Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Øll kenna Halleluja-Sofus og hava hoyrt um alsk hansara til bilar og motorsúkklur. Sofus hevur fleiri gamlar bilar, sum hann listarliga hevur umvælt og umbygt. Í Føroyum eru lagaligar treytir fyri tey, sum hava áhuga fyri ellisakførum. Í stuttum eru reglurnar, at eitt ellis­akfar er akfar, sum er eldri enn 25 ár. Og lýkur akfar tí hesar treytir, so skal akfarið ikki rinda vegskatt. Um tú innflytur ellisakfar, so rindar tú bara mvg og einki skrásetingargjald. Tað vil siga, at keypur tú eitt akfar í til dømis Danmark fyri 20.000 kr, so rindar tú 5.000 kr í mvg av fakturavirðinum plus mvg av farmagjaldinum. Men í kunngerðini stendur eisisini, at akfarið »skal vera í uppruna standi«. Tað er hendan tulkingin, sum hevur volt Sofusi í Horni Hansen stórar trupullekar. Á Akstovuni verður hetta tulkað soleiðis, at bilur skal vera júst so sum hann var, tá hann var nýggjur. Hevur Sofus umbygt bilin soleiðis, at hann hevur til dømis aðrar lyktir, annan kúfangara og onkrar veingir, sum ikki hoyra til bilin, so verður bilurin ikki góðkendur sum ellisakfar, og harvið kann Sofus ikki skráseta bilin sum ellisakfar. Skal vera í »upprunastandi« Talan er um kunngerð nr. 46 frá 12. juli 2004 um ellis­ak­ før við heimild í § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av mortorakførum v.m. Har stendur í grein 1: »Ellisakfar, er akfar, sum er 25 ár ella meira, hevur upp­ runa­skap, og er skrásett sum ellisakfar.« – Av tí, at orðingin »upprunaskap« aloftast verður strangt tulkað sum verandi »orginalt«, verður við hesum mælt til, at broyta orðingina »hevur upprunaskap« til »er upp­runa­kent« soleiðis, at rúm verður fyri skilagóðum meting­um í mun til søguna hjá hvørjum einstøkum ak­ fari, umframt aðrar serligar umstøður. Soleiðis skrivar Sofus í Horni Hansen í brævi, sum hann sendi Kristinu Háfoss, táverandi landsstýriskvinnu í fíggjar­málum fyri sløkum tveimum árum síðani. Sofus frætti tó einki aftur um málið. Sofus í Horni Hansen vísir í grundgeving fyri sínum sjónar­miði á, at felagið Føroya Ellisakfør hevur verið í støðug­um vøksturi síðani tað varð stovnað, og eru vit nú fleiri enn 140 limir. – Áhugin fyri at varðveita gomul akfør, herundir bæði bilar og motorsúkklur, hevur seinastu árini verið sera stórur. Ofta hevur hetta, meira ella minni, verið av tilvild, at onkur hevur verið í teirri hepnu støðu, at hava goymt gomlu motorsúkkluna í onkrum kjallara, har hon hevur ligið gloymd í fleiri áratíggju, inntil viðkomandi knapp­ liga er raknaður við og er farin í gongd við at umvæla og seta í stand. Eisini onkur bilur er komin undan kavi á líkn­andi hátt. – At hesi akfør eru komin undan kavi og eru komin út á vegirnar at koyra aftur, hevur vakt rættiligan ans fyri goml­um akførum í Føroyum og ikki minst tí søguliga týdn­ingi hesi akfør hava, sigur Sofus Hansen. Tulkingin er ov smøl Sum eigari av einum slíkum dýrgripi, kann tað tó oftani tykjast torført og enntá ørkymlandi, tá reglugerðin ásetur, at akfarið skal vera í »upprunaskapi«, fyri at verða góðkent Vilja ikki góðkenna bilar hjá Halleluja- Sofus sum ellisakfør Strangar tulkingar av kunngerð forða fyri, at gamlir bilar hjá Sofus í Horni Hansen verða góðkend sum ellisakfør – og tað gevur Halleluja-Sofusi stórar trupulleikar. Hann hevur tí heitt á landsstýrið um at broyta kunngerð um ellisakfør TEKSTUR: EIRIKUR LINDENSKOV