hósdagur 8. oktober 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2020
SOSIALURIN 71
4
Vikan ið fór
Fíggjarmálaráðharrin legði
fram fíggjarlógaruppskotið
fyri 2021. Hallið verður
172 milliónir, kunnaði
fíggjarmálaráðharrin á
tíðindafundi.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
og fíggjarmálaráðið
eru framvegis ikki
komin ásamt um
nýggjan sáttmála.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir
vrakaðu seinasta
semingsuppskotið, og
vandi er nú fyri verkfalli.
Tunlar eru aftur stóra
samtaluevnið. Stjórin í
tunnilsfelagnum boðar
frá, at Eysturoyartunnilin
verður liðugur fyrst í 2021,
og landsstýrismaðurin í
samferðslumálum hevur
gjørt greitt, at tunnil skal
gerast til Vestmannar,
áðrenn farið verður undir
Gøtudalstunnilin.
Næmingarnir á Glasi
fáa nú endurgjald fyri
útreiðslur, ið teir høvdu
í sambandi við avlýstu
námsferðirnar í mars
mánaði.
Verkfall
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Fýra mál fóru ígjøgnum hjá Teiti Gestsyni, tá
Føroyar spældu vinardyst móti Danmark í Herning
mikudagin. Tíverri fóru eingi mál ígjøgnum í
hinum endanum, og dysturin endaði tískil 4-0.
4
Verkfall er arbeiðssteðgur, har
lønarmóttakarar nokta at fara til
arbeiðis, oftast orsakað av ónøktandi
umstøðum ella ónøktandi løn.
Verkføll hava sín uppruna undir
ídnaðarkollveltingini, tá stór
arbeiðsmegi gjørdist týdningarmikil
partur av verksmiðuframleiðslu, og
fólk tysjaðu til stórbýirnar at arbeiða
á verksmiðu.
Upprunaliga vórðu verkføll skjótt
gjørd ólóglig, tí at verksmiðueigarar
høvdu munandi størri politiskt
vald enn arbeiðararnir, ið fóru í
arbeiðssteðg. Flestu vestanlond hava
kortini heilt ella lutvíst gjørt verkføll
lóglig seinast í 19. øld og í 20. øld.
Hesa vikuna hava landsins kosnu
menn og kvinnur viðgjørt uppskotið
til nýggja fíggjarlóg fyri næsta ár.
Semja tykist vera um, at tað ikki
sær so svart út nú, sum tá ið fyrsta
koronabylgjan skolaði inn yvir landið
í mars. Eitt hall uppá 172 milljónir
næsta ár er ikki verri enn so fyri
landsbúskapin, enn at tað kunnu vit
liva við.
Hinvegin hevur orðaskiftið í ár líkst
tí, sum vit kenna. Flestu útreiðslurnar
eru lógarbundnar, men so eru tað
smærri upphæddir í rakstrinum, sum
kjakast verður um.
1,5 milljón til ítróttin, sum er skotin
niður til hálva milljón, eru smápengar,
tá ið vit hugsa um, at fíggjarlógin
javnvigar við hálvari sættu milljón.
Ája!
Íløgurnar eru eisini ein partur
av fíggjarlógini. Sum oftast er stríð
um íløgurnar, fyrst og fremst um
raðfestingina.
Nú eru tunlarnir Norð um Fjall
komnir á og tað tykist gleða tey flestu,
men sum ketta úr høvdatrogið skal
nú Vestmannavegurin gerast áðrenn
vegurin í Skálafirði og bergholið úr
Gøtudali.
Jú sanniliga – tað er politikkur.
Dalbingar sita helst eftir við einari
kenslu av at vera lumpaðir, tí sum tað
sær út í løtuni, fer tað at taka sjey til
níggju ár til koyrandi verður gjøgnum
tunnil til Dals.
Ája!
10.november sleppa vit aftur at
velja fólk, sum skulu, manna okkara
kommunustýrir. Í løtuni verða listar
gjørdir eins og politisku flokkarnir
royna at manna seg.
Fleiri borgarstjórar hava boðað frá,
at tey ikki ynskja at hlda fram. Ilt er
at finna eina felags orsøk fyri, hví tey
ikki tíma meir, men kanska krevur
tað eitt serligt slag av fólki at manna
borðendarnar í kommunustýrunum.
Tíbetur er tað kortini soleiðis í
Føroyum, at vit ennn virða og brúka
okkara frælsi til at velja, tey vit ynskja
inn í bý- og bygdaráð.
Ája!
Í hesum døgum ganga menn úr
kjallara í kjallara at fletta og í hjallarnar
at skoða og
meta um krovini, sum eru komin
upp at hanga. Eitt sindur reyput lag
hoyrist á monnum.
Hetta er ein serlig mentan, sum vit
sum tjóð eiga at halda fast í. Hetta lærir
okkum, at fyri at fáa mat í munnin,so
mugu kríatúr lata lív.
Alt er ikki ljósareyður umhvørvis
romantikkur – so einfalt er tað.
Úr fornari tíð hevur tað verið
soleiðis um okkara leiðir, at fyri at
lívbjarga okkum, so hava vit havt fyri
neyðini at gagnnýtt tað, sum livuir her
á leið. Tað er bæði tá ið tað snýr seg um
fisk, fugl, hval og annað.
Sjálvandi havi eg ikki gloymt, at
vit taptu fótbóltsdystin
móti Danmark, men
vónandi vinna vit
móti Letlandi og
Andorra.
Ája”
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
FRÍGGJADAGIN
Lot til andøvsgul av vesturi, 3-7m/
sek. Turt fyrrapartin, men sirm
og regn út á kvøldið. Sólarglottar
fyrrapart, annars yvirskýggjað.
Hitin verður um 8 stig.
LEYGARDAGIN
Frískur vindur upp í strúk av
útnyrðingi, 9-11 m/sek. Regn
fyrrapart, men yvirhøvur turt
seinnapartin og út á kvøldið.
Yvirskýggjað allan dagin. Hitin
verður millum 7 og 8 stig.
SUNNUDAGIN
Gul til andøvsgul av útnyrðingi
norðan. Seinnapartin landnyrðing
norðan, um 2m/sek. Um kvøldið
snarar hann í landsynning sunnan,
3 m/sek. Yvirskýggjað men turt
allan dagin. Um kvøldið samdrigið
og regn. Hitin verður millum 7
og 8 stig.
2-3 m/s
9-11 m/s
3-7 m/s
Visti tú?
–at landsliðshópurin gjørdist
fyrsti gestur á Hotel Hilton?
– at føroysku skúlarnir halda
heystfrí í næstu viku?
– at dagstovnurin Fríðriksgarður
fekk vatnskaða fyri eina millión?
– at Halleluja-Sofus ikki
sleppur at skráseta síni
umbygdu ellisakfør?