Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-06, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2020síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Bilrøkt bjóðar seg í hesum døgum fram til at vetrarklárgera bilar eins og at skifta til vetrardekk. Veturin stendur fyri durum, og bileigarar gera sínar bilar vetrarklárar fyri at standa seg í tí nógvu ferðsluni við sera ymiskum koyrilíkindum. Verkstaðurin er útgjørdur við nútímans dekk- og balanseringsmaskinum, og Bilrøkt skaffar flest øll sløg av dekkum sum t.d. Continental, Goodyear og Nokian. Bilrøkt hevur spesialiserað seg í at slípa, polera, reinsa og lakkforsegla bilar, so teir síggja út sum spildurnýggir – gjøgnumført reinir og blankir uttan og innan. -Vit bjóða okkum eisini fram til at kanna dekk, olju, ljós, sprinklaravesku og viskarabløð, sigur Jákup á Borg frá Bilrøkt. Goymslan er á tremur við vetrardekkum LÝSNGARTEKSTUR Suzuki hava sett streym til bensinmotorarnar á sínum bilum, soleiðis at hybrid nú er standard á bilunum við manuellum gearum. Hybrid systemið hjá Suzuki er eitt smart system, sum hjálpir til við at minka um brennievnisnýtsluna og harvið eisini um CO2-útlátið. Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. Sum hybridbilar eru hesir Suzuki eins og vanligir bilar at koyra, men tað merkist undir koyring, at elmotorurin hjálpir til, samstundis sum bilurin brúkar minni av brennievni. Við nýggju hybrid-tøknini koyra allir okkara bilar longri upp á liturin og CO2-útlátið er 13-18% lægri. Elmotoren hevur eina effekt upp til 1,9 kW. Suzuki hybridbilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Berg Motors. SUZUKI við nýggjastu Hybrid tøknini LÝSNGARTEKSTUR