Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. oktober 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 14. OKTOBER 2020 · NR. 72 Sosialurin 16 EYSTUROY Áki Bertholdsen Spurningurin um kom­munu­ samanlegging er ikki eitt mál, vit hava tosað um yvirhøvur. Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgar­stjóri á Nesi. Annars er tað av og á frammi í almenna kjakinum, at tað einasta rætta er at leggja kommunurnar á skála­ fjørði­num saman, kanska fyri at kunna geva Havnini eitt ordiligt mótspæl og fyri at samskipa útbyggingar og tænast­ur á fjørðinum. Men tað er ikki á dags­ skránni, sigur borgarstjórin á Nesi. – Í 2012 var ein fólkaatkvøða um samanlegging og her á leiðini var stórur meiriluti ímóti tí, sigur hann. Sostatt eru vit ikki vald í bygdaráðið at virka fyri samanlegging, so tað hevur ikki verið tikið upp á tungu, sigur hann. Hann sigur, at hinvegin leggja tey stóran dent á sam­ starv við hinar kom­munur­ nar, og tey hava eisini eitt um­ fatandi samstarv um alskyns tænastur. Sostatt fer ein stórur part­ur av inntøkunum hjá kom­mun­ un­um í hesi samstørvini, sigur borgar­stjórin. – Tað er eitt samstarv, sum eydnast sera væl, so verða onnur málsøki løgd undir kommunurnar, finna vit helst eisini út av at samstarva um tað, leggur hann afturat. Hvat hann sjálvur heldur um kommunusamanlegging, vil hann ikki siga nú beint upp und­ir kommunuvalið. Áki Bertholdsen Eitt, sum nógv halda at tey mangla í Nes kommunu, er eitt triv­naðarøki, sum bæði skal vera ein miðstaður fyri trivnað og tiltøk í kommununi. Men Jóhannus Danielsen, borg­arstjóri, sigur, at tað er eitt mál, tey hava tikið upp. Bygdaráðið heldur, at økið rundan um bátahylin í Oyr­ unum er besta plássið til eitt slíkt trivnaðarøki. –  Bátahylurin treingir til ábøtur  og at verða víðkaður, og herfyri bóðu vit tríggjar arki­tektar geva sítt boð upp á, hvussu alt økið kann verða skip­að sum eitt trivnaðarøkið, sigur hann. Hann sigur, at tey fingu trý upp­skot, sum øll eru rættiliga for­vitnislig og nýhugsandi, heldur borgarstjórin. Hann sigur, at talan var ikki um eina kapping, og at bygdaráðnum stendur so­ statt frítt fyri at taka tað besta burtur úr øllum trimum upp­ skotunum. – Tað vísir seg, at ofta verða fólk drigin at umhvørvinum niðri við sjóvarmálum, ikki minst við smábátahavnir, og vit halda, at har hevði borið til at fingið eitt trivnaðarøki við bátahavn og teimum hent­ leik­um, sum hartil hoyrir, bæði einum torgi, sølubúðum av ymsum slagi, og eisini við íbúð­ um. Uppskotini verða so grund­ ar­lagið undir arbeiðnum hjá kom­andi bygdaráðum at menna hetta økið, sigur hann. Hann ivast heldur ikki í, at hetta fer at vera eitt høvuðsmál hjá bygdaráðnum, sum verður valt í næsta mánað. Áki Bertholdsen Tað eru nøkur ár síðani, at røddir vóru frammi um at inni­loka fótbóltsvøllin á Svanga­skarði og at gera hann til Føroya fyrstu fótbóltshøll í fullari stødd við rennibreyt rundanum. Endamálið var, at tað skuldi vera ein høll fyri øll. Tað var longu í 2012, at tað var frammi, og síðani hevur tað verið nevnt av og á, men nú hevur einki verið at hoyrt í langa tíð. Men Jóhannus Danielsen, borgar­stjóri á Nesi, sigur, at ætla­nin er als ikki deyð. Hann heldur, at ein slík høll eigur at koma so nógv­ um ítróttarfólki sum gjørligt, til góðar og tískil heldur hann, at hon hevði ongastaðni ligið so væl fyri, sum júst á Svanga­ skarði. Hann sigur, at hon er mittt í landinum og tá ið Eysturoyartunnilin er tikin í brík  veðrur tað bæði skjótt og lætt at koma til og frá. Á Svangaskarði er longu fót­bólts­vøllur við rennibreyt rundan, umframt aðrir hent­ leikar til frælsan ítrótt, og tá ið alt tað longu er gjørt framman undan, er tað lutfalsliga bílig­ ari at inniloka tað og gera tað til eina høll. Men hann sigur, at hetta er ein íløga, sum er so stór, at kommunan kann ikki vera einsa­møll um hana og tí skulu helst bæði FSF, Landið, og kanska eisini onnur , vera við í fígg­ingini. –  Men bæði Fót­bólts­sam­ bandið og lands­myndug­leik­ar­ nir vita, at vit eru klár at fara undir ætlanina, beinanvegin tey eru tað, sigur hann. Hann sigur, at ætlanin verður endurskoðað alla tíð­ ina, eisini kostnaðarliga, so at hon lýkur nútíðarkrøv, so tá ið FSF og landsmyndugleikarnir eru klárir at trýsta á knøttin eru tey í Nes Kommunu tað eisini. Áki Bertholdsen Fíggjarliga er Nes Kommuna væl fyri. Jóhannus Danielsen, frá­farandi borgarstjóri, sigur at hann hevur altíð lagt stóran dent á at hava eina neyva fíggj­arstýring. –  Kanska er tað mín bak­ grund sum grannskoðari, sum alla tíðina liggur og spøkir. Men vit eru ein miðalstór kom­muna, so tað ber ikki til at seta ov nógv arbeiðið ígongd ísenn, sigur hann. Hann sigur, at ein álíkning hjá Nes Kommunu, er ein­ ar 50 milliónir og har­um­ framt fær kommunan góð­ ar 12 milliónir frá landinum til eldraøkið. Sostatt eru inn­tøk­ urnar áleið 60-65 milliónir um árið.  Í løtuni er skuldin eini 40 pro­sent av eini álíkning og tað merkir, at verður brúk fyri tíð, kann kommunan læna einar 30 milliónir afturat, uttan at fara upp um eina álíkning. Ein álíkn­ing er annars hámarkið fyri, hvat kommunurnar hava loyvi til at læna. Skattaprosentið á Nesi er 20,5% og  barnafrádrátturin 5.500 krónur og annars  letur kom­munan øllum børnum og ungum ímillum 6-18 ár, eitt frítíðarkort upp á 2.000 krónur um árið til lima­skap í frótíðarfeløgum og annað frítíðarvirksemi.  Og borgar­ stjórin sigur, at fyribils ligg­ur tað í kortinum, at hesi viður­ skifti verða óbroytt næsta ár. Kunnu læna 30 milliónir afturat Ætlanin er avgjørt ikki deyð Hava ikki tosað um saman­legging – Tað er ikki ein spurningur, vit hava havt á skránni, sigur borgarstjórin Skulu hava ein miðstað á Nesi Hetta skal vera ein trivnaðar- miðdepil fyri kommununa