týsdagur 13. oktober 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72
2MIKUDAGSBLAÐIÐ
Hvar eru Jenis av Rana, Jógvan
á Lakjuni og Bill Justinussen,
nú landsstýrið sambært Kaj Leo
Holm Johannesen hevur lagt á
annan bógv í LGBT málum?
Í valstríðnum lovaði Jenis av
Rana at rulla hjúnabandslógina
aftur soleiðis, at fólk av sama
kyni ikki skulu sleppa at giftast.
Tað er ikki hent, og tað fer
ikki at henda – sjálvt ikki við
Jenisi sum hægsta kirkjuliga
myndugleika – í hesi samgongu.
Tvørturímóti fer samgongan at
samtykkja tær fylgjulógir, sum
eru neyðugar í sambandi við
broytingina í hjúnabandslógini,
sum loyvir fólki av sama kyni at
giftast.
Hetta er bara politikkur. Bárð
ur Nielsen hevur givið Jenisi av
Rana tvey stór aðalráð at umsita.
Hann hevur alla mentanina og
allan uttanríkispolitikkin – ið er
ikki sørt margháttligt, sum ein
asti fullveldismaður í samgong
uni. Hann hevur tí stórt vald – er
tað tí, at hann ikki mælir so harð
liga ímóti hjúnabandslógini?
Samkynd sleppa framvegis at
giftast, og tey fara eisini at fáa
rættindi sum foreldur. Tað er
bara ein spurningur um tíð. Jen
is og Jógvan og Bill koyra við full
ari ferð eftir glíðibreytini. – Men
nei, slagið er ikki tapt.
Man slagið ikki vera selt?
Hjá Jenisi fyri at fáa ein
sterkan landsstýrissess. og hjá
Jógvani á Lakjuni hægst lønta
politiska embætið í landinum,
tingformanssessin.
Jógvan á Lakjuni, Bill Just
inussen og Jenis av Rana hava
politiskt vald til at halda síni val
lyfti. Teirra »hjartamál«, »størsta
politiska málið í søguni«, sum
Jógvan á Lakjuni segði.
Men teir brúka ikki sítt polit
iska vald at fremja síni hjartamál.
Teir fara óivað at látast sum
um teir leika í, tá samgongan fer
at samtykkja rættindi til sam
kynd foreldur. Uttan iva hoyra
vit nógvar dómadagsprædikur.
Men man tað ikki bara fara at
verða til snakk, nú hjartamálini
eru seld?
Tað er akkurtát sum við lyfti
num hjá Fólkaflokkinum at gera
tað ókeypis at koyra í undirsjóv
artunlunum.
Onkur naivur fólkafloksvelj
ari í Klaksvík trýr tí kanska enn.
Men her er einki gjørt, og tað
verður heldur einki gjørt.
Hetta er symbolpolitikkur.
Tað verður snakkað alt ov nógv,
tað verður lovað alt ov nógv.
Tá so avtala er gjørd um ikki
at halda lyftini, so verður bara
snakkað enn meira – nógv uttan
um. Tað fara vit at hoyra nógv til
næstu tíðina. Tað er lagnurnar
speisemi at júst hesir tríggir
menninir nú eru um at bróta há
marksferðina á glíðibreytini...
NÝTT LGBT-RÁK ÚR TINGANESI
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tey sum vóru ímóti tryggja nú
samkyndum foreldrum rættindi
Virkar
demo
kratiið?
BOZENA RASMUSSEN
KJAK SÍÐA 8
Men løgreglan
hevur spor at
ganga eftir
Gjáranáttina varð boðað
frá herverki í Viðareiðis
tunlinum.
Fólk vóru varug við tað,
tá i bummarnir við tunn
ilsmunnan fóru niður so
at bilar ikki sluppu ígjøgn
um. Av tí, at talan var um
mitt á nátt, órógvaði tað
ikki ferðsluna nakað ser
ligt, men tá ið málið varð
kannað, uppdagaðu tey,
at ótangar høvdu brotið
rútarnar í tveimum neyð
skápum og høvdu latið
hurðarnar upp og har
høvdu tey gjørt okkurt so
at bummarnir fóru niður.
Løgreglan kannar málið
sum herverk, og tey siga,
at tey standa ikki heilt á
berum.
Annars fór alarmurin
á smoltstøðini á Viðareiði
eisini frá í fyrrakvøldið,
so fyri at binda um heil
an fingur, vórðu bæði
løgregla og sløkkiliðið í
Klaksvík og á Viðareiði,
boðsend.
Men tað vísti seg, at
talan var bara um eitt
tekniskt brek í eini olju
fýring, so har hendi eingin
skaði.
Í mong ára hava politisku
flokkarnir stillað upp í
gomlu Gøtu kommunu. Og
síðani
Eysturkommuna
varð stovnað, hevur tað
einans verið politisk upp
stillan til býráðsvalið.
Men í ár hava fólk á
nøkrum av politisku flokk
unum tikið seg saman at
stovna ein tvørpolitiskan
borgaralista.
– Borgaralistin vil ar
beiða fyri enn betri trivn
aði, samstarvi og felags
skapi, øllum borgarum at
frama.
Tey 13 valevnini á Borg
aralistanum eru:
• Petur Súni Jacobsen,
Leirvík
• Magnus Skoralíð, Leirvík
•
Tollakur
Joensen,
Norðragøta
• Marjun Andreasardóttir,
Syðrugøta
• Hans Jacob á Líknargøtu,
Syðrugøta
• Dánjal Andreasen, Leir
vík
• Eyðun Hansen, Norðra
gøta
• Alfred Ellingsgaard, Leir
vík
• Katrin Kjartansdóttir,
Leirvík
• Hjalti Dalheim, Norðra
gøta
• Uni Rasmussen, Norðra
gøta
• Per Martin Gregersen,
Norðragøta
• Hugo Skorastein, Syðru
gøta
Sum skilst verða tað
bara
Javnaðarflokkurin
og Framsókn sum stilla
upp við politiskum listum.
til valið í Eysturkommunu
hesaferð.
Rætt
arbrot í
tinginum
ÓLI JACOBSEN
KJAK SÍÐA 8
Framdu herverk í tunli
Tvær kvinnur og 11 menn stilla upp fyri nýggja Borgaralistan í Eysturkommunu
Løgreglan stendur ikki á berum um herverkið í
Viðareiðistunlinum gjáranáttina
Borgaralistin í Eysturkommunu
Á seinasta býráðsvalið gjørdist Fólkaflokkurin størsti flokkur
í Eysturkommunu við 35,4 prosentum. Næstur var Tjóðveldi
við 26,7, Javnaðarflokkurin við 25,8 og Framsókn við 12,2
prosetnum