Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. oktober 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Jón McGavin nýggjur handilsleiðari 9. OKTOBER 2020 Feilur – ella miseydnað politisk ætlan? Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur mikudagin. Tað vístu nýggjastu tølini hjá Lands­lækn­a­num í gjár. Tann smittaði er av­byrgd­ur, og Lands­ lækn­in er í gongd við smittu­spor­ingina. Mikudagin vórðu 1069 kanningar gjørd­ ar, og all­a­r kann­ingarnar eru liðugt grein­ að­ar. Í alt eru 136.959 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 477 persónar fingið stað­fest smittuna í Føroyum. Í alt eru 456 per­sónar staðfestir frísk­ir aftur, og so­statt eru 21 persónar smitt­aðir í løtuni. Eing­in er í løtuni inn­lagdur á Sjúkra­hús­verki Før­ oy­a í sam­bandi við kor­on­u­smittuna. HÓSDAGUR Ólavi Petersen vin­ manni til minnis Nøvn, síða 12 Partur av Gøtu søgu og heimssøguni Siðsøga síða 22-23 Í blaðnum... Les eisini blaðið á telefonini – Tað var ein feilur, og hann má eg rætta, Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen eftir at hava gjørt ein stóran bummara. Politikarar eru eitt heilt serligt fólka­ slag. Ofta eru teir sum børnini og royna at billa okkum so mangt og ymiskt inn. Sjálvsagt er, at ein samgonga, sum ætl­ar at spara pengar á fíggjarlógini, vil skerja her og har. Endamálið er at flyta peng­ar millum ymsu konturnar soleiðis, at tað sum er stuttligt hjá politikarum at gera, so sum at byggja tunlar ella annað, sum gleðir fólk, verður varpað út um all­ ar geil­ar, meðan tað sum er keðilgt at gera verður dult sum mansmorð. Og tað eru sjálvandi nógvar keðiligar upp­gáv­ur, tá pengar skulu flytast á yms­ um kontum, tá ein treyt er, at samlaða rokn­i­stykkið ikki verður størri. Tí leita landstýrisfólk við sínum um­ sit­ing­um við ljós og lykt eftir sparingum. Skrúv­að verður ymsastaðni, so rokni­ark­ ið gongur upp. Ein skrúva, sum Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen hevur skrúvað uppá, er eyka­ rokn­ing­in, sum landsstýrið hevur sam­ tykt at senda sjúkum føroyingum. – Tí hvat ger tað, um til dømis ein di­a­ bet­is­sjúk­l­ingur rindar 2.000 krónur meira um árið, tá hann kortini kostar lands­kass­a­num so nógvar pengar? – tyk­ ist boð­skap­urin at vera, sum landsstýrið ætl­aði at selja. Men tá landsstýrismaðurin so stingur fing­ur­in í jørðina, so uppdagar hann, at fólk eru í øðini inn á hann og inn á lands­ stýr­ið. – Tí hvat billar landsstýrið sær inn at leggja eyka byrðar á sjúk fólk samstundis nøk­ur fáa hundraðtals milliónir? Og tá er tað, at landsstýrismaðurin tek­ur fingur til sín aftur og hugsar: »Nei, hetta ber ikki til!« – Eg havi ligið flatur í luftini alt sam­ døgr­ið at fáa eina diabetismiðstøð upp á standa, og so kann eg ikki leggja eyka gjald á sjúk fólk, eftirrationaliserar hann. Men tað helt hann seg kunna. Hann helt, at hann kundi fáa eina dia­bet­is­mið­ støð ókeypis frá eini danskari millarda fyr­i­tøku, og at hann samstundis kundi leggja gjald á sjúk fólk – eisini á dia­bet­ ik­ar­ar. Men er tað so ein feilur? Talan var um eina politiska ætlan, sum kortini ikki ber á mál. Jú kanska eitt miseydnað politiskt prosjekt er ein feilur? Aftur ein tilburður Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Nyggjur handilsleiðari er settur hjá Valdemar Lützen Byggibúð. Jón McGavin, sum í Mars 2019 bleiv útlærdur sum Sølumaður í fyritøkuni, er í dag settur sum nýggjur handilsleiðari. Jón hevur verið ein týðandi partur av sølutoyminum hjá Valdemar Lützen. Fyritøkan hevur havt stóra framgongd hesi árini, og liggur hansara partur ikki eftur. Jón hevur havt høvuðsábyrgdina av Bosch maskinum, har hann hevur verið við til at voksið um vøruúrvælið. Valdemar Lützen er í dag ein av stórstu forhandlarum av bláum Bosch, ikki bara í Føroyum, men í øllum norðanlondum, við 46 veggjafakum við maskinum og tilhoyri. Valdemar Lützen á Skálatrøð vilja hervið ynskja Jón hjartaliga tillukku við nyggja starvinum, og ynskja góðan byr framyvir. Jón McGavin, nýggjur handilsleiðari í Valdemar Lützens Byggibúð Í ár var Grøna Virðislønin frá Tórshavnar kommunu latin Á-samtakinum og Dugna fyri teirra samstarvsátak, Láninet. Endamálið við hesum láninetinum er at minka um nýtsluna av plasti. Láninetini eru keypsnet hjá Á-handlunum, seymaði úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkaði á Dugna.