týsdagur 6. oktober 2020síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Jesper Sørensen:
Teknisk Chef – Nordics Bridgestone 22. sept. 2020
Vit skilja ímillum, um eitt dekk hevur M+S merki ella
ikki. Tað mást tú ikki blanda saman á sama bili. Um
vetrardekk og heilársdekk bæði hava M+S merki, er tað
loyvt (men ikki viðmælt) at blanda dekkini.
Flestu nútímans heilársdekk hava bæði M+S merki
og Kavaflykrumerki (3PMSF) – sum vetrardekk eisini
hava...! Við øðrum orðum er ikki nógv hjálp at heinta
bara við at hyggja á dekksíðuna og eftir merkjum. Ofta
er bara lýsingin frá dekkframleiðaranum at halda seg til.
Ofta er sjónligur munur á slitlagnum, tí vetrardekk hava
fleiri flísar (lamellir) í mynstrinum – sí myndina niðanfyri
Heilársdekk eru loyvd sum vetrardekk í Svøríki, Norra
og Týsklandi. Vit mæla tó til, at tey, ið hava tørv at koyra
hvønn dag um veturin, brúka vetrardekk. Tað er framvegis
stórur munur á vetrardekkum og heilársdekkum, tá ið
talan er um eginleikar í kava og á ísi. Eg veit ikki, hvussu
tit skilgreina / definera vetrardekk í Føroyum, og um tað
bara er M+S, ella kravið er 3PMSF. Heilársdekk hava
ofta bæði merkini, so tey kunnu saktans verða loyvd sum
vetrardekk – um ikki viðmæld.
Munurin á heilársdekkum og vetrardekkum er:
Vetrardekk hava fleiri flísar (lamellir) í mynstrinum,
sum tað tíðiliga sæst á myndunum omanfyri. Flísarnar
(lamellirnar) gera vegtak á hálum yvirflatum (kava og ísi),
og tað er tí munandi munur á dekkunum. Harafturat
hava vetrardekkini eitt gummibland, ið verður verðandi
bleytt í kulda og frosti, sum er ein fortreyt, um dekkið
skal standa fast á køldum og hálum vegum. Heilársdekkið
er ein neyðsemja, sum kann brúkast í Danmark alt árið,
men sum altíð er verri enn summardekk um summarið
og vetrardekk um veturin.
Eg havi ikki verið í Føroyum, men eg ímyndi mær,
at tit hava væl av ísi og kava um veturin, og tí hevði eg
ongantíð valt heilársdekk til vetrarkoyring ..! Um tú ikki
vilt skifta dekk tvær ferðir um árið, so haldi eg, at tað er
ein betri loysn at koyra á vetrardekkum alt árið.
Tað ber til at býta dekk í fýra bólkar: summardekk,
heilársdekk, vetrardekk og píkadekk, men tú kanst aftur
býta vetrardekkini í tvey sløg: lamelldekk (LM005),
sum vit brúka í Danmark, og norðurlendsk vetrardekk
(Blizzak ICE), sum verða brúkt í Norðursvøríki, í Norra
og í Finnlandi. Hesi síðstu eru helst tey best egnaðu til
veðurlagið og vegirnar í Føroyum.
LÝSNGARTEKSTUR
Vetrardekk ella heilársdekk
A005 Helårsdæk
LM005 Vinterdæk