týsdagur 13. oktober 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
14. OKTOBER 2020 · NR. 72
Sosialurin
18
EYSTUROY
Vilmund Jacobsen
Sonni á Horni, sum hevur verið
borgarstjóri
í
Fuglafjarðar
kommunu seinastu tvey val
skeiðini, hevur gjørt av at stilla
upp aftur á kommunuvalinum
komandi. Áðrenn hann gjørdist
borgarstjóri, sat hann eitt skeið
í kommununi, har hann var
í teknisku nevnd og sosialu
nevnd.
- Jú, eg hugsi um at bjóða meg
fram aftur einaferð aftrat, sigur
borgarstjórin, sum fegnast um,
at tey trý hjartamálini, sum tey
settu sær fyri at fremja í hesum
valskeiði, øll eru í gongd.
Hann
vísir
á,
at
stóra
útbyggingin av skúlanum nú
nærkast endanum, og niðasta
hæddin í fantastiska ítróttar
húsinum er tikin í nýtslu, sam
stundis sum býráðið hevur
samtykt, at alt húsið skal
gerast liðugt.
- Gongd er umsíðir eisini
komin á fjøltáttaðar bústaðar
møguleikar í Fuglafirði, har vit
nú fáa íbúðarbygging við leigu
bústøðum, bæði til yngri og
eldri, umframt at nøkur tvíhús
verða bygd við Bøveg, har øll
grundøkini annars eru seld.
Vit hava eisini eina nýggja út
stykking á Kambsdali, har fólk
hava høvi at ogna sær grund
stykki og seta búgv.
Á Kambsdali er eisini møgu
leiki fyri at veksa um útstykk
ingina.
Íbúðarbyggingin
Íbúðarverkætlanin Úti á landi
í Fuglafirði er komin so mikið
væl áleiðis, at jørðarbeiðið,
sum hevur verið boðið út, fer í
gongd fyrsta dagin.
Kommunan ger økið byggi
búgvið og hevur tryggjað sær,
at fólk eldri enn seksti ár fáa
framíhjárætt at leiga nakrar av
teimum tilsamans 18 íbúðun
um. Niðan fyri íbúðirnar, sum
fara at hava tvey og trý køm
ur, verður ein træbrúgv, sum
gangast kann eftir.
Sonni á Horni fegnast um,
at áhugin fyri at tekna seg til
leiguíbúðirnar í Fuglafirði er
stórur, og hann hevur skilt
á felagnum, sum eigur verk
ætlanina, at rættiliga nógv fólk
hava skrivað seg upp til íbúð.
- Her eru møguleikar at
byggja einar 18 íbúðir aftrat.
So, hetta er ein fantastisk verk
ætlan, sum skjøtil nú er settur
á, har tær fyrstu 18 íbúðirnar
ætlandi verða klárar í 2022.
Onnur hús tøk
Borgarstjórin sigur seg hava
skilt, at fleiri av teimum, sum
hava teknað seg til leigubú
stað, eru seksti ár og eldri, og
tað kann - alt annað líka - fara
at merkja, at nøkur hús í Fugla
firði í framtíðini fara at gerast
tøk hjá yngra ættarliðnum.
Annars eru tað fólk í øllum
aldri, sum vísa íbúðunum
áhuga.
- Eg havi eisini skilt, at onkur
familja hevur teknað seg, sum
býr uttanlands, og sum nú hev
ur í hyggju at koma heim aftur
til Fuglafjarðar at búgva við
børnum.
Sonni á Horni vísir á, at tað,
at fleiri, sum hava teknað seg,
eru tilkomin og eldri, kann fara
at geva eina dupulta effekt,
sum hann tekur til, tí hetta
kann samstundis fara at gera,
at húsini, sum hesi fara úr, fara
at gerast tøk hjá næsta ættar
liði.
- Ein av fyrimununum við
leiguíbúðum í mun til eigara
íbúðir er, at fólk altíð vilja
búgva í einari leiguíbúð. Hin
vegin kann ein eigaraíbúð
verða brúkt sum summarhús
og soleiðis koma at standa tóm
ein fittan part av árinum.
Útlitini eru góð
Borgarstjórin vísir á, at tað,
sum Fuglafjørður í fyrsta lagi
tørvar, er, at familjur seta búgv
í kommununi, og haraftrat
ynskir kommunan at bjóða
teimum, sum heldur vilja búg
va í leiguíbúð, ein frálíkan bú
staðarmøguleika.
Í nýggju útstykkingini á
Kambsdali eru eini hús komin
upp, og tey næstu eru á veg.
- Í nýggju útstykkingini við
Bøveg eru øll grundstykkini
seld, og her eru nøkur hús
á veg, harav fyrsta familjan
kann flyta inn fyrsta dagin.
Øll grundstykkini eru planer
að, og vit hava broytt ætlan
ina soleiðis, at tvíhús kunnu
byggjast á trimum av grund
stykkjunum við Bøveg.
Sonni á Horni vísir á, at
múrurin millum tey fyrstu tví
húsini er komin upp, og tað eru
tvey feløg, sum byggja tvíhús
við Bøveg, harav annað felagið
umhugsar at geva keyparum
møguleikan at innrætta húsini
sjálvi. Í aðrar mátar kunnu fólk
eisini fáa veitaran at byggja
húsini liðug.
- Okkum dámar væl at fáa
flest møguligar búeindir burtur
úr tí lendi, vit hava, sigur Sonni
á Horni.
Aðrastaðni í Fuglafirði eru
eisini nøkur sethús í gerð.
Kommunan planerar
Sjálvur heldur Sonni í Horni,
at tað er ein høgligari og betri
máti, tá kommunan stendur
fyri planeringini av grund
stykkjum.
- Jú, eg haldi, tað er ein góður
máti, at kommunan ger grund
økini byggibúgvin heldur enn,
at hvør einstakur, sum ætlar
at byggja, ger sín egna útgevst
ur. Tað eigur eisini at vera
bíligari fyri flestu partar, tá
planeringin verður gjørd und
ir einum, og hetta eigur eisini
at tryggja, at arbeiðini millum
grannagrundstykki og atkom
an til grundstykkini verður
snøggari.
Borgarstjórin leggur aftrat,
at tað serliga var, tá grund
stykkini við Bøveg vóru planer
að, at áhugin fyri økinum
gjørdist stórur, og øll grund
stykkini vórðu seld.
FUGLAFJØRÐUR FÆR
NÚ EITT FJØLTÁTTAÐ
BÚSTAÐARMYNSTUR
- Umframt at leigubústaðir verða
bygdir, verða eisini nøkur tvíhús bygd
í nýggju útstykkingini við Bøveg, sigur
borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu
seinastu átta árini, Sonni á Horni
- Tað er stórur áhugi fyri at seta búgv í Fuglafirði, og her við Bøveg eru øll grundstykkini seld, sigur Sonni á Horni, sum fegnast um fjøltáttaða bústaðarmynstrið, sum nú verður í Fuglafirði