Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. oktober 2020 · Nr. 72 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Terji Nielsen Tað hevur verið hennara lív í 34 ár, men nú er tíðin komin at ganga aðrar leið­ir. Tað sigur Jana Thom­sen, sum hevur havt Faroe Fitness í Havn øll hesi árini. Mamma mín eigur bygn­ingin, og hon hevur gjørt av at selja bygn­ ing­in, og samstundis hava vit so gjørt av eisini at selja alt, sum er í bygninginum. Tað kann seljast alt í einum, tað vil siga bygningur og inn­ búgv, men tað kann eisini seljast hvør sær, sigur Jana Thomsen. Troytt av longum døgum At eiga og reka eina venj­ ingar­miðstøð sum Faroe Fit­ness er ikki bara eitt átta til fýra starv, sum so nógv onnur størv eru. Sum oftast eri eg til arbeiðis frá tíðliga á morg­ni til seint á kvøldi, og tað er eisini leygardag og sunnudag, so eg havi ongantíð frí. Nú eri eg ordi­liga troytt av longum døg­um, og eg havi fingið tvey ommubørn, sum eg gjarna vil hava meiri tíð til at vera saman við, sig­ ur Jana Thomsen. Hon greiðir frá, at hon hevur hugsað um at rigga av í eina tíð, og nú er bygningurin og inn­ búgvið so farið til sølu. Tað verður løgið, tá ið tað einaferð verður selt. Eg havi arbeitt við tanka­ num í høvdinum á mær í eina tíð, men um eg veri púra klár til tað, tá ið eg skal snara lyklinum fyri sein­astu ferð, dugi eg ikki at siga enn, sigur Jana Thomsen. Hon sigur, at tað hava verið nógv trúgv við­ skifta­fólk øll árini í Faroe Fitness, og hon fer sjálv­ sagt at sakna tey. Og tey, sum hava okk­ urt slag av hald hjá okk­ um, missa sjálvsagt einki. Um tað skuldi hent seg, at vit stongja, áðrenn hald­ið gongur út, so fáa tey sjálvsagt peningin endur­goldnan, sigur Jana Thom­sen. Stórur áhugi Tað var í síðstu viku, at bygningurin hjá Faroe Fit­ness í Djóna í Geilsgøtu bleiv settur til sølu hjá bæði Meklaranum og Nira, og Jana Thomsen sig­ur, at áhugin hevur verið stórur. Hann hevur bara verið til sølu í eina lítla viku, men longu nú hava tað verið eini seks ella sjey áhug­aðir keyparar, so tað sær lovandi út, sigur Jana Thom­sen. terji@sosialurin.fo JANA TAKKAR FYRI SEG Í samfull 34 ár hevur Jana Thomsen verið ímyndin av venjingarmiðstøðini Faroe Fitness í Havn. Nú er bygningurin settur til sølu, og samstundis takkar Jana fyri seg Í vikuni kemur nýggjur sproytu­bilur til Skálafjarðar Sløkkilið Terji Nielsen Havnarfólk hava helst varnast, at seinastu dag­ar­nar hevur ein spildurnýggjur sløkki­ liðs­bilur staðið uttan fyri bygningin hjá Berg Motors á Hálsi í Havn. Talan er um ein sproytu­ bil til Skálafjarðar Sløkki­ lið. Bilurin er ikki hand­að­ ur sløkkliðnum enn, men væntandi fær sløkkiliðið bilin seinni í vikuni. Kostar tríggjar milliónir Sunleiv Højgaard er sløkkliðsleiðari hjá Skála­ fjarðar Sløkkiliði, og hann greiðir frá, at talan er um ein nýggjan sproytubil, sum kostar um tríggjar milliónir krónur. Hann hevur verið áveg­ is leingi, og hann skal avloysa tann bilin, sum vit hava standandi í Runa­ vík. Verandi bilur í Runa­ vík hava vit havt í sløkki­ liðnum í samfull 33 ár, so hann hevur tænt fyri seg, sigur Sunleiv Høj­gaard. Hann greiðir frá, at Skála­fjarðar Sløkkilið hevur tveir bilar. Annar stend­ur í Runavík, meðan hin stendur á Skála. Vit hava eisini sum so tvey sløkkilið. Eitt er her í Runavík, meðan hitt er á Skála. So tað er eitt lið á hvørjum armi, men liðini ar­beiða sjálvsagt eisini saman, sigur Sunleiv Høj­ gaard. Tríggjar kommunur samstarva Skálafjarðar Sløkklið fevnir um tríggjar kom­ mun­ur. Tað eru Nes Kom­muna, Runavíkar Kom­muna og Sjóvar Kom­muna, ið samstarva um sløkkiliðið. Vit hava eisini onkr­ ar persónar í smærru bygdunum so sum Oyndarfirði, Funn­ings­ firði og í Funningi, sum vit kunnu heita á. Eisini hava vit hava vit havt brandskeið í smærru bygd­un­um, so at fólk, um tørv­ur er á tí, duga at brúka útgerðina, ið er á staðnum, um okkurt er á vási, sigur Sunleiv Høj­ gaard. terji@sosialurin.fo Nýggjur sproytubilur til Skálafjørðin Nýggi bilurin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði kostar um tríggjar milliónir krónur Mynd: Álvur Haraldsen Í samfull 34 ár hevur Jana Thomsen verið ímyndin av venjingarmiðstøðini Faroe Fitness í Havn. Nú er bygningurin settur til sølu, og samstundis takkar Jana fyri seg Savnsmynd