týsdagur 13. oktober 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
12
EYSTUROY
Áki Bertholdsen
– Vit, sum eru fólkavald, eiga
at verða skift út við jøvnum
millumbilum.
Tað sigur Jóhannus Daniel
sen, borgarstjóri í Nes Kom
munu.
Hann hevur sitið í bygdaráð
num í 12 ár og hesi seinastu átta
árini hevur hann verið borgar
stjóri.
Og nú hevur hann gjørt av
at takka fyri seg, tí hann stillar
ikki upp aftur á valinum, sum
verður í næsta mánað.
– Tað er ein tilvitað avgerð
eg havi tikið, tí eg haldi, at tá ið
eg havi sitið í 12 ár, havi eg sitið
nógv leingi, sigur hann.
Tað verður ofta sagt, at
nýggir kustar feia best og
Jóhannus Danielsen heldur
eisini, at í næstan øllum lív
sins viðurskiftum er tað so
leiðis, at fólk sum eru nýggj
í starvi, kanska serliga polit
iskum størvum, liva seg ordi
liga inn í tað. Men afturfyri
er vandi fyri, at tá ið nøkur
ár eru farin, verður starv
ið ofta rutina og so verður
starvið røkt næstan mest sum
í tómgongd.
–
Tað
vil
eg
ikki
bjóða borgarunum í Nes kom
munu, so tað er ein tilvitað av
gerð, sum eg havi tikið og tann
avgerðin er eisini í samsvari
við míni egnu prinsipp, um at
fólkavald ikki eiga at sita ov
leingi, leggur hann afturat.
Hann leggur dent á, at tað
er ikki tí, at honum ikki dámar
starvið sum borgarstjóri. Tað
ger hann og hann er eyðmjúkur
fyri
allan
stuðulin
og takksamur fyri tíðina.
– Men samstundis má eg
eisini viðganga, at eg ikki eg
ni meg nóg væl til alt hetta
politiska spælið. Eg eru meiri
umsitari enn eg eri politikari.
Eg eri sera áhugaður í at finna
framtíðarloysnir, men tá ið ov
nógv politiskt spæl kemur upp
í, klári eg ikki at fylgja við long
ur..
Hann sigur, at hevur eisini
fingið møguleikaan koma uppí
landspolitikk, men tað hevur
hann borið seg undan.
Ongantíð ætlanin
Jóhannus
Danielsen
sigur,
at annars var tað ongantíð
ætlanin at fara uppí kommun
alpolitikk. Men til kommunu
stýrisvalið fyri 12 árum síðani,
varð hann settur á almenna
listan - uttan at vita av tí..
Hann fekk góða undirtøka, og
tað førdi so við sær, at hann
bleiv borgarstjóri fyri átta
árum síðani. Hann er serliga
takksamur fyri góðu undir
tøkuna við seinasta val, tá
hann bleiv afturvaldur, eftir at
hava verið borgarstjóri í 4 ár,
við 20 % av øllum atkvøðunum.
Hann fyllir 55 ár í næstum
og hann sigur, at skal hann
aftur á arbeiðsmarknaðin, er
hetta stundin til at gera tað.
Hann er útbúgvin grann
skoðari og arbeiddi í nógv hjá
grannskoðaravirki og síðani
arbeiddi hann í Borg í fimm
ár, har hann eisini var ein av
eigarunum. Men seinastu tvey
árini, áðrenn hann varð borgar
stjóri, hevði hann sítt egna
grannskoðara- og ráðgevera
virki.
Og nú hann leggur frá sær,
hevur hann einki starv at
fara beinleiðis í.
– Onkir møguleikar eru,
men tað er eingin avgerð tikin
um tað, sigur hann.
Men hann sigur, at nú, hann
leggur frá sær, er tað við góðari
samvitsku.
Kommunan
er
útbygd
javnt og samt, og hon er klár
at taka ímóti, nú fólkatalið
veksur,
og
fíggjarliga
er
hon hampiliga væl fyri, leggur
hann afturat.
VIT EIGA AT
VERÐA SKIFT
ÚT VIÐ JØVNUM
MILLUMBILI
Tað var ongantíð ætlanin, at hann
skuldi fara upp í politikk, men tað
koma hann – uttan at vita av tí
so verður starvið
røkt næstan mest
sum í tómgongd
Tað er við góðari samvitsku, at Jóhannus Danielsen nú letur stafettina víðari, sigur hann