Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Mads Rørvig, stjóri í felagsskapinum De Danske Bil­ importører, hevur sent okkum eitt tíðindaskriv við­ víkjandi bilasøluni í Føroyum í koronakreppuni og hann sigur m.a. at í danska kongaríkinum hava Føroyar flest persónbilar fyri hvørjar 1.000 íbúgvar. Bilatalið í Føroyum er við í teirra hagtølum. Hann skrivar, at stórur partur av Føroyum er bundin sam­an við brúgvum og tunellum. Bilatalið er vaksið nógv sein­astu 40 árini og er tvífaldað seinastu umleið 20 árini. Sølan av persónbilum í 2020 byrjaði so væl, og í januar vaks sølan 24,6 prosent í mun til januar 2019. Eins og í rest­ini av heiminum hevur koronakreppan eisini ávirkað sølu­na av nýggjum bilum í Føroyum. Sølan minkaði nógv í mars og apríl, men longu í mai mánað vendi gongdin, og í juni var sølan 6,8 prosent hægri enn í juni 2019. Danska kongaríkið: Føroyar flest bilar fyri hvønn íbúgva Mads Rørvig, stjóri í felagsskapinum De Danske Bilimportører FØROYAR: 505 persónbilar fyri hvørjar 1.000 íbúgvar GRØNLAND: 96 persónbilar fyri hvørjar 1.000 íbúgvar DANMARK: 455 persónbilar fyri hvørjar 1.000 íbúgvar