin.
- Nú eru vit, sum tá vóru
ung, so smátt byrjaði at síggjast
á gomlu myndunum, sigur
borgarstjórin brosandi.
Í undirhúsinum í Skálavík
er eisini sjónvarp, og her er
sterioanlegg við radio og góðar
kannur til kaffi og te.
Í SKÁLAVÍK HAVA VIT ALT
- Skálavík er av bestu útróðrarplássum, og
her er stuttur vegur út á nærmastu leiðir,
sigur 87 ára gamli, Herman Petersen,
sum róði út, til hann var 83 ára gamalur
Ytst vinstru megin situr Herman Petersen og høgru megin borgarstjórin, Linjohn Christiansen